hósdagur 1. februar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 23. februar 2001
25
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Í 56 minuttir og 9
sekund vóru tjaldurs-
kvinnur oman á móti
teimum hjá Kyndli,
men í evstu løtu fekk
havnarliðið kortini
bjargað sær annað
stigið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ikki mundu tað vera fleiri
meiningar um, hvussu dyst-
urin á Hálsi millum Kyndil
og Tjaldur fór at spæla av.
Hóast árið í ár ikki hevur
roynst nakað serligt hjá
Kyndli, so vóru tær í øllum
førum risa favorittar at
vinna dystin á Tjaldri, sum
í sín lut enn eigur fyrsta
sigurin í bestu deildini til
góðar. Hetta hóast liðið nú
hevur hálvt annað ár á baki
í deildini. Hin vegin er ikki
meira enn hálvt annað ár
síðani, at Kyndil skuldi í
holt við at verja FM heitið.
Tær útlendsku stýrdu
Hetta tóktist tó ikki at vera
nakað, sum tjaldurskvinn-
urnar hugsaðu um, tá dyst-
urin byrjaði. Hóast saknur-
in á pappírinum var stórur í
Beintu Joensen, sum fekk
reytt kort seinast, so drivu
tær á við fullari ferð frá
fyrsta bríkslið.
Nú veit eg ikki um hetta
er fyrstu ferð, men í øllum
førum hevur Tjaldur sjáld-
an fingið eina slíka byrjan,
meðan tær hava verið í
fremstu deildini. Tað var
eisini greitt, at spælararnir
ressaðust av góðu byrjan-
ini, og brádliga hoyrdist
málageipan úti á vøllinum,
har tær royndu at eggja
hvørjari aðrari til at halda
fast í leiðsluni.
Grundstuðlarnir í spælin-
um vóru fyrst og fremst tær
báðar útlendsku, Milica og
Jelena. Ikki minst er nú
sjónligt, at Milica fær nógv
meira burtur úr nú, hon ikki
longur einsamøll skal bera
álopsspælið hjá Tjaldri.
Tá hetta er sagt, skal tó
eisini leggjast afturat, at
Kyndil snorksvav tað mesta
av fyrsta korterinum. Ikki
minst kendist tað tungt hjá
liðnum, at tær báðar, Lotte
Sørensen og Ann Hansen,
als ikki tóktust at vera
komnar í snúningar, og
millum annað gingu 22
minuttir, áðrenn Lotte fekk
fyrsta »reina« málið. Jórun
og Erla royndu at stríðast,
men heldur ikki hjá teimum
vildi spælið koyra, soleiðis
sum tær vildu.
Seinastu løtuna undan
steðginum fekk Kyndil tó
betri tak á, og møguliga
vórðu tær á útiliðnum tá
eisini nakað moyrar. Í øll-
um førum fingu tær hesa
løtuna minka munin niður í
eitt mál, og so mundu
áskoðararnir halda, at nú
var sensatiónin av á hesum
sinni.
Sama byrjanin
Tjaldurskvinnurnar høvdu
tó als ikki givið upp, bara tí
Kyndil nú aftur var í hølun-
um á teimum. Við eini byrj-
an, sum var meinlík teirri í
fyrra hálvleiki, løgdu tær
aftur sjógv millum liðini,
og greitt var nú, at Kyndil
veruliga skuldi stríðast fyri
at fáa nakað burtur úr dyst-
inum.
Tað hoyrir tó eisini við til
søguna, at eydnan so av-
gjørt ikki var við Kyndli
hesa løtuna, og so slettis
ikki við Lotte. Tvær reisur
á rað støkk hon upp og
langaði til, og báðu ferðir-
nar varð úrslitið hitt sama.
Bólturin small í stólpan, og
so kundu tær gulu fara í
málgevandi
kontraálop.
Møguliga
skuldi
hetta
eisini takast sum eitt tekin
um, at runavíksgenturnar
endiliga fóru at fáa teir væl
kendu marginalarnir við í
sín part, og í øllum førum
kann staðfestast, at kynd-
ilskvinnurnar vóru sera
raskar at raka træverkið
hendan dagin.
Seinastu 10 minuttirnar
av dystinum fór Kyndil út í
mansverju av teimum báð-
um útlendsku í eini seinastu
roynd at venda dystinum.
Tað var eisini skjótt greitt,
at tað nú av álvara kom
stígur í hjá Tjaldri. Í átta
minuttir fekk Kyndil fýra
mál móti ongum, og so stóð
brádliga á jøvnum. Mál-
verjin fekk nú eisini knapp-
liga fatur á nøkrum skotum,
og alt í alt kundi verið líkt
til, at tær grønu skuldu
megna at koppa øllum.
Tað eydnaðist tó Tjaldri
enn eina ferð at leggja seg á
odda, men 15 sekund fyri
leiklok fekk Kyndil brots-
kast, og Lotte var ísakøld,
tá hon langaði bóltin í
meskarnar.
Sigurin er ávegis
Javnleikur gjørdist sostatt
úrslitið, og hóast favorittar,
so munnu tær hjá Kyndli
vera best nøgdar um hetta.
Tær spældu so avgjørt ikki
ein av sínum bestu dystum,
og í veruleikanum er helst
eisini langt síðani, at so var.
Ein av orsøkunum til, at
tað ikki hevur gingist so
væl hjá Kyndli hetta kapp-
ingarárið, er ivaleyst at
finna í faldaranum, sum
varð latin áskoðarunum til
dystin. Har var mynd av
fýra ungum barnakonum,
sum nú allar eru vorðnar
mammur (tillukku við tí!),
og einki er at ivast í, at
saknur er í leikarum sum
teimum báðum málverjun-
um, Maritu og Elin, um-
framt vengrunum báðum,
Palmu og Rakul. Hetta er tó
neyvan øll frágreiðingin.
Seinastu tvey árini hava
væl og virðiliga sýnt, at
skal eitt lið gerast føroya-
meistari, er neyðugt at
styrkja um við hjálp av
útlendingum. Tá hini gera
tað, fært tú snøgt sagt ikki
fylgt við uttan.
Hetta er so nakað av tí,
sum Tjaldur hevur gjørt í
ár, og tað tykist nú eisini
greitt, at hetta fer at hjálpa
teimum í royndunum at
yvirliva í deildini. Hesa
ferð fingu tær eisini stig
burtur úr stríðnum, og ikki
minst tað gera komandi
dystirnar meira hugaligar at
fara í holt við. At stríðs-
viljin er til staðar, er einki
at ivast í, og nærum eins
lítið er at ivast í, at fyrsti
sigurin fer at koma innan
heilt stutta tíð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte K. Sørensen
7(4), Jórun Ludvig 6, Erla
H. Smith 5, Ann Hansen
3(1), Anita Kjærbo 1, Jen-
sia Petersen 1
Tjaldur:
Jelena Jevtevic
6(1), Milca Ergic 4, Mona
Langgaard
4,
Kristina
Ellingsgaard 4, Ann Mari
Østerø 2, Oddvá Fossdalsá
2, Turið Lamhauge 1
Brotskøst: Kyndil 6, Tjald-
ur 2
Útvísingar: Kyndil 1, Tjald-
ur 1
Dómarar úr StÍF: Pole Han-
sen og Justines Justinussen.
Leikferðin var lág, og upp-
gávan tískil hampuliga løtt,
og røktu teir eisini setn-
ingin, sum teimum varð
litin til.
Nr. 38 • fríggjadagur • 23. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil–Tjaldur 23–23 (11–12)
Tjaldur misti
sensatiónina
So at siga allan dystin hevði
Tjaldur gott tak á Kyndli,
men í evstu løtu glapp
sigurin teimum av hondum
Mynd: Álvur Haraldsen
Nicoleta breyt beinið
Síða 26
Innan hálvan minutt
fóru dómararnir fýra
ferðir í lumman eftir
reyða kortinum, men
í aðrar mátar var
talan ikki um tann
stóra dramatikkin, tá
Kyndil vann stórsigur
á Tjaldri
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast runavíkingar mundu
hava góðar vónir, tá teir
fóru undir uppgávuna móti
Kyndli, so var tað rættiliga
skjótt, at heimaliðið gjørdu
hesar væl meintu vónir til
einkis. Eftir fáum minutt-
um vóru eini seks mál á
muni, og eftir hetta gjørdist
talan ongan tíð um nakran
spennandi dyst.
Bjarni í hopla
Tað, sum serliga var munu-
rin millum liðini í fyrra
hálvleiki, var, at kyndils-
liðið var nógv betri skipað í
verjupartinum enn gestir-
nir. At tjaldursmenn ikki
tóktust leggja so nógv
hendan partin av spælinum
viðførdi eisini, at arbeiðs-
umstøðurnar hjá teimum
grønu vóru væl betri, og
serliga var tað Janus Einar,
sum kundi gera sær dælt av
hesum, meðan fríspæling-
arnar streymaðu inn til
hansara frá teimum trimum
bakspælarunum.
