Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 38 - 23. februar 2001 gult cyan magenta svart Nr. 38 - 23. februar 2001 23 gult cyan magenta svart Longdur Mercedes A Á bilaframsýningini í Geneve verður Merced- es A-klassin sýndur fram við nøkrum broyt- ingum. Umframt smærri broytingar uttan og inn an, er bilurin eisini longdur við 12 cm, eins og báðir CDI turbo- dieselmotorarnir fáa meira hestakreftir. Kelda: Motor Magasinet Nissan Primera Hóast nýggi Nissan Primera er frumsýndur í Japan, verður hann ikki at síggja um okkara leiðir fyrr enn næsta ár. Evropeiska útgávan verður gjørd klár at framleiða í Sunderland í Onglandi. Kelda: Motor Magasinet Yaris í Fraklandi Mikudagin 31. januar byrjaði framleiðslan av Toyota Yaris í Valen- ciennes í Norðurfrak- landi. Íløgan í verk- smiðjuna er 4,5 mia. krónur, og ætlanin er at 2000 starvsfólk skulu framleiða 150.000 bilar árliga. Kelda: Motor Magasinet ÚT AT KOYRA Um nøkur ár er ætl- anin at foreldur og børn kunna koyra saman í einum Lego bili BILAR Magnus Gunnarsson Bilurin verður ikki bygdur av Lego kubbum, men er ein vanligur bilur sum verður sera barnavinarliga innrættaður. Lego víðkar virksemi Danska leikuverksmiðjan Lego var stovnað í 1932 av timburmanninum Ole Kirk Kristiansen (1891-1958) í Billund. Í 1953 fekk verk- smiðjan patent uppá tann heimskenda Lego kubban, sum bleiv ein týðandi út- flutningsvøra hjá Danmark. Seinnu árini er virksemið víðkað til annað enn leikur, so sum barnaklæði o.a. Á bilaframsýningini í Detroit var ein Logo konseptbilur sýndur fram. Børnini í centrum Saman við amerikansku fyritøkuni Johnson Con- trols, sum er ein av heim- sins størstu fyritøkum inn- an innrætting av bilum, hava teir gjørt ein bil, har børnini eru í miðdeplinum. Bilurin kemur at koyra runt í USA og savna inn upplýs- ingar og vitan um hvussu barnafamiljur vilja hava bilin inrættaðan, áðrenn hann verður settur í fram- leiðslu. Eitt av endamálun- um er, at børnini skulu hava ymiskt at takast við á teim- um ofta longu og troyttandi biltúrunum. Har eru til dømis smá borð til at byggja Lego kubbar á, sjónvarpskermur í loftin- um, eitt digitalt myndatól, so børnini kunnu taka myndir á túrinum at senda tær beinleiðis til sínar vinir gjøgnum internetið. Ongin avgerð Enn er ongin avgerð tikin um hvør kemur at gera bil- in, sigur Eva Lykkegård, ið er samskiftisstjóri hjá Lego í Billund. Tá Lego og samstarvsfelagin í USA eru klárir, verður avtala gjørd við eina bilverksmiðju um framleiðsluna. Í grundini kann bilurin verða gjørdur hvar sum helst, og tað kann líka so væl verða Volvo ella Saab sum ein amerikansk bilverksmiðja, ið kemur at framleiða bilin. Kelda: Motor Magasinet Peugeot hevur al- mannakunngjørt myndir og aðrar upplýsingar um nýggja Peugeot 307, sum kemur at avloysa tann núverandi Peu- geot 306 BILAR Magnus Gunnarsson Góður kvalitetur Peugeot 307, sum kemur á marknaðin í summar, verð- ur ein av teimum størstu nýggjheitunum á altjóða bilaframsýningini í Ge- neve, sum verður frá 27. til 28. februar. Talan er um ein heilt nýggjan bil við sports- ligum og praktiskum de- signi í besta Peugeot stýli. Við hesum miðalklassa bil- inum hevur Peugeot sett sær sum mál, at brúka tilfar av so góðum kvaliteti, ið bert eru at finna í størri og dýrari bilum. Fyrst sum hatchback Peugeot 307 verður ein tann rúmligast bilurin í sín- um klassa. Uttaru mátini verða: longd 4,20 cm, breidd 1,73 cm, og hædd 1,51 cm. At byrja við verða