hósdagur 1. februar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 38 - 23. februar 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 38 - 23. februar 2001
27
gult cyan magenta svart
Rúsevnismisnýtsla
millum ungdómin
Týskvøldið 27.febr.kl.19.30–21.00
verður almennur fundur í fimleikahøllini í Fugla-
fjarðar skúla.
Pól Jákup Thomsen frá Rúsdrekka- og narkotika-
ráðnum og løgreglan kunna um nýtslu og mis-
nýtslu av rúsevnum millum ungdómin.
Tiltakið er serliga ætlað foreldrum, men annars
eru øll vælkomin!
Fuglafjarðar skúli
Leiðari til
maskindeildina
Starvið sum leiðari av maskindeildina hjá
stovninum verður lýst leyst av nýggjum.
Maskindeildin hevur um hendi maskinamboð,
skerv- og asfaltútbúnað,akfør o.a.hjá stovninum,
umframt viðlíkahald av asfaltgoymsluna í Hósvík.
Amboðini eru í nýtslu kring landið - mest í
sambandi við gerð og hald av landsvegum.
Maskinmiðstøð er í Kollafirði og annars smiðja á
Lambareiði,í Øravík og Hvannasundi.Eini 25 fólk
tilsamans eru knýtt til hetta virksemið. Smiðju-
meistarar hava dagliga raksturin um hendi.
Arbeiðsuppgávur
Viðkomandi hevur samskipanina av smiðjunum
um hendi og hevur ábyrgdina av hesum virksemi.
Í høvuðsheitum er uppgávan hjá deildini rakstur
av smiðjunum, viðlíkahald av maskinamboðum
og útbúnaði,
eykalutagoymsla,
innkeyp av
amboðum,eykalutum o.øðr.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir maskinverkfrøðingi ella
maskinmeistara og helst við royndum innan
nevnda virkisøkið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars vera sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálastýrið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum ummæl-
um verða at senda Landsverkfrøðinginum, Post-
boks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstov-
uni í hendi í seinasta lagi 12. mars 2001. Merkið
brævbjálvan »Leiðari til maskindeildina«.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Óla
M.Petersen,deildarverkfr.,á tlf.3113 33
(e-postur: oli@lv.fo ella lv@lv.fo ) .
Árliga
»Giljanestiltakið«
sunnudagin 25.februar.
Tað árliga Lions tiltakið verður sum vant aftur í ár.
Mattombola,loppumarknaður,fiskibrunnur,tombola,
21-spæl,skjóting,tunnusláing,bóltspark o.a.
Eydnuhjól við nógvum góðum vinningum, eisini
heimagjørdir lutir.
Eivør Pállsdóttir syngur og »Upp og Tá« sýnir fram
dansir.
Møguleiki er at keypa fr.hogdogs og pizza.
Lutaseðlarnir verða drignir kl.23.00.
Tiltakið byrjar kl.16.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Lions Club Vágar
• Cafédrykkir og súpan í termokrússum
• Bakað epli o.a. heitir rættir
• Sandwich o.m.a.
Broyttur matarseðil
Nú selja vit ALT út
úr húsinum t.d.
Nógv nýtt leskiligt er
komið á matarseðilin,
t.d. av víni og cafédrykk-
um. Nógv nýggj sløg av
sandwich.
Royn eisini okkara
nýggju heimagjørdu
lasagnu!
Tlf. 31 26 25
NÝTT
Nýtt • Nýtt • Nýtt • Nýtt • Nýtt • Nýtt • Nýtt
Frá
livandi tónleikur
Parkinsonfelagið
Aðalfundur felagsins verður í MBF-húsinum 24.
februar 2001.Skrá samb.lógum felagsins.
Nevndin
Journalførari til
Oljumálastýrið
Í sambandi við barnsburðarfarloyvi verður hervið
søkt eftir avloysara fyri journalførara í Oljumála-
stýrium.Starvið verður at seta 15.mars 2001 og er
tíðaravmarkað til 1.apríl 2002.
Arbeiðið fevnir um journalisering í Doculive jour-
nalskipanini umframt at taka lut í dagliga arbeið-
inum í Oljumálastýrinum eitt nú at avloysa í bók-
haldinum og í móttøkuni.
Fyrimun hava tey, ið hava royndir og áhuga fyri
journalisering og bókhaldi, umframt at duga væl
føroyskt og enskt í skrift og talu.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum og Starvs-
mannafelagið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tinu
Johannesen, Oljumálstýrið, telefon 357070, tele-
fax 357075 og teldupost tinaj@oms.fo
Umsóknir, saman við avriti av prógvi og frágreið-
ing um arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Oljumála-
stýrinum, Postboks 3059, 110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi mánadagin 26.februar 2001.
Oljumálastýrið
Limagjaldið
fyri 2001
Limagjaldið fyri A- og B-limir er kr. 180,- fyri
mánaðin í 2001.
Havnar Sjúkrakassi
Starvsmannafelagið
40 ár
Móttøka
verður í felagshølunum
fríggjadagin 23. februar
frá kl. 14.00 til 17.00.
