mikudagur 21. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 57 - 21. mars 2007
- Tað hevði verið nógv
betri, um teir, sum
reka skip, rindaðu eitt
ávíst gjald fyri hesi
rættindi, so øvund
sjúkan millum fólk í
miðstaðarøkinum,
har lutfalsliga lítil
skapandi vinna er,
kanska hevði verið
minni, sigur Jónsvein
Knudsen, reiðari, sum
annars ikki vil taka
dagar ímillum tvídrát
tin millum Hanus
Hansen, reiðara og
Bjørn Kalsø,
landsstýrismann
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jónsvein Knudsen, reiðari,
hevur sum so onga viðmerk
ing til tvídráttin millum
Hanus Hansen, reiðara og
Bjørn Kalsø, landsstýris
mann í fiskivinnumálum,
um orsøkina til, at Atlantic
Navigator nú er á veg úr før
oyskum sjógvi, samstundis
sum hópur av sjófólki missa
sína hýru.
- Sjálvandi er tað stórt
spell, at henda verkætlan
nú heldur uppat. Bæði tí, at
hetta er ein alternativ vinna
at fáa meira burtur úr svart
kjaftatilfeinginum – og tí,
at hetta skip í nógvar mátar
hevur verið skúlaskip hjá
einum hópi av føroyskum
ungdómi seinastu árini.
Reiðarin ivast tó í, um
Hanus Hansen hevur rætt í,
at Bjørn Kalsø er trupulleik
in í hesum máli.
- Eg trúgvi, at tað heldur
er so, at teir, sum hava ræð
isrættindini yvir skipinum,
nú síggja aðrar møguleikar
á syðru jarðarhálvu og tí
hava gjørt av at gevast í før
oyskum sjógvi.
Tað er ein erlig søk.
Órógv á økinum
Jónsvein Knudsen er tó sam
dur við Hanusi Hansen um,
at signalini, sum landsstýrið
sendir, kunnu vera ørkyml
andi fyri teir, sum reka skip
í Føroyum.
- Jú, tað er strævið alla
tíðina at hoyra um ætlaðar
broytingar í fiskiveiðiskip
anini – og ikki minst á hvør
jum ári at hoyra um niður
skurðir í døgum hjá skipa
flotanum.
Sambært
uppskotinum,
sum landsstýrið arbeiðir
við, skulu verandi veiðiloyvi
sigast upp um eini 10 ár.
- Tað verður so nógv tos
að um at geva øðrum – og
ungum kreftum - møguleik
an at royna seg í vinnuni,
men tað er einki sum forðar
fyri, at menn, sum hava hug
og áræði, keypa skip og
veiðiloyvi, sum verða seld.
Reiðarin vísir á, at nógv
skip eru seld seinastu árini,
men hann hevur einki sæð
til, at áhugin og tilgongdin
at taka lut í skipavinnuni er
til steðgar.
- Tað hevði verið nógv
betri, um teir, sum reka
skip, rindaðu eitt ávíst gjald
fyri hesi rættindi, so øvund
sjúkan millum fólk í mið
staðarøkinum, har lutfals
liga lítil skapandi vinna er,
kanska hevði verið minni,
sigur Jónsvein.
Hann heldur kortini ikki,
at tey tøl, sum eitt nú Kári
Petersen, búskaparfrøðing
ur, tosar um, hava nakað
sum helst grundarlag í veru
ligu fiskivinnuni.
Kroystir menn
Reiðarin sigur, at ávísir
skipabólkar eru rættiliga
hart kroystir við teimum
niðurskurðum í fiskidøgum,
sum hava verið, og tá so
ætlanin eisini er at avmarka
møguleikan at keypa dagar,
kunnu vit vænta, at tað í
longdini verður ómøguligt
at reka hesir bátar og skip.
- Teir smáu trolbátarnir
hava longu rættiliga fáar
dagar, og eitt nú er ætlan
landsstýrisins, at hesir ikki
skulu kunna keypa dagar,
sum ikki verða brúktir. At
keypa heili loyvi fyri at kun
na reka hesar bátar, verður
ov kostnaðarmikið, tí møgu
leikarnir hjá hesum bátum
eru í aðrar mátar avmark
naðir, sigur Jónsvein Knud
sen.
Hann heldur tað eisini
vera órógvandi, at veiðiloyv
ini eftir ætlaðu broytingum
landsstýrisins nú skulu sig
ast upp um eini 10 ár.
- Hetta fer at minka um
áhugan og møguleikarnar
hjá fólki at reka fiskivinnu
á sjónum, og hetta fer eisini
at minka um møguleikarnar
mótvegis fíggingarstovnun
um.
