Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Nr. 56 - 20. mars 2007 Stutt sagt Korini vorðin verri Næsta vikuskiftið eru 50 ár liðin, síðani grundarlagið varð lagt undir tað, sum vit í dag kenna sum ES, og tí man tað vera hugstoytt hjá ES-leiðarunum at frætta, at fólk halda seg hava tað verri nú, enn tá felags­skap­ urin bleiv skipaður. Tað vís­ ir í hvussu er ein kanning, sum er gjørd í teimum stóru limalondunum Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Italia og Spania. Har siga 44 pro­ sent av teimum spurdu, at umstøðurnar eru versnaðar, og 25 prosent halda, at kor­ ini eru batnað. Leiðararnir kunnu kortini ugga seg við, at bara 22 prosent halda, at tey høvdu fingið tað betri, um teirra land fór burtur úr ES, og 40 prosent siga, at tað hevði gjørt viðurskiftini uppaftur verri. Rýmdi á dyr Russiski ST-sendiharrin, Vitalij Tsjurkin, var so mis­ nøgdur við eina røðu, sum serligi ST-sendimaðurin í Ko­sovo helt á fundi í trygd­ arráðnum í gjár, at hann rýmdi á dyr. Aftaná segði Vitalij Tsjurkin, at sendi­ maðurin, Joachim Rucker, hevði verið stak ósakligur, og at hann hevði ikki lýst allar partar av málinum. ST hevur fyrr skotið upp, at Koso­vo skal fáa størri sjálv­ ræði, men Russland krevur, at tað skal gerast í sameáð við serbar. Russiska stjórn­ in hevur skotið upp, at finski semingsmaðurin Martti Ahtisaari skal halda fram við tingingunum við serbarnar og albanararnar í Kosovo, men Ahtisaari sig­ ur, at tað er nyttuleyst. Vorðið sum fongur Løgreglan í Panama hevur funnið 21,4 tons av rús­evn­ inum kokaini umborð á ein­ um skipi, sum varð tikið úti fyri kyrrahavsstrondini, har tað fekk boð um at sigla til lands. Skipið varð tikið sunnu­dagin eftir samstarv mill­um myndugleikarnar í Panama og amerikonsku rúsevnaløgregluna. Tólv mans vóru við skipinum, og teir eru allir tiknir og settir í varðhald. Skipið sigldi undir Panama-flaggi, og sum skilst vóru fleiri av manningini úr Panama og Meksiko. Myndugleikarnir ivast ikki í, at rúsevnið stav­ ar úr Kolombia og skuldi á amerikanska marknaðin. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Carl Gustav kongur hevur ikki orðið í sínari makt, men eg havi stóra virðing fyri honum (Göran Persson) útlond Kríggið var eitt mistak Nú fýra ár eru liðin, síð­ ani kríggið í Irak byrjaði, eru bretar framvegis líka sannførdir um, at tað var eitt mitak at leypa á Irak. Í hvussu er vísir ein mein­­ingakanning hjá BBC, at 60 prosent av teim­­um spurdu eru sann­ førd um, at tað var eitt mistak at leypa á Irak fyri fýra árum síðani. 30 prosent halda, at tað var í lagi, og tey seinastu 10 prosentini vita ikki. Kanningin vísir, at flestu bretar eru til reiðar at styðja bretskar her­ menn, sum fara av land­ inum í neyð­hjálpar­ør­ind­ um ella fyri at forða fólkadrápi. Í slíkum før­ um eru 57 prosent til reið­ar at stuðla her­monn­ unum. Amerikonsku myndugleikarnir hava givið iranska forsetanum, Mah­ moud Ahmadinejad, loyvi at koma á fund í ST Iranski forsetin verður ikki einsamallur á ferðini, tí sambært uttanríkisráðnum í Washington hava 13 iransk­ ir embætismenn og 26 trygd­armenn eisini fingið innferðarloyvi. Harafturat hevur Iran biðið ameri­ konsku myndugleikarnar um innferðarloyvi til 33 fólk, sum manna flogfarið, ið skal flyta forsetan til New York. USA og Iran hava ikki havt diplomatiskt samband síðani kollveltingina í Iran í 1979, og viðurskiftini mill­ um Washington og Teheran hava sjáldan verið so spent sum júst nú orsakað av stríð­ num um iransku kjarn­ orkuætlaninar. Iran sýtir fyri at slaka í stríðnum um kjarnorkuna, og teir næstu dagarnar skal trygdarráðið hjá ST um­røða, hvørji stig skulu takast ímóti landinum. Mah­ moud Ahmadinejad, forseti, hevur biðið um loyvi at lýsa iransku sjónarmiðini fyri trygdarráðnum, og tað er í hesum ørindum, at hann hevur fingið innferðarloyvi til USA. Talsmaðurin hjá ameri­ kanska uttanríkisráðnum, Sean McCormack, segði í gjár, at amerikanska stjórnin heitir inniliga á iranska for­ setan um at nýta hetta høvið til at ganga undir treytirnar hjá ST fyri at sleppa undan tiltøkum. 740.000 fólk í Vestur- og Miðevropa eru HIV-smittað, men triði hvør veit ikki av tí - Umleið 30 prosent av teimum umleið 740.000 ES-borgarunum, sum hava smittuna í sær, vita tað als ikki. Tí er vandi fyri, at tey fara at smitta onnur, og tað er helst hendan vantandi vit­ anin, sum ger, at HIV fram­ vegis breiðir seg, sigur leið­ arin á evropeiska smittu­ stovninum, Zsuzaanna Ja­kob, við Politiken. Á einari HIV-ráðstevnu í týska býnum Bremen í síðstu viku segði týski kansl­ arin, Angela Merkel, at hon fer at taka trupulleikarnar við HIV upp á ES-topp­ fundinum, sum verður í juni. Serfrøðingar siga, at fram­ stig í bardaganum ímóti HIV og eyðkvæmi hava gjørt, at færri doyggja av sjúk­uni nú enn fyrr, men at hendan gongdin samstundis er vorðin ein koddi, soleiðis at sjúkan verður ikki tikin í sama álvara longur. - At ein triðingur av teim­ um smittaðu als ikki vita, at tey hava smittuna í sær, er sera álvarssamt, sigur danski læknin Jan Fouchard, sum var millum luttakar­ar­ nar á ráðstevnuni í Brem­ en. 200.000 evropear vita ikki at tey hava HIV Hevur fingið innferðarloyvi til USA Angela Merkel: -Nú skal HIV-trupulleikin á dagsskránna hjá ES-leiðarunum. Iranski forsetin Mahmoud Ahmadinejad.