Har
umframt
hevði
Kyndil so eisini tann fyri-
munin, at Bjarni Wardum
var í tí heilt góða lagnum
hesa løtuna, og tá so er,
kann tað snøgt sagt verða
líka mikið, hvør tað er, sum
verjir
mótstøðumálið.
Bjarni fær hasi har 10-15
málini, og so er bara at
vóna, at liðfelagar hansara
ikki fáa so nógv burtur úr.
Kyndil stýrdi
Seinna
umfarið
høvdu
gestirnir fingið betri tak á
verjupartinum, og vóru teir
nú betri førir fyri at fylgja
við kyndilsmonnunum, so-
leiðis at munurin ikki øktist
óneyðuga nógv.
Partvíst komst hetta tó
eisini av, at Kyndil nú í
nógv størri mun spældu
kontrollerað. Teir høvdu
vunnið sær eina hampuliga
trygga leiðslu, og heldur
enn at satsa í royndunum at
økja um hesa, royndu teir at
stýra spælinum. Eitt sindur
harðliga kann kanska sig-
ast, at teir lótu Tjaldri ger-
ast betri, og í vanda kom
sigurin so ongantíð.
Seinasta korterið tóktist
tó, at orkan hjá Tjaldri var
uppi, og so kundu kyndils-
menn ferð eftir ferð gera
sær dælt av, at teir í nógv
størri mun vóru førir fyri at
seta leikferðina upp. Í løt-
um góvu teir tekin um, at
teir aftur eru um at finna
kvika
álopsspælið
frá
grundspælinum aftur, men
bakgrundin hesa ferð var
eisini heldur bílig, so enn
ber illa til at staðfesta, um
teir aftur eru um at røkka tí
støðnum.
Ein reyður minuttur
Tað, sum dysturin helst
serliga verður mintur fyri,
er tað, sum fyrifórst á
vøllinum, tá einir átta
minuttir vóru eftir at leika.
Fyrst var Regin Petersen
óneyðuga
harðligur,
tá
hann
jarðlegði
Mortan
Hansen, sum var púra leys-
ur í einum kontraálopið.
Allar helst átti talan at verið
um beinleiðis reytt, men tá
talan var um triðju útvísing
hansara, kom reyða kortið
allíkavæl fram. Sveinur í
Heiðunum var somikið
ónøgdur um, at talan ikki
var um beinleiðis reytt, at
hann megnaði at mótmæla
seg til sína triðju útvísing,
so hann eisini fekk osta-
skorpuna.
Brotskastið, sum spurdist
burtur úr hendingini gjørdi
Zoran ikki mætari enn at
sena beint í skortin á Jens
Skipagøta, og so varð hann
eisini tveittur út, og tá
Kyndil so aftur fór í álop,
fekk nýggi jugoslavin hjá
Tjaldri, Dejan Macict, sína
triðju útvísing. Ilt er annars
at meta, hvussu stórur
styrkur hesin nýggi leikarin
verður hjá Tjaldri. Kvik-
leikan og bóltførleikan tyk-
ist hann at hava, men hesa
ferð fekk hann so ikki
prógvað, um gjøgnum-
brotsstyrki hansara er nóg
stór. Talan er tó bert um
fyrsta dyst hansara fyri
felagið, so hóast reyða
kortið, kann væl verða, at
hann framyvir verður ein
stórur stykur.
Fýra reyð kort innan
hálvan minutt av effektivari
spælitíð kundu viðvirkað,
at talan gjørdist um ógvus-
ligt spæl seinastu løtuna,
men soleiðis gjørdist tí-
betur ikki. Kyndilsmenn
tímdu ikki at overva seg, og
tjaldursmenn ásannaðu, at
teir longu høvdu tapt slag-
ið, so seinasta løtan varð
hóast alt bert ein av-
greiðsluspurningur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil:
Bjarni Wardum
12(6),
Hans
Áki
Dal
Christiansen
7,
Heini
Bendtsen 6, Uni Wardum
5(1), Janus Einar Sørensen
5, Jónleif Sólsker 2
Tjaldur: Sverri Justinussen
8(1), Zoran Sarcevic 5(4),
Mortan Hansen 4, Dánial
Kjærbo 3, Dejan Macict 3,
Svein
í
Heiðunum
1,
Tummas Magnussen 1
Brotskøst: Kyndil 8, Tjald-
ur 8
Útvísingar: Kyndil 5, Tjald-
ur 7
Diskvalifikatiónir: Kyndil
1 (3X2 minuttir), Tjaldur 3
(1 beinleiðis reytt og 2
ferðir 3X2 minuttir)
Dómarar úr StÍF: Pole Han-
sen og Sverri Justinussen.
