mikudagur 21. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit fara nú undir eina røð, sum er
grundað á frásøgn hjá Dinnufíu
og Jógvan Sofus Ferjá frá Gjógv.
Í apríl fylla tey 90 og 94 ár og vita
eina rúgva at siga frá. Serkent
fyri Dinnufíu er hennara heilt
ótrúliga minni, har hon kann
minnast smálutir, sum nærum
eingin annar minnist til. Jógvan
Sofus er kendur sum góður
frásøgumaður. Dinnafía eigur
meginpartin í samrøðuni, men
parturin hjá Jógvani verður fyri
ein stóran part frásagnir, hann
hevur skrivað í Jólaboð frá sínum
lívi.
Ættin hjá pápa.
Pápi mín var Sjúrður á Rætt
við Gjógv. Hann var sonur Olrik
Christiansen. Mamma hansara
æt Kristina úr Jógvansstovu við
Gjógv og var gift niðan á Rætt.
30. apríl í 1870 gingu tveir
bátar burtur við Gjógv við 16
monnum. Abbi var ikki við, men
tveir beiggjar abba. Tann eldri
var Hans Christoffur og var giftur
við Kristinu. Tann yngri beiggin,
sum bert var 16 ár, æt Jóan
Jakku. Kristoffur var nokkso
nýliga giftur, í 1869. Omma var
við barn, og hon átti so eina
dóttur 22. oktober 1870, og hon
varð kallað Hansina Kristina
Jacobina. Hansina Kristina var
eftir Hans Christoffur og Jacobina
eftir Jóan Jakku. Hon var mamma
Gull-Símun, sum var kendur
útróðrarmaður í Havn í mong ár.
Nøkur ár seinni giftist omma
uppaftur við Olrik, abba. Tey blivu
so verandi á Rætt. Tey fingu fýra
børn saman. Fyrst eina dóttur,
sum æt Elin Maria eftir ommu
síni á Rætt, sum var slektað
av Eiði uttan úr Húsinum. Hon
giftist til Gjáar við Kristiani á
Rætt. So fingu tey ein son, sum
æt Óli Andrias eftir abba sínum
í Jógvansstovu, sum æt Andrass
ella Andrias og eftir einum
beiggja hennara, sum var deyður
av tuberklum, og sum kallaðist
Óli.
So fingu tey aftur ein son,
sum æt Kristian, eftir abba
sínum á Rætt. Yngsta barnið,
ið var pápi, sum varð kallaður
Sjúrður eftir mammubeiggja
sínum í Jógvansstovu, sum var
burturgingin við Samløguni,
sum gekk burtur 20. mars 1884
við 8 monnum, bert 14 ár eftir
vanlukkuna í 1870.
Omma átti bert tveir beiggjar,
og báðir eru deyðir ungir. Pápi
hennara var eisini deyður, tá
yngsta barnið var 6 ára gamalt,
og tá var omma 20 ár. Tey vóru
seks systkin í Jógvansstovu.
Hetta var so slektin hjá pápa.
Ættin hjá mammu
Mamma og pápi vóru einki petti
í slekt, hóast tey bæði vóru
gjáarfólk. Mamma var dóttir
Jógvan í Jákupsstovu. Mamma
hennara æt Birita Klein. Hon var
slektað úr Sjúrðarstovu við Gjógv
og giftist so inn í Jákupsstovu.
Tey fingu so fimm børn. Ein
var Andrias, Dia kallaður, sum
gjørdist nærum 102 ár. Síðan
Malena eftir Maluni, ommu míni
í Sjúrðarstovu. Hon var slektað úr
Oyndarfirði, men var gift til Gjáar.
Maður hennarara var Andrias
Klein, og omma mín Birita mintist
ikki pápa sín. Hon var eitt ár, tá
ið hann doyði av sjúku. Tey vóru
fýra systkin. Poul Klein var ein
beiggi, ein æt Elspa og tann elsti
æt Jóan Petur. Hann doyði í bestu
árum av tuberklum. Henda Elspa
giftist so við Óla Debes, tá ið
hon var 49 ár. Hon var triðja kona
hansara.
