mikudagur 21. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 21. mars 2007
At avvikla blokkin er størsti
og mest týðandi boðskapur,
Jóannes Eidesgaard, løg
maður hevur sent føroya
fólki í hesum valskeiðnum.
Kann búskaparliga álitið
um visjón 2015 enda við
hesum setningi, er ein
spennandi og mennandi
politisk tíð í væntu.
Ein glotti í evsta tíma,
sum vónandi kann leggja
lunnar undir eina nýggja
búskaparmenning.
Á aðalfundi í Havnar
Frambursfelag
seinasta
mánadag var júst hetta mál
ið uppi og vendi, og við
nøkulunda sama setningi.
Undirtøka var fyri at avvikla
blokkin bæði millum politik
ararnar og fundarfólkið.
Tað er langt síðan, at eg
varð so fegin um ein polit
iskan boðskap frá nøkrum
politikkara, sum tá eg læs
viðtaluna,
sum
Sveinur
Tróndarsson, blaðmaður á
Dimmu hevði við løgmann,
har hesin í greiðum orðum
boðaði frá, at danski blokk
urin eigur at avviklast næstu
komandi árini.
Greinin sannførdi meg
um, at boðskapur løgmanns
er greiður yvir, at føroyski
búskapurin ikki gerst sjálv
berandi so leingi óproduktivi
danski blokkurin spillur
fíggjarrenslið.
Studningsbúskapur
er
ongastaðni loysnin. Hann
fremur onki uttan máttloysi,
líkasælu og skeivar búskap
arliga avgerðir. Tí er hetta
ein góður og mennandi boð
skapur at senda almennum
og privatum virksemi bæði
heima á klettunum og utt
anlands.
Ein boðskapur við stór
um signalvirði.
Gaman í, løgmaður legg
ur aftrat, at avviklingurin
av blokkinum skal fremjast
í mun til búskaparvøksturin.
Hesum eri eg tó ikki samdur
í - tí nær er búskapurin í
slíkum vøkstri, at viljin er
til at avvikla? Fyri mær er
tað púra greitt. Ein avvikl
ingur av blokkinum má fara
fram eftir einum føstum og
greiðum. Sitandi samgonga
átti at havt skorið blokkin
við 50 mill í ár og 50 mill
næsta ár. Hetta heðvi mink
að um trýstið á ov heitan
búskap. Men hetta verður
ikki gjørt, tí ov nógvir
politikarar halda heilt ein
falt, at blokkurin er bjargan
in og hevur positivt árin á
búskapin. - Tað hevur hann
ikki! - Hvørki í upp - ella
niðurgangstíðum.
Á fundi í Havnar Fram
burðsfelag í seinastu viku
tók eg blokkstuðulin upp
og skeyt upp, at vit avvikla
blokkin við minst 50 mill
um árið tey komandi árini
til hann er burtur. Undir
tøka var fyri at skerja blokk
in, og ivist eg onga løtu í, at
løgmaður kann rokna við
fullum stuðli frá Fólkaflokk
inum í at serkja blokkin
burtur í næstum.
Um
blokkurin
verður
skorin við at yvirtaka máls
økið ella við avtalaðum nið
urskurðum
av
sjálvum
blokkinum, er fyri mær ein
og sama sak.
Visjón 2015 fær við boð
skapi løgmans heilt nýtt og
veruligt innihald. Visjónin
hevur heilt einfalt mangla
sjálvræði og ábyrgd av hes
um landi. Við fráboðan løg
manns er nógv av hesum
komið upp á rætt. Ein væl
signaður lætti.
Løgin ferðslutrygd
Tað er undrunarvert, at Ráðið fyri Ferðslutrygd skal
hava skrúvað høvdið av og lagt alt vit og skil í rusk
spannina, tá hasar útvarpslýsingarnar, sum nú eru at
hoyra, vórðu gjørdar.
At hugsa sær, at Ráðið fyri Ferðslutrygd ger útvarps
lýsingar, har ein genta, mamma ella kona ringir til ein,
sum koyrir bil.
Tað er jú bannað at tosa í telefon, meðan tú koyrir
bil.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, ber nú alment fram,
at Føroyar eiga at vera leys
ar av donskum pengum í
2015.
Vit fegnast í Tjóðveldis
flokkinum.
Av fleiri orsøkum.
Í fyrsta lagi tí, at endiliga
kemur eitt politisk mál,
sum vit kunnu halda fast
um – heldur enn at embætis
fólk fáa ábyrgdina av at seta
mál, ið politikarar ikki
verða bundnir av.
Í øðrum lagi, tí at hendan
útsøgn løgmans kann bróta
politisku stillstøðuna í før
oyskum politikki og birta
upp undir veruliga atgerð
og heilt nýggjar samstarvs
møguleikar.
Í triðja lagi, tí at alneyðugt
er at leggja á annan bógv í
búskapar- og fíggjarpoli
tikki landsins, áðrenn vit
skumpa okkum sjálvi heilt
aftur í 80’ini. Við at gera
okkum leys av donsku peng
unum, seta vit okkum sjálv
um krøv um ábyrgd, stabili
tet og nærlagni, og fáa sett
kikaran á framtøk til tess at
økja um framleiðslu, útflutn
ing, kapping og samstarv í
altjóða samfelagnum.
Í fjórða lagi, tí at málið
hjá Jóannesi ikki liggur
langt frá tí, ið Tjóðveldis
flokkurin hevur sett um at
taka fullveldi í næsta val
skeiði: Tað valskeiðið endar
í 2012, og við 4 ára skiftistíð
frá fullveldistøku er ikki
fíggjarliga langt ímillum
okkum.
