Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 56 - 20. mars 2007 ] Fríggjadagin var al­menn móttøka í Mið­la­ hús­inum fyri nýgg­ju bókini hjá Su­na Merkiss tein, Bjart­ur lýsir kynd­ils ­ log­in. Henda bókin lýs­ir fyrstu 50 árini av søg­una hjá hond­bólts­ fel­ag­num Kyndli HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Miðlahúsið var mest sum fult av fólki, tá ið nýggja bók­in hjá Suna Merkisstein, Bjart­ur lýsir Kyndilslogin, bleiv løgd fram í Mið­la­hús­ in­um fríggjadagin. Bókin um­røð­ur tey fyrstu 50 árini av glæsiligu søguna hjá hond­bólts­fel­ag­num Kyndli. Sprottið úr Losjuni Tann 10. mars 1956 bleiv helst mest sigursvanda fel­ ag­ið í føroyskum hondbólti sett á stovn. Nógv fólk var kom­ið saman til stovnandi að­al­fund í Losjuni hetta leyg­ar­kvøld, og í alt 37 fólk skriv­aðu seg upp sum lim sjálv­an stovningardagin. Het­ta var byrjanin uppá søg­ una hjá hondbóltsfelagnum, Kynd­li. Kyndil var sprottið úr ung­man­na­deildini hjá Los­ ju­ni, og hetta felag var eitt av­halds­felag burturav. Fyrs­ tu árini vóru tað bert limir í Los­juni, sum sluppu at um­bo­ða Kyndil. Liðini byrjaðu at spæla í táverandi meðaldeildini, sum svarar til okkara 2. deild, men longu fyrsta árið flutti besta mansliðið hjá Kyndli upp í bes­tu deildini. Menninir gjørdu skjótt av. Teir vunnu meistaraheitið lon­gu í fyrstu royndini í 1957, og eftir hetta vunnu teir meistaraheitið á hvør­ jum ári líka fram til 1968, tá ið teir blivu koppaðir av vest­men­n­ing­um. Í hesum tíð­ar­skeið­in­um vunnu kvinn­ur­nar hjá Kyndli eisini sítt fyrsta meistaraheitið. Het­ta var í 1964. Høllin kom Í 1970 kom ítróttarhøllin á Hál­si, og hetta gjørdist ein broyt­ing fyri hondbóltin í Havn­ini. Nú gingu ung­dóm­ ar og spældu í høllini dag­li­ ga, og hetta gjørdi, at fleiri fólk komu at umboða Kynd­ il, sum ikki vóru limir í Los­ ju­ni. Upp ígjøgnum 70 árini sær man burturfrá limaskapi í Losjuni, og hetta eru fyrstu broyt­ing­ar­nar í hond­bólts­ fel­ag­num. Sjálvt um liðið er fyri ávísum broytingum, so vísir hetta seg ikki at á­vir­ka úrslitini. Kyndil blív­ ur við at halda fast í od­di­ num í føroyskum hondbólti, og eftir tapið fyri VÍF í 1968 vinnur Kyndil aftur meist­ara­heitið seks ár á rað í árunum frá 1969 til 1974. Í 1975 blivu kyndils­men­ ni­nir tó enn einaferð steð­ gað­ir av VÍF. Í staðin vóru tað kvinnurnar hjá Kyndli, sum tóku yvir. Tær megnaðu nevn­i­liga at tryggja Kyndli næs­ta meistaraheitið í bestu kvin­nu­deild­ini hetta árið. Besta mansliðið hjá Kynd­ li var aftur á ovastu rók í 1976 og 1977, áðrenn teir bli­v­u steðaðir av Neistanum Kyndil í hálva Niels Nattestad hevur hjál­pt eitt sindur til við kyndils bókini, og hann helt arbeiði vera ó­trú­li­ga áhugavert. Hann sigur eisini, at hann minnist eina hend­ing í søguni hjá Kynd­li serliga væl HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo - Hetta hevur verið sera á­hu­ ga­vert. Arbeiði hevur verið spen­n­an­di, men tað hevur ei­si­ni verið drúgt til tíðir. Vit hava gjørt nógv de­tek­ti­v­ ar­­bei­ði fyri at finna ávísar upp­lýs­ing­ar, men nú eru vit kom­in á mál. Orðini eigur Niels Natte­ stad, vanliga nevndur Natte, sum hevur hjálpt til við bók­ ini. Natte byrjaði á besta lið­ num hjá Kyndli í 1965, og het­ta árið vunnu teir meis­ta­ ra­heit­ið. Hetta var ein stór lø­ta fyri hann, tí hetta var sjálv­sagt hansara fyrsta før­ oy­a­meis­ta­ra­heiti. Hann hev­ ur eisini spælt hondbólt í flei­ri ár, og eftir hetta hevur hann siti í nevndum hjá Kynd­li í ein mansaldur. Natte gleddist um hjálp­ ina, teir høvdu fingið frá øll­um, og hann helt tað vera spen­n­an­di at hyggja í­gjøgn­ um allar tær gomlu mynd­ir­ nar. - Tað hevur verið stuttligt at sæð allar tær gomlu mynd­ir­nar, sum vit hava fing­ið. Hetta hevur vakt nó­gv gomul minni. Tá vit at enda spurdur Nat­ta, um tað er nøkur ser­ lig hending, sum hann min­ nist serliga væl, var hann i­va­leys­ur. - Ja, har er ein hending, sum stendur frammarlaga í hug­an­u­m. Tað var, tá vit vun­nu meistaraheitið í 2004. Vit møttu VÍF í síðsta dyst­in­um, og tá tvey sekund vó­ru eftir fingu vit brots­ kast. Hetta sendi Jónleif Sól­sker í netið, og við hes­ um málinum gjørdist Kynd­ il føroyameistari. Sera áhugavert Annsy Høghamar, sum syrgir fyri øllum hagtølum hjá Kyndli í dag, handar her Hannisi Jacobsen eitt eintak av nýggju bókini. Hannis stóð í nógv ár á odda fyri hagtølunum hjá Kyndli. Niels Nattestad, vanliga kallaður Natte, var tann fyrsti sum tók orðið á móttøkuni. Hann segði eitt sindur um bókina og um søguna hjá Kyndli.