Starvsmannafelagið
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Føroyameistaraska
purin fyri einstak-
lingar verður telvað
um páskirnar í
Vestmanna. Vest-
manna Talvfelag
verður 50 ár í ár, og
skipa tískil fyri
stórsligari FM
kapping
TALV
Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Vestmanna
Talvfelag
varð stovnað 1. apríl
1951. Fyrsti formaður
felagsins var Magnus
Petersen, vanliga nevnd-
ur doktarin. Stórur áhugi
var fyri talvi í bygdini,
og á stovnandi aðalfundi
vóru frægir menn til
staðar, eitt nú Hans Pet-
ersen, Olaf Durhuus og
Samson Højgaard.
Felagið hevði ikki
egin hølir, men telvað
varð av fyrstan tíð í
gamla skúlanum. Skjótt
mentist teir sum telvarar,
og longu í 1954 vunnu
teir tiltikna Wood-borð-
ið í harða kapping við
havnarliðið, og síðani
eru fjúrtan meistaraheiti
follin til vestmenningar,
ellivu í Wood-kapping-
ini, og trý í FM liðkapp-
ingini. Tað seinasta varð
í 1992.
Í 50´unum og 60´un-
um mundi VT helst vera
sterkasta felag í landin-
um.
Vestmenningar eiga
tríggir føroyameistarar;
Hans Petersen í 1972,
John Jacobsen í 1978 og
John Rødgaard í 1998.
Mest tiltiknu talvfamilj-
urnar í Vestmanna mugu
vera Durhuus- og Høj-
gaard familjurnar
Eitt virkið felag
Verulig gongd er komin
í felagslívið aftur í VT,
har nógvir møta til
talvkvøldini, ung sum
gomul, og eisini eru teir
vælmannaðir í liðkapp-
ingini við trimum liðum.
Málsetningur teirra í
ár er at endurvinna FM-
heitið frá 1992, og at
hjálpa teimum í ár hava
teir
fingið
Torbjørn
Thomsen við á liðið og
eru teir sostatt sera væl-
mannaðir við John Rød-
gaard, sum í nógv ár
hevur telvað við liðnum
og Torbjørn á fremru
borðunum. Tað verður tó
tungt hjá teimum at náa
hesum máli, men enn
hava teir møguleikan.
Felagið heldur til í dag
í hølunum hjá Vest-
manna Arbeiðarafelag,
og hevur hetta roynst
væl.
Formaður felagsins er
Jón Mikkelsen, kassa-
meistari er John Jacob-
sen, meðan Kári Dur-
huus,
Jákup
Á.
R.
Andreasen og Hanus S.
Jóanesarson eru nevnd-
arlimir.
Krútsterkur
landsliðsbólkur
Hesi seinastu árini er
landsliðsbólkurin verið
mannaður av nærum
øllum topp tíggju telvar-
num, og í ár verður helst
einki undantak. Teir sum
longu hava játtað eru
John Rødgaard, Ólavur
Simonsen, Heini Olsen,
Eyðun Nolsøe, Rani
Nolsøe og ungi Martin
Poulsen, sum í fjør
tryggjaði sær luttøku í
landsliðsbólkinum við at
vinna fyrsta bólk, men
sum eisini hevur rating-
ina til tess.
Føroyameistarin frá í
fjør, Flóvin Tór Næs
hevur givið avboð. Síð-
ani er ivamál um John
Arna Nilssen og Tor-
bjørn Thomsen, men
vestmenningar arbeiða
hart fyri at fáa hesar
sterku menn við í hópin.
Teir sum ikki fara at
røkka einum plássi í
ovasta bólki, telva í opn-
um almennum bólki,
eins og í fjør. Unglinga-
bólkur verður sjálvsagt,
og
serligur
veteran-
bólkur verður afturvend-
andi, har hesar gomlu
kjempur fara at telva
seks stutt talv yvir
tríggjar dagar.
Alt í alt sera áhuga-
vert, og spurningurin er
um
vestmenningar
megna at samla sterk-
asta landsliðsbólk nakr-
antíð. Sum skilst vera
sera góðar virðislønir
lætnar í ár.
Tilmelding
Telvað verður í døgun-
um 7 — 14. apríl í Vest-
manna skúla. Tó telva
veteranarnar bert 12 —
14. apríl.
Seinasta freist at boða
frá luttøku er 4. apríl.
Tilmelding fer fram at
flyta luttøkugjaldið á
konto 4926112 í Føroya
Sparikassa ella konto
4317698
í
Føroya
Banka. Luttøkugjaldið
er 350 kr. í landsliðs- og
almenna bólkinum, og
200 kr. fyri unglingar og
veteranar.
Eisini fer at bera til at
tekna seg á
www.faroechess.com
FM verður í
Vestmanna
VÍF–Neistin 25–21 (13–12)
Tungt hjá VÍF
Tá dysturin var lokin,
var tað als ikki sigur-
in, sum vestmanna-
genturnar hugsaðu
um. Tankarnir vóru
heldur hjá Nicoletu
Radu, sum noyddist
av vøllinum við
brotnum beini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast VÍF uttan iva vóru
favorittar at vinna dystin
móti neistakvinnum miku-
kvøldið, so gjørdist hetta
alt annað enn lætt hjá odda-
liðnum. So at siga allan
dysitn hevði Neistin gott
tak á oddaliðnum, men
serliga var tað ein einstøk
hending, sum gjørdi sítt til,
at oddaliðið ikki fekk glið á
sítt spæl.
