Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 56 - 20. mars 2007 ] Suni Merkisstein hev­ ur roynt at fingið alt við um søguna hjá Kynd­li. Sjálvt um bók­ in er fleiri enn 700 blað­síð­ur, so hevur hann slett ikki følt het­ ta strævið. – Eg havi hug­na mær við hesi bók­ini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Niels Nattestad, vanliga kall­að­ur Natte, var tann fyrs­ti, sum tók orðið, tá al­menn móttøka fyri nýggju kynd­­ils­­bók­ini hjá Suna Merk­i­s­stein, Bjartur lýsir Kynd­ils­log­in, var í Mið­la­ hús­in­um fríggjadagin. Nógv fólk var komið sam­ an at taka ímóti nýggju bók­ ina, og tá ið Natte hevði sagt nøkur orð, reisteist sjálv­ur rithøvundurin, Suni Merk­is­stein. Hann fortaldi eitt sindur um søguna hjá Kynd­li og um arbeiði við bók­ini. Eftir móttøkuna fekk So­si­alur­in orðið á høv­un­ dan. Lagt dent á fyrstu árini Suni Merkisstein hevur dekk­að mest sum alla 50 ára søguna sera væl, og hann sigur seg eisini hava hugs­að, at bókin møguliga fór at blíva ov long. - Tað vóru tíðir, har eg hugs­aði, at bókin var ov stór. Kyndil hevur tó eina stør­ri søgu enn hini feløgini, og teir hava eisini ómetaliga gott yvirlit yvir øll hagtølini, so har var nógv at skriva um. Ofta standa nýggju min­n­ ini nærri í huganum hjá fól­ ki, og tí valdi Suni at leggja stór­an dent á fyrstu 25 ár­ini. - Eg havi lagt serligan dent á fyrstu 25 árini hjá fel­ ag­num í bókini. Her vóru ik­ki serliga nógvir dystir leik­tir, og tí havi eg mest sum tikið dyst fyri dyst. Eg helt tað eisini vera týd­n­ing­ ar­mik­ið at dekka tað gamla, tí at hetta minnast fólk ikki so væl. Hetta vekir vónandi fram góð og gomul minnir hjá lesarum. Glaður fyri samstarvið Suni byrjaði uppá arbeiði við hesum stóra verki seint í 2005, so arbeiði hevur stað­ið uppá í nærum hálv­t­ an­nað ár. Hann sigur seg tó on­gan­tíð hava kett seg. Hin­ veg­in hevur hann hugnað sær við arbeiðnum. - Eg føldi hetta ongantíð at vera strævið. Eg havi hug­ na mær í tíðini, eg havi siti og arbeitt við bókini. Tað var heldur ikki ringt at fáa upp­lýs­ing­ar til vega, tí eg kom so at siga til búgvið borð. Alt tilfarið var klárt, so eg skuldi bara fara í gongd. Suni var sum so liðugur at skriva alt tilfarið í no­vem­ ber, og síðani tá hevur hann arbeitt við at fáa alt tað síð­ sta uppá pláss. Her hevur hann fingið góða hjálp frá ser­li­ga Niels Nattestad og An­nsy Høghamar. - Eingin ivi er um, at hjálpin frá Annsy og Natta hev­ur munað væl. M.a. vil­ du tey ikki útlevera gerð­ar­ bøk­ur­nar hjá Kyndli, men í stað­in kopieraðu tey allar síð­ur­nar til mín. Tað hevur ei­si­ni verið stuttligt at ar­beiða saman við teimum, og nú eri eg bara glaður um, at bókin endiliga er lið­ ug, segði Suni at enda. øld Hevur hugna sær í 1978. Eftir hetta byrjaði eitt 20 ára tíðarskeið í før­oy­ sk­um manshondbólti, har Kynd­il og VÍF sótu á øll­ um. Óheft av Losjuni Eftir at Kyndil hevði sett dags­skrán­na í føroyskum mans­hond­ból­ti síðani stovningarárið 1958, so byr­ jaði eitt annað felag at geva teim­um harða kapping frá síðst í 70 árunum og 20 ár fram. VÍF bygdi eitt gott lið upp hesi árini at kappast í­mó­ti liðnum hjá Kyndli, og het­ta gav eisini úrslit hjá vest­men­n­ing­um. Frá 1980 til 1987 vann VÍF seks meist­ara­hei­ti, meðan Kyn­ dil vann tvey, og nú var kapp­ing­in ímillum Kyndil og VÍF vorðin nógv harðari. Het­ta vóru risarnir í før­oysk­ um manshondbólti. Hesi árini vóru eisini fær­ ri og færri Losju-limir at fin­na á kyndilsliðnum, og tá ið Kyndil so vann meis­ta­ ra­heitið aftur í 1988, eftir at VÍF hevði vunnið tað síðsta trý árini, var hetta fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at eingin limur í Losjuni var á liðnum. Nú hevði Kyn­ d­il endaliga flutt seg frá at ve­ra partur av av­halds­fel­ag­ num Losjuni til at vera eitt hond­bóltsfelag burturav. Fantastiskur dystur Frá 1988 vann Kyndil meis­ ta­ra­heit­ið seks ár á rað, og he­si árini var tað aftur Kynd­ il, sum setti dagsskránna í før­oysk­um manshondbólti. Teir vóru rættiliga nógv tað bes­ta liðið, men í 1993 bli­ vu teir aftur steðgaðir av vest­men­n­ing­um. Kyndil vann aftur í bæði 1994 og 1996, men so steðg­ aði fullkomiliga upp hjá besta mansliðnum hjá Kynd­ li. Nú tók VÍF yvir fram til 1998, men í 1999 endaði ein long sigursrøð hjá Kynd­ li og VÍF. Síðstu 20 árini høv­du tey vunnið 10 meist­ ara­hei­ti hvør, men í 1999 eyd­na­ðist strandingum at en­da á ovastu rók. Kyndil var eisini steðgað rætt­i­li­ga upp við at vinna meist­ara­heiti, og menninir mát­tu bíða í átta ár, áðrenn tað aftur eydnaðist teimum at vinna. Hesi árini høvdu kvin­nur­nar í felagnum tó bygt eitt gott lið upp. Hetta gjør­di, at Kyndil fyri fyrstu í søguni megnaði at vinna tvey meistaraheiti á rað hjá kvin­nu­num. Hetta var í 1998 og 1999. Í 2004 bragdaði so end­i­li­ ga aftur hjá besta mans­lið­ num, tá teir vunnu meist­ar­a­ heit­ið í síðsta dystinum á ári­num. Hesin dysturin man helst vera ein tann mest spen­nan­di í føroyskum hond­­bólti nakrantíð. Kyndil tók ímóti VÍF í síðs­ ta dystinum, og undan dyst­inum var Kyndil eitt stig frammanfyri. Kyndil tókt­ist eisini hava beina kós í­mó­ti meistaraheitinum, men síðstu løtuna tveittu teir mest sum alt á gólvið ímó­ti vestmenningum. Tá trett­an sekund vóru eftir, sen­di Ingi Olsen eitt brots­ kast í netið, og nú var VÍF brád­li­ga á odda við einum má­li, og meistaraheitið var í Vestmanna. Kyndil gjørdi tó eina síðs­ tu roynd. Teir fóru í eitt skjótt álop, og tá tvey sek­ und vóru eftir fingu teir brots­kast. Jónleif Sólsker var settur at skóta, og hann var tryggur úr sjey metrum, og so vann Kyndil meis­ta­ra­ heit­ið fyri fyrstu ferð í átta ár. Mest vinnandi liðið Kyndil hevur vunnið eitt meis­ta­ra­heiti síðani fan­ta­st­i­ s­­ka kappingarárið í 2004. Het­ta var í fjør, tá teir vunnu fin­al­una ímóti VÍF. Í ár er Kynd­il aftur í finaluni í bes­ tu mansdeildini, har teir enn einaferð møta er­ka­fígg­ ind­un­um úr Vestmanna, og um tvær vikur vita vit, hvat av hesum liðunum vinnur meis­tara­heitið í 2007. Annars er at siga, at Kynd­ il er nógv tað mest vinnandi lið­ið í føroyskum mans­ hond­ból­ti. Teir hava vunnið heili 28 meistaraheiti. Teim­ um á baki kemur VÍF við 19. Hjá kvinnunum hevur hev­ur Kyndil vunnið næst­ flest meistaraheiti saman við Søljuni, nevniliga fimm. Her er langt upp til Neis­tan, sum hevur vunnið heili 36 meistaraheiti. Nógv fólk var komið saman í Miðlahúsinum fríggjadagin, og her sita nøkur spent viðhaldsfólk og hyggja í nýggju bókina hjá Suna Merkisstein. Her standa fýra av gomlu kempunum í Kyndli og fylgja spentir við í móttøkuni fríggjadagin. Teir eru Hannis Jacobsen, Anfinn Rubek Nielsen, Sverri Jacobsen og Heðin Mikkelsen. Høvundurin, Suni Merkisstein, signeraði fleiri bøkur, sum blivu seldar fríggjadagin. Her signerar hann bókina hjá einum av stovnarunum hjá Kyndli, Torbjørn Mikkelsen.