mikudagur 21. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 57 - 21. mars 2007
Jógvan við Keldu,
tinglimur fyri
Fólkaflokkin, er
fullkomiliga samdur
við dómpróst, Bjarna
Bæk, um, at ovasta
politiska leiðslan,
sum varðar av
fólkakirkjuni, eigur at
vera limur í
fólkakirkjuni
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í sendingini 62 Norður í
Útvarpinum í gjár, segði
dómpróstur Bjarni Bæk, at
tað mátt i vera eitt krav, at
ovasti politiski leiðslan,
sum varar av fólkakirkjuni,
eigur at vera limur í henni
eisini.
- Tann, sum hevur polit
isku ábyrgdina av einari
yvirtiknari fólkakirkju, má
eisini vera limur í fólka
kirkjuni, tí annars syndrast
kirkjan, segði Bjarni Bæk,
dómpróstur.
Hett a er eitt sjónarmið,
sum Jógvan við Keldu, ting
limur fyri Fólkaflokkin, er
fullkomiliga samdur í.
– Eg eri púra samdur við
dómpróst í, at ovasta polit
iska leiðslan eigur at vera
limur í fólkakirkjuni. Tað er
mín persónliga meining,
sigur Jógvan við Keldu.
Limur í kirkjuni
og ateist?
– Men hvat nú, um tann
landsstýrismaðurin ella løg
maður, sum hevur ábyrgd
av kirkjuni og er limur í
henni, brádliga sigur seg
vera ateist, spyr Jógvan við
Keldu?
Hann vísir á, at tað er
bara limurin sjálvur, sum
kann melda seg úr kirkjuni.
Hesin kann saktans vera
limur í kirkjuni, men sam
stundis siga vera ateist ella
okkurt annað, og so hava
vit ein trupulleika, heldur
Jógvan við Keldu.
– Og hett a er ein trupul
leiki, sum má greiðast áðr
enn kirkjan verður yvirtikin,
sigur hann.
Sleppa undan stríði
Jógvan við Keldu sigur, at
hann heldur at løgmaður
átt i at havt evstu politisku
ábyrgdina fyri fólkakirkjuni.
Men skal tað so vera eitt
krav, at løgmaður meldar
seg sum lim í kirkjuni, um
hann ikki er tað framman
undan?
– Nei, tað skal tað ikki.
Er tað soleiðis, at løgmaður
ikki er limur í fólkakirkjuni,
so verður ábyrgdin av kirkj
uni latin landsstýrismann
inum í Mentamálum, ella
onkrum øðrum landsstýris
manni, sigur Jógvan við
Keldu.
Við at politiski myndug
leikin við ábyrgd av kirkjuni
er limur í henni, slepst und
an mongum ivamálum, tá
stríðsmál stinga seg upp,
metir Jógvan við Keldu.
– Tað vísir seg, at tað
mesta í Føroyum endar í
stríði, men við hesum slepst
í hvussu so er undan stríð
num utt an um, heldur Jógv
an við Keldu, ið sipar til, at
tað er skjótt at seta spurn
artekin við ovastu politisku
leiðsluna, ið varar av fólka
kirkjuni, um viðkomandi
ikki er limur í henni eisini.
Gáva ella rættur
Í Danmark eru fólk farin at kjakast um, hvørt dópurin er
ein gáva til hvønn einstakan ella ein mannarætt ur, sum
hvør einstakur hevur. Orsøkin til kjakið er eitt rundskriv
frá kirkjumálaráðnum, har tað stendur, at dópurin er ein
mannarætt ur, sama hvørja tann einstaki hevur. Tað eru ikki
øll, sum eru so fegin um hesa tulkingina, skrivar Kristeligt
Dagblad. Summi halda, at dópurin er ein gáva frá Guði og
ikki ein løgfrøðiligur mannarætt ur.