Nicoletta Radu, sum í ár
hevur verið VÍF ein hollur
stuðul, breyt beinið í einum
hendiligum
óhappi,
og
hetta setti so avgjørt sín
dám á dystin fyri heima-
liðið.
Hendiligt óhapp
Hjørleif Kúrberg, ið er
annar av venjarunum hjá
VÍF, sigur við Sosialin, at
eftir tað sum hendi, eru tær
fegnar um, at tyær yvir-
høvur vunnu dystin.
– Hendingin setti so
avgjørt sín dám á spælið.
Fleiri av spælarunum tókt-
ust skelkaðar um tilburðin,
og tað sá eisini rættiliga
ógvusligt út, tá Nicoleta
fekk skaðan.
– Eg havi tosað við hana
um, hvat tað var sum hendi,
tá skaðin kom. Hon segði
seg royna at bróta ígjøg-
num neistaverjuna, og tær
fóru einar tvær ella tríggjar
upp. Onkursvegna lendi ein
av neistakvinnunum á bein-
inum hjá Nicoletu, tá hon
royndi at fara, og úrslitið
var, at sjálvur øklaknúturin
er brotin.
Hjørleif leggur annars
afturat, at talan so avgjørt
ikki var um nakra tilætlaða
ger móti sterka rumenan-
um, men at talan var um eitt
hendiligt
óhapp.
Eitt
óhapp, sum kann vísa seg
at gerast ein stórur missur
hjá VÍF.
– Hetta er sjálvandi ein
stórur missur hjá okkum.
Nicoleta er ein rættiligur
all-round spælari, og ikki
minst í verjuni er hon ein
týdningarmikil partur av
lionum, sigur Hjørleif.
Verður tungt
Annars heldur venjarin, at
talan ongantíð var um nakr-
an lættan dyst hjá VÍF
mikukvøldið.
– Eg haldi at Neistin
spældi bæði væl og skila-
gott, og tær høvdu eitt
rættiliga gott tak á okkum.
Manuela fekk heldur ikki
gjørt tað stóra í málinum,
og eftir óhappið hjá Nico-
letu haldi eg ikki, at hon
nart við nakað sum helst.
Hallfríð Isaksen kom so í
málið ístaðin, og eg hon átti
so avgjørt sín stóra lut í, at
vit
komu
heilskapaðar
ígjøgnum dystin. Eisini
sjálvt um úrslitið at enda
als ikki var tað, sum var
fremst í hugaheimi okkara.
– Sjálvandi átti Ioana
Rápa eisini sín part. Hon
skjýtur jú 11 av málunum
hjá okkum, sigur Hjørleif
um sjálvan dystin.
At Hjørleif hevur rætt í,
at missurin av Nicoletu
verður svárur, er einki at
ivast í. Eftir eina heldur
tama byrjan, hevur nýggi
rumenin fingið ein alt
meira týðandi leiklut á
liðnum. Ikki minst hevur
hetta verið sjónligt í dyst-
unum móti hinum oddalið-
unum, eins og hon í
steypafinaluni var ein av
absoluttu profilunum á VÍF
liðnum.
Ilt er at siga, hvar VÍF
skal fáa fólk inn fyri hana,
tí er nakar veikleiki á VÍF
liðnum, so er tað helst
manglandi breiddin í hóp-
inum. Nakrar eru tó á næst
besta liðnum, sum áður
hava spælt nógv við í
fremstu deildini, og iva-
leyst verður tað so, at onkur
av hesum nú verður tikin
við í hópin.
So er bara at vóna hjá
vestmenningum, at hetta
verður nóg mikið til at
tryggja teimum FM-gullið.
Tær hava í løtuni nakað at
geva av, áðrenn næstu liðini
fáa fatur á teimum, men
hinvegin er skjótt, at fjáltur
kann koma á.
Áður hava kvinnurnar tó
sýnt, at tær eru gjørdar úr
heilt serligum tilfari, og
komandi vikurnar hava tær
meira enn nakran tíð fyri
neyðini at prógva, at so er.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 11(2),
Sóley
Mikkelsen
4(1),
Fríða Marjunardóttir 2, Alis
Høghamar
2,
Nicoleta
Radu 2, Manuela Stan 1,
Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1,
Randi Kúrberg 1, Jacklin
Durhuus 1
Neistin: Katrin á Neystabø
5, Súna Mørk 5, Annika
Thomsen 4(1), Mildrid
Jacobsen 3, Birita Wardum
2, Bjørg Patursson 1(1),
Susan Brockie 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 2
Útvísingar: VÍF 4, Neistin
5
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg og Hans Thomas-
sen
Nicoleta Radu breyt beinið í
dystinum móti Neistanum,
og einki er at ivast í, at hetta
er ein svárur missur hjá VÍF
Savnsmynd