týsdagur 20. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 vinnusíðurnar
Nr. 56 - 20. mars 2007
- Ein framhaldandi
gongd við vaksandi
lutfalli av fólkinum í
teimum eldri aldurs
bólkunum, færri
kvinnum í burðar
førum aldri og ein
minkandi føðitíttleika
kann føra við sær, at
Sandoyar Sýsla kemur
í eina negativa ring
rás, har fólkatalið
minkar ár um ár,
sigur Granskingar
depilin fyri
Økismenning
GRANSKING
Tiðindaskriv
Granskingardepilin
fyri
Økismenning hevur givið
út Arbeiðsrit 13/2007 við
heitinum “Fólk og vinna í
Sandoyar Sýslu í 2006”.
Dennis Holm, samfelags
frøðingur og Bogi Morten
sen, siviløkonomur, hava
skrivað arbeiðsritið
Arbeiðsritið setir fokus á
fólk og vinnu í Sandoyar
Sýslu.
Í fyrsta lagi verður gongd
in í fólkatalinum í Sandoyar
Sýslu viðgjørd, herundir
viðurskifti viðvíkjandi til-
og fráflyting, burðaravlop
og broytingar í aldurs- og
kynsamanseting. Her er ein
av greiðu niðurstøðunum,
at tað er ein stór avbjóðingin
í Sandoyar Sýslu at venda
teirri skeivu gongdini, sum
hevur verið tey seinastu
ártíggjuni,
tá
umræður
gongdina og samansetingina
í fólkatalinum. Ein fram
haldandi gongd við vaks
andi lutfalli av fólkinum í
teimum eldri aldursbólkun
um, færri kvinnum í burðar
førum aldri og ein minkandi
føðitíttleika kann føra við
sær, at Sandoyar Sýsla kem
ur í eina negativa ringrás,
har fólkatalið minkar ár um
ár. Við tíðini vil ein nýggj
javnvág verða nádd, sum er
væl lægri enn tað støðið,
við kenna í dag.
Í øðrum lagi viðger
arbeiðsritið vinnuligu støð
una í Sandoyar Sýslu. Hend
an viðgerðin er býtt í tvey.
Fyrri parturin fevnir um lýs
ing av tal av parta- og smá
partafeløgum. Innan hvørjar
vinnur virka feløgini, og
hvussu nógv parta- og smá
partafeløg eru í Sandoyar
Sýslu samanborið við onnur
øki í landinum og við støð
una í landinum sum heild.
Seinni parturin fevnir um
eina lýsing av roknskapar
ligu gongdini hjá vinnuni í
Sandoyar Sýslu – bæði hjá
vinnuni undir einum og býtt
í vinnubólkar.
Í vinnuligum høpi hevur
gongdin undir einum verið
skeiva vegin í nøkur ár, og
hóast árið 2005 roknskapar
liga eydnaðist betri enn árið
2004, so hevði vinnan undir
einum eitt hall áðrenn skatt
í 2005. Í løtuni (februar
2007) ber illa til at siga nak
að um hvussu gongdin hjá
vinnulívinum í Sandoyar
Sýslu hevur verið í 2006, tí
roknskapir eru vanliga ikki
tøkir fyrr enn árið er hálv
runnið ella seinni.
Hetta arbeiðsritið gevur
eina greiða ábending um, at
vakstrarmøguleikarnir
í
Sandoyar Sýslu í verandi
støðu ikki eru stórir – og at
tað skulu stórar broytingar
til, um støðan í økinum skal
broytast munandi. Ætlanir
nar um undirsjóvartunnil
millum Streymoy og Sand
oy er greitt ein broyting,
sum fer at ávirka gongdina
í Sandoynni rætta vegin.
Arbeiðsritið kann takast
niður í pdf-formati á heima
síðu okkara www.region.
fo undir Útgávur og Ar
beiðsrit og fæst eisini í pap
pírs-formi við at venda sær
til Granskingardepilin fyri
Økismenning.
Avbjóðingin er at venda gongdini í Sandoy
Partabrøv ikki sloppin enn
Marknaðarrák
Partabrøv endaðu farnu viku á leið
á sama stigi sum tá hon byrjaði. Tey
byrjaðu vikuna við at lækka 3%-
4%, men komu so fyri seg aftur.
Hóast betraðu gongdina seinastu
dagarnar ráða vit til at vera varin á
partabrævamarknaðinum
nakað
enn. Sum heild vænta vit, at hetta er
ein korrektión, og at langtíðar rákið,
sum hevur verið uppeftir síðan
2003, eisini fer at vera galdandi, tá
hendan korrektiónin er av. Eitt sum
stuðlar hesum sjónarmiði er, at parta
brøv í vinnugreinum, sum standa
seg illa tá tað gongur illa í búskapi
num, nú halda áfram at geva góðan
vinning í mun til onnur partabrøv.
Tó eru útlit fyri, at marknaðirnir
kunnu lækka 5% aftrat, áðrenn tað
av álvara fer at ganga uppeftir aftur.
Dollarin helt á at vikna
Í farnu viku skrivaðu vit, at tað var
áhugavert at dollarin var viknaður,
hóast bæði amerikonsk partabrøv
og rentur hækkaðu. Hetta vísti seg
eisini at vera eitt veikleikatekin.
Dollarin helt á at vikna í farnu viku,
lækkaði 1,5% úr 5,68 til 5,60 krónur
fyri dollaran. Í desembur var hann
niðri á 5,58, og um hann fer niður
um, kann væntast at hann fer longur.
Hann var veikast í 1995, tá hann var
niðri á 5,32. Tó er hann lækkaður
nógv í seinastuni, og tað verður tor
ført at koma niður um 5,50 í fyrstu
atløgu.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarenturnar hava verið støð
ugar hesa farnu vikuna. 10-ára rent
an er 3,93%. Nú liggja lánsbræva
rentur og danda eftir lækkingina
seinastu 3 vikurnar. Um órógvin á
partabrævamarknaðinum
heldur
uppat, hækka renturnar væntandi
aftur.
Hesa vikuna
Fyri tíðina snýr alt á marknaðunum
seg um USA, og soleiðis verður
eisini hesa vikuna. Tjóðbankin, Fed,
hevur rentufund mikukvøldið. Ren
tan verður væntandi óbroytt á
5,25%, men stórur áhugi er fyri,
hvat tey siga í tíðindaskrivinum eftir
fundin. Eisini kann talið av nýbyrj
aðum húsum í USA flyta markn
aðirnar, tí húsamarknaðurin hevur
leingi verið í andgletti.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.