mikudagur 21. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 57 - 21. mars 2007
Talan var helst um størsta framstigið hjá før
oyskum fótbólti í nærum 20 ár, tá Todi Jóns
son í gjár kundi almannakunngera sínar ætl
anir við danska Fremad Amager. Sæð burtur
frá altjóða limaskapinum, so er hetta í ser
flokki nógv tann størsti møguleikin, sum
nakran tíð er givin føroyskum fótbólti.
Meira enn nakað annað, so er fótbóltslands
liðið andlit okkara mótvegis umheiminum,
og tann umrøða, sum hetta hevur skapt,
kann als ikki gerast upp í pengum.
At úrslitini ikki altíð eru eins góð, vita vit.
Men kortini hevur tað verið lítið hugaligt at
lisið útlendskar miðlar, nú úrslitini hjá lands
liðnum hava verið í lakara lagi seinnu
árini.
FSF og føroysku feløgini hava alla tíðina
framt eitt miðvíst arbeiði til tess at menna
føroyskan fótbólt, men avgjørt størsta stigið
í so máta stendur Todi Jónsson nú fyri. Við
ætlanunum um at skapa rúm fyri føroyskum
spælarum á hægsta danska støði, kunnu vit
væl verða vitni til, at Fremad Amager verður
lopfjølin hjá fleiri ungum føroyskum spæl
arum. Bæði til donsku superliguna men eis
ini til enn størri avbjóðingar. Og tess fleiri
slíkar spælarar vit hava, tess sterkari verður
føroyska landsliðið.
Og tað sýnir helst eisini sanna hjartað, sum
Todi hevur fyri føroyskum fótbólti. Ikki
minst, tá hugsað verður um tað niðurgering
og útspilling, sum hann í fleiri ár livdi við.
Tí sýnir tað format, tá Todi kortini tekur
hetta risa stigi. Eitt stig, har hann eisini
sjálvur setur pening í vága. Sjálvandi er ætl
anin eisini, at Fremad Amager – og harvið
føroysku íleggjararnir forvinna pening.
Men at sameina hetta við eini menning av
føroyskum elitufótbólti er kanska størsta
gávan, sum føroyskur fótbóltur nakran tíð
hevur fingið.
Sosialurin
Ein gáva til
føroyskan fótbólt
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í Dimmalætting 20. mars
hevur Heðin Mortensen,
sum eg skilji hann, eina
áheitan á meg um at taka
við læru av tí samanlegging
sum er farin fram í Sunda
Kommunu.
Persónliga
haldið eg at samanleggingin
í Sundalagnum er fyrimynd
arlig, og er hon sanniliga
eisini í tráð við fatanina hjá
Føroya Kommunufelag við
víkjandi
samanlegging,
nevniliga at hon skal fara
fram sjálvboðin. Fyrrver
andi kommunurnar og ta
fólkið í har búði, tóku
avgerð um at kasta saman 1
januar 2005, og at grund
leggja ta núverandi Sunda
Kommunu. Eg ivist onga
løtu í at henda støðutakan
hevur styrkt økið við Sunda
lagið munandi. Tað er held
ur einki dulsmál at eg sum
borgarstjóri í Sandavágs
kommunu eri fyri einari
størri eind her hjá okkum,
so er tað sagt.
Men lat okkum venda aft
ur til kjarnina í kjakinum
seinastu vikurnar, um eina
útjavningarskipan ímillum
kommunur. Heðin Morten
sen pástendur at Føroya
Kommunufelag kemur við
hálvlýstum pástandum um
útjavning. Til hetta er bert
at siga, at Føroya Kommunu
felag einast hevur víst á at
tað er stórur munur á inn
tøkugrundarlagnum
hjá
kommunum/økjum í Føroy
um, og at hesin veruleiki í
sjálvum sær ger tað neyðugt
at viðgera hugtakið útjavn
ing, og at fáa hetta lýst við
fyrimunum og vansum.
Men kanska er hetta
óneyðugt, tí KSF hevur eft
ir øllum at døma gjørt eina
heildarlýsinga
av
einari
javningarskipan, sum Lands
stýri og Løgting og fjølmiðl
ar eru kunnaðið um. Havið
umvegis leitiskipanir hjá
Løgtingið og bløðum leita
eftir hesum tilfari men finni
tað tíðanverri ikki.
Eg onnur við mær bíða
tískil spent eftir at tann
famøsa útjavningarskipanin
hjá
Heðini
Mortensen
veruliga sær dagsins ljós.
Henda sera visjónera útjavn
ingarskipan
brýtur
eftir
øllum at døma radikalt við
útjavningarskipanir ið vit
kenna frá okkara granna
tjóðum, hon er í veruleik
anum nyttuleys og útjavnar
ongar ójavnar.
