Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 57 - 21. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kistan við Poul Nicolaj Mouritsen í Sørvági fer úr Landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju fríggjadagin klokkan 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey ið vilja minnast Poul Nicolaj, kunnu lata Diabetesfelag Føroya eina peningagávu, konta í Peningastovnunum. Kistan við Niels Juul Arge, fyrrverandi klokkara í Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Niels Juul, kunnu lata Emmaus eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa. Jytta Schrøter, Nes Hvalba, andaðist týsdagin 20. mars 80 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Jyttu, kunnu lata Eldrasambýlinum í Hvalba eina gávu. Kistan við Sigtóru Jørgensen, Siganbøur, fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 13. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju fríggjadagin klokkan 15. Tey ið vilja minnast Sigtóru kunnu lata eina peningagávu til Kollafjarðar kirkju, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 22. mars. Páll biskupur, deyður umleið 250. Talan er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í Fraklandi við sama navni. Er eitt av teimum fyrstu dømunum um ein biskup, sum ikki doyði blóðvitnisdeyðan. Tórshavnar kommuna hevur sett Jákup Paula Strøm í starv sum leiðara í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar Listaskúla Jákup Pauli Strøm, sum er 51 ára gamal, er ættaður úr Vági. Hann tók cand. mag. útbúgving í søgu og samfelagsfrøði á lærda háskúlanum í Århus í 1985 og hevur verið lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum øll árini síðan tá. Síðan 2003 hevur hann røkt starvið sum vararektari. Jákup Pauli Strøm hevur drúgvar fyri­sitingarligar og námsfrøðiligar royndir og hevur nomið sær leiðslu­ útbúgving frá Robert Gordon University í Aber­deen. Umframt lærarastarvið hevur Jákup Pauli verið lestrarvegleiðari í Hoy­dølum. Hann var í arbeiðsbólki, sum í nítiárunum gjørdi álit um frí­tíðar­undirvísingina, og hevur síðan august 2006 verið formaður í Arbeiðs­ marknaðarráðnum undir innlendis­málaráðnum. Hann hevur eisini sitið í nógv­um nevndum, ið hava við skúlaskap at gera, t.d. í ráðnum fyri Al­tjóða skrivstovuna og próv­ tøkunevndini í lærugreinini samfelagsfrøði. Saman við øðrum legði hann til rættis bóklingin “Útbúgvingar í Føroyum 1990”, og í 1998 skrivaði hann bókina “Tit bygdu hetta land”, sum viðgerð føroyska arbeiðsmarknaðin. 1. juli tekur Jákup Pauli Strøm við starvinum sum leiðari fyri Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Jákup Pauli Strøm: Nýggjur leiðari í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar Listaskúla Tíðindaskriv Fríggjakvøldið og leygar­ kvøldið kl. 20 og sunnu­ kvøldið kl. 18 (frá 23.til 25. mars) heldur Richard Danielsen í Fuglafirði bíb­ ilsk­­ar fyrilestrar undir heit­ in­­um “Kristus í skrift­un­ um” í skúlanum í Oyndar­ firði. Sangluttøka við song­ kórinum í Siloa og ein­um “harmoniku­teem”. Richard Danielsen: Fyrilestrar í skúl­ anum í Oyndar­firði Mánadagin 19. mars fór Bjarni Djur­ holm í Hoyvík um tey hálvt hundr­að. Bjarni hevur verið í politiska and­ glettinum seinastu tjúgu árini, og nú er hann landsstýrismaður í vinnumálum. Bjarni er ættaður úr Kollafirði, men longu sum 14 ára gamal fór hann til Vestmanna at ganga í realskúla og tvey ár seinni í Hoydalar í stud­ enta­skúla. Síðani hevur hann búð í høvuðsstaðnum. Mamman, Günda fødd Skaalum, er úr Kollafirði, og pápin, Niels Pauli Djurholm, er av Glyvrum. Tað var pápi hansara, Hans, sum hevði navigatiónsskúla. Børnini hjá Gündu og Niels Paula, eru Ingrid D. Nielsen (1941), sum býr niðri, Arnóra D. Jacobsen (1943) í Kollafirði og Hans (1947) í Havn. Günda og Niels Pauli búgva nú á eldra sambýlinum í Kollafirði. Bjarni las eitt ár geografi í Keyp­ manna­havn. So fór hann á Føroya Lærara­skúla, har hann leyk prógv í 1982. Alisfrøði og landslæra vóru millum høvuðslærugreinarnar hjá honum, og Bjarni hevur saman við øðrum skrivað alisfrøðibókina RAV- 7. Bjarni var lærari í Skúlanum á Trøðni, í Tekniska skúla í Havn, og tímalærari á Føroya Handilsskúla, áðrenn hann í 1996 gjørdist varastjóri í Eysturskúlanum. Síðani Bjarni var blaðungur, hevur politikkur fylt nógv hjá honum. Í 1975 umboðaði hann Fólkaflokkin á norðurlendskum fundi í Reykjavík. Millum hinar luttakararnar var Anders Fogh Rasmussen, og síðani hava teir báðir verið vinmenn. Viljin, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, varð stovnað í 1978. Árið eftir gjørdist Bjarni formaður, og tann sessin røkti hann í fleiri ár. 1984-1996 umboðaði Bjarni Fólkaflokkin í Tórshavnar skúlaráði. Á løgtingsvalinum í 1984 var Bjarni á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi. Í 1987 møtti hann fyrstu ferð á tingi. Eftir valið í 1990 var hann fyrsti vara­ maður, og tá ið Jógvan Sundstein gjørd­ ist fíggjarmálaráðharri í 1991 varð Bjarni fastur maður í tinginum, og har hevur hann so at siga verið síðani. Í 1994 varð Bjarni valdur á ting, og hann hevur verið afturvaldur í 1998, 2002 og í 2004. Í tinginum hevur Bjarni verið for­maður í mentanarnevndini og fíggjar­nevndini, og so var hann fyrsti næstformaður. Miðskeiðis í níti árunum var hann valdur at umboða Løgtingið at eygleiða bankakanningarmálið um partabrævaumbýtið. Tá ið helmingurin av valskeiðnum hjá fullveldissamgonguni var runnið, gjørdist Bjarni Djurholm í 2000 lands­ stýrismaður í vinnumálum. Hesum sessinum hevur hann síðani sitið í. Talan hevur verið um tríggjar samgongur, og Bjarni, sum síðani 2004 hevur verið varaløgmaður, hevur sitið í landsstýri saman við tjúgu landsstýrismonnum. Bjarni Djurholm giftist 25. juni 1983 við Eydnu fødd Jacobsen og ættað úr Havn. Tey eiga hugnaligt heim í góð­ um grannalagi millum Gilja. Eydna og Bjarni eiga trý børn – Tummas Pauli (1980) lesur stjórnmálafrøði í Keyp­ mannahavn, Annika (1988) arbeiðir í Keypmannahavn, og Monika Maria (1991) gongur í 9. flokki. 50 ára føðingardagin var Bjarni burt­ ur­staddur. Í morgun var samkoma fyri starvsfólkunum í vinnumálaráðnum. J Bjarni Djurholm 50 ár www.sosialurin.fo