mikudagur 21. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 57 - 21. mars 2007
tíðindi
Nýggi formaðurin í
landsstýrismála
nevndini ætlar ikki at
gera, sum Tórbjørn
Jacobsen vil hava
hann at gera
Skúladepil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Málið um skúladepilin í
Hovi er avgreitt og nú ræður
um at fara ígongd.
Kjartan Joensen, løgtings
maður, er formaður í Lands
stýrismálanevndini,
sum
hevur eftirlitið við lands
stýrinum.
Í farnu viku samtykti
Løgtingið at játta 14 milli
ónir afturat til at byggja
skúladepilin fyri, so at
kostnaðurin verður 74 milli
ónir í staðin fyri tær 60
milliónirnar, sum byggingin
upprunaliga varð mett at
kosta.
Andstøðan í Løgtinginum
við Tjóðveldisflokkinum á
odda, var so misnøgd við
framferðina í málinum, at
Tórbjørn Jacobsen, ting
maður
fyri
Tjóðveldis
flokkin, skeyt upp, at lands
stýrismálanevndin tók mál
ið upp til kanningar.
Nú er at fara ígongd
Men tað ætlar nevndin ikki
at gera.
Kjartan Joensen, sum
kort síðani hevur tikið við
sum formaður í nevndini,
eftir at Kári P. Højgaard
segði seg frá, ger greitt, at
hann ger ikki meiri við
málið.
- Hjá mær er hetta málið
liðugt og nú ræður bara um
at fáa skúlan bygdan sum
skjótast, sigur hann.
Nývaldi
formaðurin
í
landsstýrismálanevndini
sigur, at tað tænir ongum
endamálið at seinka hesum
málinum enn meiri.
- Skal málið bjóðast út av
nýggjum, gongur aftur tað
mesta av einum ári, til
byggingin kann fara ígongd.
Og tað munnu vera fá, sum
høvdu verið fegin, verður
málið seinkað enn meiri,
sigur hann.
Men nú sigur Tjóðveldis
flokkurin, at eitt er, at áhug
in at byggja skúlan fyri 60
milliónir er lítil. Men høvdu
føroyskar fyritøkur vitað, at
karmurin er 74 milliónir er
tað ein heilt onnur søga, tí
so høvdu fleiri fyritøkur
verið áhugaðar at fingið
arbeiðið og tí eigur skúlin
at bjóðast út?
- Ja, tað halda summi.
Onnur halda, at tað einasta,
vit høvdu fingið burturúr
hesum, er, at skúlin verður
seinkaður enn meiri og at
hann kanska enntá hevði
verið enn dýrari.
Kjartan Joensen vísir á,
at hetta seinasta árið er bara
byggitilfarið dýrkað eini
20%.
- So tað er ikki ónatúrligt,
at skúlin er dýrkaður 14
milliónir afturímóti meting
ini, upp á 60 milliónir, sum
varð gjørd á sinni.
- Tí dugi eg illa at ímynda
mær, at skúlin hevði verið
bíligari, skuldu vit bíða tað
mesta av einum ári afturat.
Eiga at fegnast
Hann leggur afturat, at tað
er ein politisk avgerð at
flyta skúlan.
- Avgerðin er fallin og nú
ræður um at fáa skúlan
bygdan, so at suðuroyingar
fáa ein nýggjan skúla.
Nú eru tað eisini hand
verksmeistarar, sum halda
upp á, at skúlin skuldi verið
útsettur, til tað var klárt at
fáa útlendska arbeiðsmegi
til Føroya?
- Hvør veit, nær vit fáa
útlendingar til Føroya, sum
ikki
skulu
hava
somu
sømdir og somu lønir sum
føroyskir handverkarar og
føroysk arbeiðsfólk?, spyr
Kjartan Joensen.
Hann vísir eisini á, at tað
eru fleiri føroyskar fyritøk
ur, og eisini fyritøkur í Suð
uroy, sum skulu vera við í
byggingini sum undirveit
arar.
- Og eg veit ikki, hví vit
ikki skulu fegnast um tað,
heldur enn at taka arbeiðið
frá teimum og geva útlend
ingum tað, sigur formaðurin
í Landsstýrismálanevndini.
- Eg haldi, at Suðuroying
ar skulu fegnast um, at nú
er klárt at fara undir at gera
skúlan, leggur hann afturat.
Hetta skal vera tað
reina luksus fyri
sámuligan prís, siga
ungfólk á Handils
skúlanum í Havn,
sum ætla at forkela
føroyskar gómar
Vørumenning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava smakkað okkum
fram í langa tíð og nú halda
vit, at vit hava sligið seymin
á høvdið.
Jákup Berg er næmingur
á handilsskúlanum í Havn
og har hava tey arbeitt við
eini verkætlan, sum tey eru
rættiliga spent upp á.
Og í morgin sleppa vit so
at royna úrslitið av arbeiðn
um, sum Jákup og fleiri
onnur ungfólk á Handils
skúlanum í Havn hava
stríðst við í langa tíð.
Føroya Handilsskúli hev
ur eina verkætlan, sum tey
nevna Ungt Virki, har næm
ingarnir skulu gera eitt virki
og gera onkra vøru.