Útjavningarskipan uttan útjavning
Føroya Kommunufelag
Rósa
Samuelsen
Tey orðini, sum løgmaður
oftast hevur sagt sum løg
maður, eru: “Júmen, ogur
mugu
góðtaka
støðuna,
sum hon er. Ogur mugu
góðtaka, at vit nú eina ferð
eru undirgivin dønum”. Her
sipar løgmaður sjálvandi til
donsku grundlógina, heima
stýrislógina, yvirtøkulógina
og uttanríkispolitisku heim
ildarlógina. Løgmaður góð
tekur ikki bara hesar lógir
fult og heilt, hann góðtekur
eisini uttan at blunka, at tað
eru danir, og bert danir,
sum tulka hesar lógir og
hvørjar
avleiðingar
tær
skulu hava fyri Føroyar og
føroyingar. Løgmaður vil,
at vit skulu blint góðtaka
tær lógirnar, líka mikið
hvussu tær verða tulkaðar
og hvør tulkar tær.
Hesi orðini: vit mugu
góðtaka veruleikan, hevur
landsstýrismaðurin í inn
lendismálum lært av løg
manni. Hvørja ferð hann
leggur okkurt mál fyri ting
ið, og tingmenn ógvast við
tað, sum danir krevja, so
sigur Jacob Vestergaard:
“Eg havi einki ímóti at
málsøkið verður føroyskt,
men vit mugu góðtaka veru
leikan, sum hann er”. Og
so hendir einki annað, enn
at
samgongumenn
endurtaka líka sum í kór:
...góðtaka veruleikan, ...
góðtaka veruleikan, ...
Hvørki Jóannes Eides
gaard, Jacob Vestergaard
ella nakar annar í samgong
uni hevur so mikið sum
nakra meining um ta mann
minkandi
og
lítisverdu
støðu, vit eru í hvat lóggev
andi og politiskum valdi
viðvíkur. Tað syndri av
rásarúmi, vit høvdu ognað
okkum, hvarv sum døgg
fyri sólini ta náttina, tá sam
gongan samtykti vanlukku
ligu yvirtøkulógina og lóg
ina um uttanríkispolitiksu
heimildirnar. Tann lógin
gjørdi ikki bara, at vit bakk
aðu við ferð inn aftur í ríkis
felagsskapin
og
donsku
grundlógina.
Ta
náttina
vórðu Føroyar sementeraðar
fast og djúpt niður í danska
ríkið.
Hetta kom m.a. fyri ein
dag, nú tingið fyrst í mars
viðgjørdi krøv frá dønum
um, at fleiri løgtingslógir
skuldu broytast, og at grein
ar skuldu burtur úr løgtings
lógunum og setast inn í
donsku rættargangslógina.
Danski rætturin í Føroyum
kann ikki nýta ásetingar í
føroyskum lógum. Danski
rætturin í Føroyum kann og
vil bert nýta ásetingar í
donskum
lógum.
Hetta
hóast vit longu hava havt
ásetingar um rættargang í
løgtingslógum,
so
sum
stýriskipanarlógini. Tað er
sum so einki odiøst í tí, at
rætturin virkar sambært
einari rættargangslóg. Men
tað at til einkis gera før
oyskar lógir, sum hava havt
virknað í ár er, alt annað
líka, ótrúliga óverdug, hetta
er skomm, hetta hoyrir farn
um øldum til. Men hvat ger
løgmaður og hansara, jú,
teir yppa øksl, og tað gera
eisini allir samgongulimir
nir. Eingin teirra kennir
minstu skommina av, at vit
verða alt meira kleyrað nið
ur av kolonistahógvunum.
Poul Michelsen hevur gjørt
vart við støðuna hjá sendi
stovum okkara, og tøkk fái
hann fyri tað. Men hann tyk
ist ikki at latast um vón um
tað, sum er veruliga orsøkin
til alla miseruna. Nevniliga,
at vit bæði ganga undir tær
lógir, sum danir tvinga nið
ur yvir okkum, og ganga
treyta leyst undir teirra tulk
ingar av teimum.
Hvussu leingi vilja, orka
og loyva vit slíkum? Tað er
sjálvsagt ein spurningur
um, hvørjar menn og kvinn
ur Føroya fólk velja inn á
ting. Men kanska fara nokk
so nokk so nógv at hugsa
seg um eina, tvær ella
tríggjar ferðir, tá tað kemur
fyri ein dag, at danir eisini
sýta fyri, at uppskotið um
stjórnarskipan verður lagt
fyri tingið. Hetta tí, vit
skulu og bert skulu anda,
hugsa og virka sambært tí,
sum samgonga hevur góð
tikið. Nevniliga teimum lóg
um, sum niðurbinda og
sementera okkum inn í
danska ríkið.
Latið okkum taka avleið
ingarnar av hesi vanæruligu
støðuni, vit eru í. Latið okk
um taka lógvatak og stevna
móti fullveldinum. Vit eiga
ikki at góðtaka ein veru
leika, sum vit hvørki unnast
við trívast við.
løgtingsmaður
Finnur
Helmsdal
Vit mugu góðtaka ...