tríggir motorar at velja í, ein 1,6 litur og 110 hk, ein 2,0 litur við 138 hk, og tann nógv umrøddi 2,0 litur HDI turbodiesel við 90 hk, og koyrir 20 km fyri hvønn litur av olju. Bilurin verður gjørdur sum hatchback við 3 ella 5 hurðum. Seinni koma sed- an og stationcar útgávurnar, eins og ein coupé/cabriolet kemur í 2003. Kelda: Peugeot Danmark Lego bilur til alla familjuna Nýggjur Peugeot 307 verður í Geneve Peugeot 307 er ein heilt nýggjur bilur við sportligum og praktiskum designi í besta Peugeot stýli Bilurin “Lego In Motion” verður gjørdur í samstarvi við Johnson Controls, ið er ein av heimsins størstu fyritøkum innan inrættan av bilum Legobilurin verður innrættaður soleiðis at barnafamiljur skulu trívast á teimum ofta longu og troyttandi biltúrunum ÚT AT KOYRA Tað er næstan ikki endi á hvussu nógv- um útgávum Opel Astra verður gjørdur í. Umframt hendan Coupé, sum kom á marknaðin í heyst, er nú eisini ein Cabrio- let á veg. Astra Coupé er komin sum avloys- ari fyri Opel Calibra BILAR Magnus Gunnarsson Bertone Á sama hátt sum tað er siðvenja at nýggjasti klædnamótin kemur frá Paris, koma tey nýggjastu og fínastu bilmodellini frá Torino í Italien. Bertone er ein gomul og kend design- arafyritøka, sum hevur teknað nógvar sera snøggar bilar, sum t.d. fleiri modell hjá Alfa Romeo, Ferrari, Lancia, Fiat og ikki at gloyma, góða gamla Mazda 1500 frá miðskeiðis í 60´unum, sum eisini varð teknaður hjá Bertone í Torino. Hesin Astra Coupé er ikki einans teknaður, men er framleiddur hjá “Carrozzeria Bertone” í To- rino, sum hava samstarvað við Opel síðan 1987. Elegantur bilur Talan er um ein elegantan sportcoupé við góðum plássi til 4 vaksin fólk. Tyngdarpunktið á Astra Coupé er lægri enn á teim- um vanligu Astra modell- unum, og fjaðraskipanin, stoytdoyvararnir og stabili- satorstengur saman við 16” felgunum eru gjørd soleið- is, at bilurin hevur sports- ligar koyrieginleikar við føstum vegtaki. Allar út- gávurnar hava anti-spinn saman við ABS bremsun- um. Væl ljóðdoyvdur Astra Coupé er væl ljóð- doyvdur við tað at ramman og motorupphangini eru isolerað frá karossaríinum, og elektroniskt samband er millum speedara og motor- in. Tað, at síðurútarnir í hurðunum ikki hava rúta- rammu, hevur ofta havt við sær, at gummilistarnir slít- ast og trekkur kemur inn í bilin. Á hesum bilinum er tann trupulleikin loystur við at rúturin glíður eitt petti niður, tá hurðin verður latin upp, og á sama hátt tá hurðin verður latin aftur, fer rúturin uppaftur. Hetta er gjørt fyri at gummilist- arnir ikki skulu slítast. Heilgalvaniseraður Bilurin, vit hava fyri okk- um, hevur ein heilt nýggjan 4 syl. 2,2 litur motor við 147 hk. Hann fæst eisini við einum 1,8 litur við og 125 hk, eins og ein 2,0 litur turbo við 190 hk kemur í vár. Astra Coupé hevur nógva standard útgerð, so sum el-rútar, el-síðuspegl við hita, forsetur við hædd- arstilling og memory, toku- lyktir, leðurratt, fartpilot og aircondition. Sum vanligt er á Opel hevur hann heil- galvaniserað karossarí og 12 ára garanti móti gjøgnumtering. Astra Coupé frá Bertone í Torino Opel Astra Coupé 2,2 Motorurin 4 syl. 2,2 litur 147 hk 0-100 km/t 8,8 sek Bensinnýtsla 11,9 km/l Dekkstødd 205/50-16 Stødd og vekt Longd 426,7 cm Breidd 171,0 cm Hædd 139,0 cm Eginvekt 1175 kg Viðførisrúm 460 litrar Prísur kr. 260.000,- Søluumboð P/F Meinhardt Arge v/Oyggjarvegin FO-110 Tórshavn Tlf 316161 Opel Astra Coupé er ein elegantur sportcoupé frá Bertoni