Eitt úrslit av hesum er
unga virkið, Bravo, og tey
hava ment ein nýtt slag av
ísi, sum nu verður at fáa til
keyps í føroyskum handl
um.
Tey eru fýra dreingir í
Bravo og teir eru Jákup
Berg, Bjartur Vestergaard
Hjaltalin, Hjørtur Kárason
Justinussen og Hallur Djur
huus.
Hóast úrvalið av ísi í
frystidiskunum kring land
ið er bæði stórt og fjølbroytt,
halda hesir fýra vinnuspír
arnir, at okkurt manglar og
tað er ein rættur luksusísur.
- Tí hava vit ment ein
ordiligan luksusís úr allar
bestu rávørum. Vit hava
brúkt róma frá MBM ístað
in fyri pulvur, sum allar
flestu ísar eru gjørdir úr og
vit hava bara brúkt fyrsta
floks sukurlátu og har eru
ongi kemis litevni ella
smakkievni í.
Úrslitið er ein kaffiísur,
sum vit halda er í serflokki,
sigur Jákup Berg úr Bravo.
Ísurin eitur Dolce, sum
merkir søtt og annað leski
ligt á italskum. Samstundis
eru italskur ísur tiltikin til
dygd.
Luksus fyri
sámuligan prís
Men hóast talan er um ein
luksusís, er prísurin sámu
ligur. Hann verður seldur í
eskjum upp á 700 ml og ein
slík eskja kostar 34,95 krón
ur.
- Fyribils hava vit gjørt
sløk 500 kilo av ísi og fram
leiðslan er í bakarínum hjá
Grón.
Men tað hevur verið ein
langur vegur, til tey eru
komin so langt.
- Vit hava selt breyð og
jólatrø fyri at fáa fígging til
verkætlanina. Einasti stuð
ul, vit hava fingið, er 2000
krónur, sum vit hava fingið
frá Eik.
- Ístaðin fyri at biðja um
fíggjarligan stuðul til verk
ætlanina, vildu vit heldur
sjálvi vinna pening fyri at
útvega neyðugu fíggingina.
- Samstundis hava vit
smakkað og roynt okkum
fram til vit funnu heilt rætta
smakkin.
Fyrstu ferð, ísurin verður
til sølu, verður á sølustevnu
í SMS í morgin, fríggja
dagin og leygardagin, har
bólkarnir, sum eru við í
Ungu Virki, vísa tað fram,
tey hava at bjóða.
- Annars hava vit bara
fingið tær allarbestu aftur
meldingar frá teimum, sum
hava roynt ísin og tí ætla vit
at fáa hann seldan í handl
um kring landið, sigur
Jákup Berg.
Á søluframsýningini í
SMS verður eisini annað
áhugavert, eitt nú myndir
úr, eitt serligt slag av juice,
rabarbusúpan, grýtuundir
løg og annað.
Men tað eru eisini bólkar
av Kambsdali, úr Klaksvík
og ein bólkur úr Finlandi,
sum eisini hava sínar vørur,
sigur ungi vinnuspírin úr
Bravo.
Nú ræður um at fara ígongd
- Vit eiga at fegnast um, at
tað nú loksins er klárt at
fara undir skúlabyggingina
í Hovi. Vit eiga eisini at
fegnast um, at fleiri fyritøkur
í Suðuroy skulu vera við í
byggingina so eg veit ikki, hví
summi vilja taka arbeiðið
frá teimum og heldur lata
útlendingar fáa tað, sigur
Kjartan Joensen, formaður í
landssstýrismálanevndini
Ungir vinnuspírar vilja
forkela føroyskar gómar
Tveir ungir vinnuspírar, Bjartur Vestergaard Hjaltalin, vm og Jákup Berg, sum ganga á
handilsskúla í Havn, eru spentir upp á luksus ísin, sum kemur á marknaðin í morgin
Konsertferð
Tórshavnar Klavertrio er í hesum døgum á konsertferð við
tónleiki, sum hevur tilknýti til Ungverjaland. Fyrsta kon
sertin var á Toftum seinasta fríggjakvøld, og mikukvøldið
21. mars kl. 19.30 spælir trioin í Sandavágs kirkju. Sein
asta konsertin verður í Læraraskúlahøllini hóskvøldið kl.
19.30. Í trioini eru Jóhannes Andreasen, klaver, Sámal
Petersen á fiól og Tóri Restorff Jacobsen á sello. Skráin
umfatar Haydn, Kodaly og Brahms.
Fleiri flogferðir
Atlantsflog fer at gera nakrar eyka flogferðir millum
Føroyar og Billund um páskirnar. Felagið sigur, at nógvir
danir velja at halda páskafrí í Føroyum, samstundis sum
nógvir føroyingar í Danmark vilja sleppa heim at halda
páskir. Tí verða tríggjar eyka ferðir millum Billund og
Vágar. Atlantsflog ætlar at økja flúgvingina upp á Billund
og roknar við at flyta 30.000 ferðafólk á leiðini millum
Vágar og Billund í ár, sigur sølustjórin Steffen Riskær.