Fýra reyð kort og 16 brots-
køst ljóðar ógvusligt, men
sum so var tað mesta av
hesum í lagi. Høvdu alla
tíðina gott tak í dystinum,
uttan at stórvegis orsøk var
til atfinningar.
VÍF tykist í løtuni
at vera í einum
lítlum aldudali,
men teir megnaðu
kortini at hála
sigurin heim móti
Neistanum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
At VÍF skuldi fáa ein
truplan dyst móti Neis-
jørt ikki væntandi, men
veruleikin er nú tann, at
vestmenningar í dag
munnu vera sera fegnir
um, at tað eydnaðist
teimum at toga sigurin
heim.
Megin partin av dyst-
inum var tað nevnliga
Neistin,
sum
hevði
leiðsluna, og hóast VÍF
vann seg fram um í
seinna
hálvleiki,
so
megnaðu gestirnir enn
eina ferð at svar aftur,
soleiðis at teir vóru
framman fyri, tá bert
fáir minuttir restaðu at
leika.
Seinastu sjey minuttir-
nar av dystinum fingu
gestirnir tó einki mál, og
tá vestmenningar sam-
stundis fingu fýra, so
fingu teir hóast alt tey
bæði stigini, sum eru so
týdningarmikil í odda-
stríðnum.
Trupult móti
meistarunum
Eftir dystin fingu vit
orðið á Áka Olsen, sum í
fjør var við til at vinna
FM-heitið til Neistan, og
hann ásannaði, at teir so
avgjørt ikki høvdu havt
nakran lættan dyst.
– Tað er sjálvandi altíð
torført at spæla móti før-
oyameisatarunum, sigur
Áki
smílandi,
emn
ásannar samstundis, at
spælið hjá oddaliðnum
ikki var nóg gott hendan
dagin.
– Tað gekk illa hjá
okkum, og vit ongantí
okkara spæl at koyra.
Sjálvandi komst hetta
eisini av, at Neistin
spældi ein góðan dyst,
og eisini stóð Lars væl í
málinum,
har
hann
bjargaði fleiri royndum,
tá vit høvdu spælt okk-
um ígjøgnum.
–
Hevði
Martin
(Hummeland) ikki verið
so skarpur, so eri eg als
ikki vísur í, at vit høvdu
vunnið dystin, men tí-
betur megnaðu vit at fáa
stigini til høldar.
Langur vegur eftir
Tepri sigurin á Neistan-
um prógvaði kanska eis-
ini, at tað als ikki er so
víst enn, at VÍF kann
kalla seg føroyameist-
ara, tá árið er av, og Áki
er so heldur ikki ósamd-
ur í hesum.
– Nei, har er langur
vegur eftir enn. Vit hava
nú dystir móti bæði
strandingum og Kyndli,
og tað er heilt víst, at
spælið skal broytast, um
vit skulu vinna teir
dystirnar,
sigur
Áki
Olsen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Martin Humme-
land 7, Sámal Joensen 6,
Áki Olsen 5, Johnny
Joensen 4, Ingi Olsen
2(1), Rógvi Nielsen 1,
Agnar Joensen 1, Petur
Fr. Joensen 1
Neistin: Áki Mørk 6(2),
Ræni Slættanes 5, Ári
Rouch 4, Rune Møller 4,
Ragnar Zachariasen 3,
Karl O. Rasmussen 2
Brotskøst: VÍF 2, Neist-
in 3
Útvísingar:
VÍF
3,
Neistin 7
Dómarar
úr
Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
Kyndil–Tjaldur 37–25 (16–11)
Reydligt á Hálsi
Rættiligt lív kom í áskoðarafjøldina, tá dómararnir innan hálvan minutt høvdu reyða kortið á lofti fýra ferðir
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Neistin 27-24 (12-14)
Neistin misti
stigini
Áki Olsen var fegin um,
at tað eydnaðist VÍF at
toga sigurin heim, hóast
spælið ikki koyrdi nakað
serligt hjá oddaliðnum
Savnsmynd