Vit hava eisini heft okk
um við, at løgmaður í sein
astuni fleiri ferðir alment
hevur borið fram, at vit ikki
fáa gjørt tað, ið vit veruliga
ynskja – bæði her heima og
úti í heimi – tí at vit ikki eru
ein sjálvstøðug tjóð.
Jú, sanniliga kann tað,
sum skilti okkum í gjár,
savna okkum í morgin.
Nú ræður bert um at seta
gerð aftan fyri orðini. Tí
her skal byrjast beinanveg,
og nógvar broytingar krevj
ast til tess at náa málinum.
At strika skattalættan fyri
næsta ár og at stovna
Búskapargrunn
Føroya,
kundu verið tey bæði fyrstu
ítøkiligu stigini í hesum
sambandi – og bæði hesi
uppskot eru fyri á tingi í
komandi viku.
So gott í teg, Jóannes. Lat
okkum finna semju um
bæði málið og neyðugu upp
skotini at fremja tað í
verki.
11
viðmerkingar
Høgni
Hoydal
Gott í teg, Jóannes
løgtingsmaður
Poul
Michelsen
Tíðaravmarkað
lærarasTørv
í skúlanum á Ziskatrøð
søkt verður eftir 2 lærarum í parttíðarstørv
í tíðarskeiðnum 11. apríl - 28. juni 2007
søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur,
sum eru í skúlanum
Annað starvið fevnir um støddfrøði í 9. fl, alisfrøði í
9. fl., teldulæru í 10. fl., støddfrøði í 8. fl. og náttúra/
tøkni í 5. fl. Tilsamans 22 tímar.
Hitt starvið fevnir um lærugreinirnar enskt, týskt,
danskt og føroyskt í framhaldsdeildini og ser
undirvísing. Tilsamans 17 tímar.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving. Best er, at
umsøkjarar hava starvsroyndir, men øll eru
vælkomin at søkja. Um eingin fólkaskúlalærari søkir,
verða fólk, ið hava aðra útbúgving sett, í starvið.
lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4
at senda umsóknir:
Umsóknir við c.v. og próvavritum skulu vera skúla
stjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. apríl.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skúlan
á Ziskatrøð telf. 455025
skúlin á Ziskatrøð
Skúlavegur
700 Klaksvík
Ein vælsignaður lætti –
So havi eg upplivað tað við,
innan vinnulívið í Føroyum.
Trúði ikki mínum egnu oyr
um, tá eg tendraði útvarps
lurtið í morgun, har boðað
varð frá, at stóra verkætlanin
hjá JFK fer fyri bakka. Ein
av teim tungu grundgeving
um ella umberingunum var,
at útmeldingarnar frá lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum høvdu verið
ógreiðar í seinastuni. Hetta
varð sagt, sjálvt um eingin
lóg er broytt yvirhøvur og
eingin lóg kemur at broyta
tær treytir sum reiðaríið hjá
Nærabergi longu hevur fing
ið frá Fiskimálaráðnum.
Tá eg so hoyrdi víðari, at
trolarin skuldi umbyggast
fyri 100 tals mill krónir fyri
at fiska kryll í Íshavinum,
og alt hetta er grundað á
nakrar ógreiðar útmeldingar
frá Landstýrismanninum í
fiskivinnumálum, so visti
eg ikki um eg skuldi gráta
ella flenna. Tá vit tosað um
verðandi lóg um vinnuligan
fiskiskap, so er skipanin
tann, at hon er rullandi í 10
ár í senn t.v.s at hvørt ár
verða loyvini endurnýggja,
eingin broyting yvirhøvur.
Tað sum ein breiður meiri
luti á tingi ynskir, er at fáa
staðfest í lógini um vinnu
ligan fiskiskap, at eingin
føroyingur skal kunna eiga
havsins ríkidømi runt Før
oyar í allar ævir. Tí hevur
tosað verði um at seta ein
dato fram til 2018 og síðani
eventuelt endurnýggja í
fimm ár framyvir, tað vil
siga at karmar verða fast
lagdir fram til 2023, so ver
andi aktørar hava tryggar
karmar at virka undir.
Til Hanus Hansen vil eg
siga, at tað hevði verið uppá
sítt pláss at komi við eini
rætting sum segði, at grund
in til at skipið leitar aðrar
vegir, er, at hendan verkætl
anin hongur ikki saman,
sjálvt um treytirnar frá tí
almenn hava verði munandi
betri enn aðrastaðni, og tí
roynir man ein nýggja verk
ætlan.
Síðani tekur fyrrverðandi
landstýrismaður
í
fiski
vinnumálum bóltin upp og
brúkar lagnuna hjá 200
menniskjum
umborð
á
Nærabergi til at vinna sær
politiskar fyrimunir. Tað er
langt úti og vónandi kunnu
fólk sjálvi gjøgnumskoða,
hvat hetta er fyri eitt spæl,
sum hevur til endamáls at
tekkjast nøkrum fáum.
Spurningurin til Fólka
flokkin er sera einkul: Held
ur Jørgen Niclassen og
Fólkaflokkurin, at tey loyvi
sum eru givin, eru ogn hjá
nøkrum fáum í allar ævir,
ella heldur flokkurin ikki at
tað er rímilgt at staðfesta
ognarrættin yvir okkara
sokallaða ríkidømi, soleiðis
at vit ikki innan stutta tíð
hava spælt okkum av við
hesi rættindi fyri altíð?
Hvat høvdu føroyingar sagt
um eventuelt oljuríkidømi
hevði verði givið nøkrum
fáum fyri allar ævir?
Heimsins vánaligasta umbering
Sambandsflokkurin
Kaj Leo
Johannesen
Edvard
Joensen