Jógvan gevst
Fyrst ætlaði hann sær at halda fram sum formaður í
Maskinmeistarafelagnum, men nú hevur Jógvan Nybo
boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur, tá felagið fer at
hava aðalfund leygardagin. Avgerðin kom skrivliga seinasta
fríggjadag, men sambært Útvarpinum vil Jógvan Nybo
ikki siga, hví hann hevur broytt støðu. Limirnir í
Maskinmeistarafelagnum hava kortini nóg mikið at velja í,
tí tríggir limir hava boðað frá, at teir stilla upp.
Áðrenn farið verður
víðari við yvirtøkuni
av fólkakirkjuni,
ynskir Sambands
flokkurin at savna
allar partarnar í
málinum. – Sam
gonga, andstøða,
politiski og kirkjuligi
fylgibólkurin eiga at
tosa saman, soleiðis at
greiða fæst á, hvat
man er nøgdur við og
hvat man ikki er
nøgdur við, heldur
Kaj Leo Johannesen
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Á middegi í gjár hevði sam
gongan fund, har yvirtøkan
á fólkakirkjuni var umrødd.
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í Mentamálum
var við á fundinum, og
hann lýsir fundin sum góð
an og positivan.
– Har komu ymisk sjón
armið fram, og Sambands
flokkurin ynskti at fáa nak
rar spurningar útgreinaðar,
greiðir Jógvan á Lakjuni
frá, sum nú hevur avtalað
fund við politiska fylgibólk
in og kirkjuliga fylgibólkin,
soleiðis at Sambandsflokk
urin kann fáa svar upp á
sínar spurningar.
Keðilig signal
útkomin
Men hvørjir eru spurningar,
ið Sambandsflokkurin vil
hava svaraðar? Kaj Leo
Johannesen, formaður Sam
bandsfloksins,
greiðir
soleiðis frá:
– Tey signalini, sum nú
eru komin út, bera ikki boð
um, at fólkakirkjan verður
yvirtikin á ólavsøku í sam
ráð við allar partar, sum tað
stendur skrivað í samgongu
skjalinum.
– Tí ynskja vit ein upp
klárandi fund, har vit hava
alt forumið (samgongu, and
støðu, politiska fylgibólkin
og kirkjuliga fylgibólkin,
blðm.) savnað og fáa greiði
á, hvat tað er man er nøgdur
við og hvat man ikki er
nøgdur við, greiðir Kaj Leo
Johannesen frá, sum ynskir
at sláa fast, at Sambands
flokkurin ynskir at yvirtaka
fólkakirkjuna.
Hett a skal tó gerast í
semju og samráð vil allar
partar, og tað er tað Sam
bandsflokkurin ynskir at
fáa burtur úr fundinum ???,
har allir partarnir eru savn
aðir.
Sjálvstýris
flokkurin
ynskir
yvirtøku á
ólavsøku
– Vit hava drigið somu
línu líka til nú, men vit
eiga at halda fast við
ólavsøku sum mál fyri
yvirtøkuni, sigur Kári P.
Højgaard, formaður í
Sjálvstýrisflokkinum og
limur í politiska fylgi
bólkinum, sum hevur
fylgt yvirtøkuni av fólka
kirkjuni.
Kári P. Højgaard held
ur, at tey í fylgibólkinum
hava havt eitt ógvuliga
gott samstarv, men at
nakrir snávingarsteinar
eru nú móti endanum,
slepst ikki undan heldur
hann.
Kári P. Højgaard harm
ast um, at tað ikki eydn
aðist at fáa kirkjuna yvir
tikna í undanfarnu sam
gongu, men rósar sam
stundis landsstýrismann
inum fyri at hava gjørt
eitt gott arbeiði í hesum
málinum.
Sambandsflokkurin vil
savna allar partarnar
Jógvan við Keldu:
Ovasta politiska leiðslan skal
vera limur í fólkakirkjuni
Tey signalini, sum nú eru
komin út, bera ikki boð
um, at fólkakirkjan verður
yvirtikin á ólavsøku í
samráð við allar partar,
sum tað stendur skrivað í
samgonguskjalinum og tí
ynskir Sambandsflokkurin at
savna allar partarnar til fund
Mynd: Jens Kr. Vang