Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 56 - 20. mars 2007 Eftir at eina røð av neyð­tøk­ um í norska høvuðsstaðnum, hev­ur ein bólkur av snið­gev­ um brotið upp úr nýggjum inn­an fyribyrging, loysnin er pappommur. Hóast hetta er eitt nýtt hugskot, so er tað í trá við onnur átøk í Os­lo. Eitt lið av sniðgevum hevur gjørt pappfigurar av 20 ym­isk­um ommum í ve­ru­lig­ ari stødd, og hesar eru settar upp kring Oslo, á støðum har vandi er fyri neyðtøkum. Æt­lan­in er, at neyðtøkumenn sku­lu kenna seg eygleiddar og fara at hugsa um sínar eg­nu mammur og ommur, so­leið­is, at teir sleppa æt­lan­ un­um um at neyðtaka kvinn­ ur, hetta skriva eb.dk. Hóast hetta átak er ný­skap­ an­di, so er tað ikki fyrstu ferð, at man í Oslo ger heilt ser­lig fyribyrgjandi átøk. Fyri nøkrum árum síðan, fór kommunan í Oslo undir eitt átak, fyri at fáa fólk at dál­ka minnið í býnum og at brú­ka almennu rus­k­span­nir­ nar. Hetta varð gjørt undir slag­orð­inum, “Når svinene går hem, kommer rotterne frem”. Henda herferð byr­ jaði við, at Oslo borgarar vakn­aðu til ein bý har rot­tu­ bam­sur stóðu á hvørjum gøtu­hor­ni. Tann herferðin var sera væleydnað, og dálk­ ing­in eitt nú í vikuskiftum fall munandi. So er bert at vó­na at ommurnar rigga lí­ka væl sum rotturnar gjør­ du. nud HUNDAR Tíðindaskriv Seyðahundakapping var á Við­ar­ei­ði næstsíðsta leyg­ar­dag, har 42 hundar luttóku. He­t­ta er tann stórsta kapp­ing, sum nakrantíð hevur ver­ið í Føroyum. Tað var nógvur vindur vest­an­eft­ir um morgunin, men út á dagin minkaði hann vind­in, og tað bleiv stilli. Tað sá út ta einu løtuna, at tað fór at regna, men veðrið helt sær og kappingin var lið­ug kl 18:30. Kap­p­ast var í klassa 1, 2 og 3. Síðani vóru steyp og heið­ur­s­merk­ir handað til nr 1, 2 og 3 í hvørjum bólki, og tað var Karstin Hansen løg­tings­mað­ur, ið handaði steypini. Steyp­ini vóru latin av Stat­oil, og teir hava latið steyp­ini nú í trý ár, tað vil siga lí­k­a síðani byrjað varð at ha­va seyðahundakappingar í Norðoyggjum. Stig­tak­arar­nir Nils Ab­sal­on­sen, Tróndur Petersen av Við­ar­ei­ði og Jákup Jacobsen úr Haraldssundi takka øll­um, ið hjálptu til við kapp­ing­ini og gjørdu hetta mø­gu­ligt. Leygardagin 24. mars fer Suð at hava tvær kirk­ju­kon­ser­tir. Tann fyr­ra verður í Fríð­riks­ kirk­ju­ni á Toftum kl. 17:00 og tann seinni í Chris­tians­kirkjuni kl. 20:00 sama dag KONSERT Tíðindaskriv Suð er kvinnukór úr Klaks­vík, sum skjótt hevur fimm ár á baki. Tað er Steinvør Fonn, sum stjórnar. Tær ha­va fyri tað mesta sungið klas­si­skt, men hava eisini roynt seg innan pop, jazz, sang­ir úr ymiskum sang­leik­um o.a. Í des. í fjør fram­før­du tær alt Messias saman við Havnarkórinum og sym­fon­i­or­ kest­ri. Til hesar konsertirnar fer Suð at syngja kendar sálmar og stutt klassisk stykki. Kon­ sert­irn­ar koma at vara um ein tíma hvør. Aftur at a capella sang­un­um fer Suð hesa ferð at ha­va orgulfylgispæl til nakr­ar av satsunum. Tað er Petur Mart­in Johannesen, sum fer at hava orgulfylgispælið. Hann fer t. d. at spæla orgul til “Panis Angelicus”, har Mart­ha Mýri syngur solo, “Pie Jesu” hjá Andrew Lloyd Webber, har Unnur S. Fonn og Hallgerð Brim Joen­sen syngja solo saman við blandaðum kóri. Í hes­um sambandi hevur Suð fing­ið nakrar menn at syng­ja við. Petur Martin fer ei­si­ni at spæla kenda og væl­um­tók­ta stykki “Air” hjá J. S. Bach á orgul. Síðani eru tveir aðrir “Pie Jesu” satsir á skránni. Ann­ar úr Requiem’inum hjá Fauré og annar úr Req­ui­em’inum hjá Duruflé. Tað eru Unnur S. Fonn og Stein­vør Fonn, sum koma at syng­ja solo, og afturat org­lin­um kemur Tóri Restorff Ja­cob­sen at spæla celo til teir báðar satsirnar. Tóri fer ei­si­ni at spæla vakra satsin “Præludium” úr Cello suit­uni í G hjá J. S. Bach. Tit kunnu lesa meir um Suð á www.sud.fo Øll kunnu innstilla evni til náttúru- og um­­hvørv­is­vir­ð­is­løn­ ina hjá Norð­­ur­­lan­da­ráð­num VIRÐISLøN Tíðindaskriv Náttúru- og um­­hvør­vis­ virð­is­løn Norð­ur­lan­da­ráð­ sins verður í ár latin fyri 13. ferð. Virðislønin, sum er 350.000 kr verður latin pri­vat­um ella almennum vir­ki, felagsskapi ella ein­ stak­lin­gi, sum hevur víst ser­ligt virkisfísni innan nátt­úr­u- og um­hvør­vis­ vernd. Evnið fyri náttúru- og um­hvør­vis­virð­is­løn Norð­ ur­lan­da­ráð­sins í 2007 er ”Býur, ið er um­hvør­vis­ li­ga burðardyggur” Virðislønin verður hand­ að 31. oktober 2007 í sam­ band við ársfund Norð­ur­ lan­da­ráð­sins í Oslo. Øll kunnu innstilla evni til náttúru- og um­hvør­vis­ virð­is­løn­ina. Ítøkilig inn­ stil­l­ing, sum skal skrivast á serstakt oyðiblað, skal ve­ra dómsnevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 27. apríl 2007. Adres­ san er: Nordisk Råds Nat­ ur- og Miljøpris, Nordisk Råd, Folketinget, Chris­ tians­borg, DK-1240 Kø­ben­havn K, har oy­ði­ bløð kunnu fáast, eins og tey kunnu fáast á web adres­su­ni WWW.norden. org. Suð hevur konsertir í Fríðriks- og í Christianskirkjuni Pappommur í Oslo Seyðahundakapping á Viðareiði