Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Nr. 56 - 20. mars 2007 Eftirlitsfólk Søkt verður eftir eftirlitsfólkum til Toll- og Skattstovu Føroya, Miðøki, til at byrja 1. mai ella skjótast til ber. Vit vanta at tú hevur eina útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand. Merc. Aud. ella líknandi útbúgving innan rokniskap. Eisini vanta vit at tú ert arbeiðssam­ ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Viðkom­ andi arbeiðsroyndir hava eisini okkara áhuga. Uppgávurnar hjá eftirlitsfólkunum verða m.a: • at fremja eftirlit og grannskoðan av skatti, meirvirðisgjaldi og tolli • at vitja fyritøkur • at málsviðgera • at gera váðametingar • at ummæla kærumál og dómsmál Vit kunnu bjóða Eitt áhugavert og fakligt mennandi starv við nógvum avbjóðingum. Góðir møguleikar eru eisini fyri eftir­ útbúgvingum. Setanartreytir Løn­ og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs­ royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøki Setanarøkið er Miðøki, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Umsóknir Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Eyðun Joensen, deildarleiðara, ella til Vilhjálmur Gregoriussen, økisstjóra, á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir skal vera Toll­ og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi: 10. apríl. 2007. 15. mars. 2007 Toll- og Skattstova Føroya Miðøki Postsmoga 2151 FO­165 Argir Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 130 starvsfólk og er skip­ aður við einum stýri og trimum økisskriv­ stovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðs­ skrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávikavíst Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Miðøki, har viðkom­ andi kemur at starvast, eru 52 starvsfólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo Konditara lærlingur Bakaríið Grón Hoyvíksvegur 65 Tlf. 23 62 11 ella 31 21 61 Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakara­ yrkið, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja. Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta framleiðslu innan alt kondittarahandverk, har tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi saman við nógvum røskum fólki. Kondittaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja at halda fram har tey hava, meðan onnur vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri kondittarar umborð á cruise­ skipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinn­ una. Kondittaralæran gevur eisini møguleika fyri víðariútbúgving, til m.a. matvørutøkning. Lærutíðin til kondittara er 3 ár og 7 mðr., harav 38 vikur eru á tekniskum skúla í Danmark. Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andrea­ sen. Við hesum verður heitt á listafólk millum 18 og 30 ár at senda verk inn til framsýningina. Verkini skulu vera inni á Listasavninum í seinasta lagi leygardagin 14. juli kl. 12.00 Spurningar o.a. skulu sendast til : unglist@gmail.com Verkini skulu sendast til: Ólavsøkuframsýningin Listasavnið Gundadalsvegur 9 P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn Ólavsøkuframsýningin 2007 Ólavsøkuframsýningin · Gundadalsvegur 9 · Tórshavn · www.art.fo · Tel +298 259144 · unglist@gmail.fo Sí treytir og upplýsingar á: www.art.fo/fo ella á www.myspace.com/unglist Partabrøv til sølu Partabrøv í P/F nr. 3, Tjaldur, til sølu Tlf. 217300 Kunngerð Serstaka byggisamtykt nr. 1 í Hvalbiar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Hvalbiar bygdaráð á fundi 10. oktober 2006 samtykti broyting í byggisamtyktini fyri Hvalba. Ætlaða broytingin er, eitt øki uppá 22.231 m2 sum liggur millum Sandaveg og Nýggjaveg í Hvalba og verður broytt frá H øki sum er frílendi til E øki sum er almennir stovnar. Broytingin umfatar matr. nr. 51f, 98a, 29h, 212a, 332, Hvalba. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi á kommunuskrivstovuni – gamli skúli, vestara stova í Hvalba – frá 26. mars til og við 23. apríl 2007, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 14.00 til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvalbiar kommunu skrivliga í seinasta lagi 26. juni 2007. Hvalbiar kommuna lýsingar