Mostir mín Lena, hon var
næstelst, giftist niðan á Rætt við
Óla Andriasi pápabeiggja. So var
tað mamma, hon æt Katrina eftir
ommu síni í Jákupsstovu. Hon
var slektað úr Svínáum og gift til
Gjáar. Maður hennara æt Heini,
men hann doyði í ungum árum.
Hon var tó verandi við Gjógv. Triðja
systirin æt Andrea. Hon giftist
við Kristian á Fløtti við Gjógv, sum
var skipari. Mamma hansara var
slektað úr Jákupsstovu og gift
við Petur Jakku á Fløtti. Tey vóru
systkinabørn. Hon var systir abba,
Jógvan í Jákupsstovu. Hon átti
fyrst Kristian. Trý ár seinni átti
hon ein son, sum æt Aksel. Hon
doyði einar tríggjar vikur aftaná,
at hann var føddur. Yngsta barnið
hjá ommu og abba var mammu
beiggi mín, Petur. Hann giftist
inn til Klaksvíkar við Thalu, dóttur
Samson.
Fýra systkin
Vit vóru fýra systkin. Eg var
elst og eiti Kristina Sofía, sum
er blivið til Dinnafía. Eg eiti
Kristina eftir ommu míni á Rætt,
og Sofía eiti eg eftir einum
systkinabarni mammu, sum
var deyð av tuberklum, og sum
var dóttir Poul Klein. So er tað
Jógvan beiggi. Han eitur eftir
abba í Jákupsstovu. Ein annar
beiggi æt Óli eftir Olriki á Rætt,
abba sínum. Pápi segði, at rætta
navnið var Óli. Hildið var, at Olrik
var fínari enn Óli. So átti eg eina
systur, sum æt Birgitta Maria.
Hon var gift inn til Klaksvíkar við
Harry Matras. Bert eg sjálv livi
eftir av systkjunum.
Pápi var fiskimaður
Pápi var fiskimaður, og hann var
fyri tað mesta við beiggja sínum
Óla Andriasi, sum var skipari.
Eitt skip, teir vóru við, var Star of
Hope í Fuglafirði. Eg veit ikki um
gamli Sámal Petur átti tað.
Men fyrst eg minnist, at pápi
var til skips, var eg 5 ára gomul.
Hann var tá við Arizonu. Tá
var hann saman við Andriasi
í Tarti, hvørs lívssøga hevur
verið prentað í FF-blaðnum og
í Sosialinum. Tað var Lorvíks
Jóannes (Johannesen), sum átti
skipið, og FF-blaðið hevur eisini
havt frásøgn hjá dóttur hansara
Doru m.a. um skipini hjá Jóannes.
Tað gekk nokk ikki so væl
at fáa pengarnar tá í tíðini.
Tíðirnar hava vist ikki verið tær
bestu. Eg minnist, at mamma
og pápi plagdu at tosa um
hetta. Pápi hevði bílagt sær
einar svartaskógvar, og so hevði
hann ongar pengar fingið. Tá
minnist eg, at pápi segði: “Bara
svartaskógvarnir ikki eru farnir.”
Men pengarnir, teir komu so.
Jóannes var ein ordiligur maður.
Hann átti ikki bara Arizonu, hann
átti eisini Kristiannu og Ortariu.
Fyrsta grind í 28 ár
Í 1925 og 1926 førdi Óli Andrias
Langanes, og í 1926 var tað, at
ein grind kom í Funningsfirði, tá
teir skuldu fara avstað. Tá hevði
grind ikki verið í Funningsfirði í
28 ár. Hetta kom sum rímiligt er
væl við hjá fólkinum.
Tað var so ofta, at skip lógu á
Funningsfirði. Her lá Langanes
eisini. Tað er meðan teir liggja
her, klárir at fara, tá kom henda
grindin.
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Samrøða
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Dinnafía og Jógvan Sofus Ferjá:
Søgan hjá einum
fiskimannahjúnum
Dinnafía og Jógvan Sofus Ferjá. Í hesi og komandi Miðvikum fær lesarin møguleika fyri at lesa áhugaverdu
frásagnirnar frá teirra lívi.