Nýggjar íløgur
Reiðarin sigur, at tað eru
fleiri, sum ganga við hug
skotum um ymisk innan
fiskivinnuna, men tað verð
ur minni áhugavert hjá mon
num at fremja síni hugskot
í verki, tá teir ikki vita,
hvussu leingi teir hava mø
guleikan til tess.
- Tað eru ikki so nógv
fólk, sum onkur heldur, ið
tíma at fáast við skiparaks
tur. Hetta hava vit sæð – aft
ur og aftur – tá skip og loyvi
eru seld.
Jónsvein vísir á, at fólk
hava fingið ilt í afturpartin,
tí onkur góð søla hevur ver
ið. Hinvegin hoyrist einki
um tær sølur, ið ganga verri
– ella illa.
- Fólk mugu ikki halda,
at ein góð søla merkir, at
teir, sum seldu væl, fara
suður á Mallorka at sóla
sær fyri lívið. Tað, vit vanli
ga síggja, er, at hesir menn
gera nýggjar íløgur, sum aft
ur skapa virksemi, sigur
Jónsvein Knudsen, reiðari.
Sá skip í havsneyð
Bjargingartænastan í Suðurnoregi setti tilbúgvingina í verk í morgun, tí ein kvinna
hevði ringt og boðað frá, at hon hevði sæð eitt fiskiskip, sum var um at søkka nærhendis
Sund. Bjargingartænastan sendi alt fyri eitt eina tyrlu avstað, men manningin á tyrluni
sá einki fiskiskip. Hinvegin sá tyrlumanningin ein sleipibát, sum var í ferð við at toga
eitt skip til lands. Bjargingartænastanb kom tí til ta niðurstøðu, at kvinnan hevði
mistikið seg.
Ung nýggja nevnd
Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum, Ung fyri Miðflokkin, hevur havt aðalfund, har
nevndarval var á skránni. í Nevndini eru nú Arni Abrahamsen, formaður, Tóri Højgaard,
næstformaður, Rut M. í Grund, skrivari, Signar á Fríðufløtum, kassameistari og Eva
Sofía Lilaa, nevndarlimur. Eykalimir eru Maria Højgaard og Rani á Borg Eyðunsson.
Á aðalfundinum var samtykt, at felagið skal vera meiri virkið, enn tað hevur verið.
Jónsvein Knudsen, reiðari:
Latið teir fiska
sum duga og
tíma at fiska
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið United Seafood ella
Føroya Fiskavirking keypti
P/F Beta, fylgdu ísfiska
skipini, Bakur og Stelkur,
við í keypinum. Aftrat hes
um fylgdu eisini byggisátt
málarnir, sum P/F Beta hev
ur í Spaniu, við. Tey skipini
verða ætlandi liðug í sum
mar og fara tá at fiska undir
Føroyum eins og Bakur og
Stelkur, sum eru bygd á
somu skipasmiðju í Span
iu.
Men P/F Beta átti tvey
loyvir aftrat, sum eisini fylg
du við í keypinum hjá Unit
ed Seafood, og soleiðis hev
ur felagið tvey loyvi, sum
felagið ikki brúkar í løtuni.
Tað vóru upprunaliga
átta kuba-trolarar, sum fóru
úr flotanum og fyri hesi loy
vi, kunnu tilsamans seks
skip koma innaftur í flotan.
Nú fær United Seafood
ætlandi tvey skip aftat teim
um, sum felagið byggir í
Spaniu.
Talan er um ein írskan og
ein skotskan bát, sum eru
lutfalsliga nýggj skip.
Jónsvein Knudsen, sum
umsitir skipini fyri United
Seafood, sigur, at hann ikki
við vissu veit, um sáttmálar
nir eru endaligir, men vísir
á, at talan er um systurskip.
- Hóast skipini eru systur
skip, er annað skipið longri
enn hitt. Tey eru kortini
bygd eftir somu tekning, og
tí hugsa vit um at leingja
tann minna bátin, so báðir
verða líka langir.
Reiðarin sigur, at hetta
eru góð skip, sum eru smíð
að liðug í Skagen í Dan
mark, ávikavist í 1999 og
2000.
- Annar skrokkurin er
smíðaður í Póllandi, og eg
meini, at hin er smíðaður í
Niðurlondum, sigur Jón
svein Knudsen.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking frá Mein
hardi Jacobsen, stjóra á Uni
ted Seafood, men tað eyd
naðist ikki, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
United Seafood keypir
tvey skip aftrat
- Tað eru ikki so nógv fólk, sum
onkur heldur, ið tíma at fáast
við skiparakstur. Hetta hava vit
sæð – aftur og aftur – tá skip
og loyvi eru seld, sigur Jónsvein
Knudsen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen