mikudagur 21. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 21. mars 2007
5
tíðindi
Lærlingur til
Gamla Bókahandil
Søkt verður eftir lærlingi til bókahandil okkara
at byrja skjótast til ber.
Vit bjóða tær eitt áhugavert starv í einum hugnaligum umhvørvi við
nógvum spennandi møguleikum.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at
umgangast fólk og ikki er bangin fyri at taka eina eyka hond í, tá á
stendur.
Lærutíðin við HH er 2 ár og við FHS 3 ár. Í hesum tíðarskeiðnum skal
næmingurin á skúla í Danmark.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær eina spennandi lærutíð við
nógvum avbjóðingum har tú verður við til at menna okkara nýumvælda
handil.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til:
H. N. Jacobsens Bókahandil
Postsmoga 55 · FO-110 Tórshavn
Tel 31 10 36 · hnj@hnj.fo
Talan er um eini sera vælhildin sethús, sum eru í góðum standi, og standa frítt og væl
fyri við blindveg í vesturbýnum. Vøkur natúr-græsplena er um húsið, og brotflísar eru
lagdir á túnið. Útsýnið er sera gott, sólargangurin góður, og umhvørvið er friðarligt og
barnavinarligt. Bilhús og hjallur hoyra til ognina.
Adressa:...................................Heygsvegur 48, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: .......................126 m² x 2 + hjall og bilhús
Stødd á grundøki:...................806 m²
Byggiár:....................................1983
Kostnaður: ...............................Hóskandi boð ynskist
Áhugað verða biðin um at ringja 319321 ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling.
Her kunnu vit greiða nærri frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram.
Heygsvegur 48, 100 Tórshavn
www.husamekling.fo
Keyp og søla av fastari ogn
tel 31 93 21
Samfelagsstevnan á
Skálafjørðinum, sum
verður á páskum, fer
burturav fer at snúgva
seg um missión
- Vit ynskja at tann
einstaki limurin í
samkomuni skal ger
ast meiri tilvitaður
um missiónsvirksemi,
sigur ein av stigtakar
unum, Jens Olsen
MØTIR
Snorri Brend
Runavík: Nú er nakað
síðani, at umboð fyri tær
fýra brøðrasamkomurnar á
Skálafjørðinum – Nerija á
Skála, Elim í Søldarfirði,
Berøa í Saltangará og Nebo
á Toftum – gjørdu av, at
páskastevnan hesa ferð
burturav skal snúgva seg
um missión.
Málið er at kunna um, og
harvið økja um tilvitanina
í samkomum og millum
einstaklingar um missión.
- Tað snýr seg sjálvandi
um hjørtuni, og spurningurin
fer at verða reistur, hvussu
samkomur kunnu vera við
til at styrkja um, og økja
tann partin av samkomu
virkseminum, sum eigur at
snúgva seg um trúboðan,
sigur Jens Olsen.
Sum skilst verða onkrir
av føroysku trúboðarunum,
sum arbeiða uttanlands við
á stevnuni.
Høvuðstalari verður Paul
McIlwain úr Australia. Hann
er ein av høvuðsábyrgdar
monnunum hjá New Tribes
Mission í Australia.
Hann er somuleiðis limur
í alheims aðalnevndini í
felagsskapinum, har Óli
á Grømma úr Klaksvík er
formaður.
Tjald við missión
Hetta er kortini ikki fyrsta
stevnan av slíkum slagi í
Runavík.
Í 2001 var stór missións
framsýning í ítróttarhøllini
í Runavík. Millum tjúgu og
tredivu stovnar, felagsskapir
og átøk, sum vóru sprottin
av samkomuvirkseminum
kring landið, sýndu fram.
- Fólk hildu hetta virka
sum ein stórur íbirtari og
kveikjari – bæði fyri tey, sum
høvdu ábyrgd av tiltøkunum,
og ikki minst hjá teimum
sum vitjaðu, sigur Jens.
Hesa ferð verður eisini
skipað fyri framsýning.
Fyri seks árum síðani varð
tað hildið vera harmuligt,
at framsýningin var ov stutt
opin. Tað komst av, at fram
sýningin og tiltøkini vóru í
sama høli.
Hesa ferð hava fyrireikar
arnir leigað eitt stórt telt, sum
verður sett upp við síðuna
av ítróttarhøllini. Í teltinum
verða fleiri at tiltøkunum,
og tað fer at bera við sær,
at tað verður møguleiki at
geva sær góðar stundir at
vitja framsýningina uttan at
tað fer at órógva tiltøkini.
Serlig barna- og ungdóms
tiltøk eru fyriskipað, og fleiri
sangkreftir fara at taka lut.
Framsýningin letur upp
Skírisdag klokkan 16, og
Símun í Túni fer at seta
stevnuna sama dag klokkan
17.30. Tá fer sangbólkurin
Salt at syngja.
Tey, sum manna bólkin, ið
fyrireikar stevnuna, eru Jens
Olsen, Anita Tausen, Dánial
í Skemmuni, Jens Bech og
Símin í Túni.
Gerast tilvitað
um missión
Høvuðstalari á páskastevnuni verður Paul McIlwain úr Australia