Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 • 21. mars 2007 MIÐvikan Eg fari upp í skúla henda morgunin og síggi, at tað eru so nógvir bátar undir Kalsoynni. Tá var tað grind, og teir róku grindina suður eftir Djúpunum. Manningin á Langanesi fór til gongu til Funnings. Grindin var komin so langt inn, tá vendir hon út aftur, og teir á Langanesi kastaðu kol fyri at fáa grindina at venda inn aftur. Tað eydnaðist, og hon doyði. Tað vóru yvir 500 hval. Tað var óført. Jarðarhvalurin var ikki farin av tá, tað hendi í 1932. Tey, sum áttu jørð, fingu serligan part, og tey fingu so forferdiliga nógva grind, tí øll jørðin við Gjógv var ogn. Omma og abbi á Rætt áttu nógva jørð, og tey vóru tískil millum tey, sum fingu serliga nógva grind, og hetta kom eisini teirra børnum til góðar. At síggja oman í Gjónna tá, á tann matur! Gjógvin var full av grind. Men hon kom tó øll til høldar. Tað bar ikki til at koyra mat burtur. Ein stórur partur varð saltaður í tunnur, men grind varð eisini hongd upp at turka. Serliga tey, sum áttu jørð, høvdu nóg mikið av grind fyri árið og meira enn tað. Grindin var førd til Gjáar við einum skipi úr Suðuroy, “Vigelant”, sum Viberg førdi. Spanska sjúkan Tískil fóru teir ikki avstað við Langanesi beinanvegin. Tað verður grindadansur í Funn­ ingsfirði, og honum mátti bíð­ast eftir. Tað vóru eisini funn­ ingsmenn við skipinum. Aftan á dansin verður farið avstað. Tá ið teir koma millum Ísland og Føroyar, legst fólkið sjúkt, og tann fyrsti, sum legðist, var Sigfred í Funningi. Hann hevði verið í dansi í Funningsfirði og er helst smittaður har. So løgdust teir hvør eftir annan av sponsku sjúku, sum er eitt slag av ringari influensu, og sum eisini var sera ring her, og sum gekk um allar Føroyar og eisini úti í heimi. Teir vendu aftur, og skipið kom á Havnina, har doktari kom umborð. Fyrsta medisin, teir fingu, var konjakk! Eg minnist væl, tá ið vit fingu hesi boðini. Systir Olrik kom niðan til okkara og fortaldi, at Langanes var kom­ in inn aftur, og at pápi og gubbi, Óli Andrias, vóru báðir farnir á hospitalið við lungabetendilsi. Hetta var ikki gamansleikur tá tí tíðini, áðrenn pensilinið var uppfunnið, og ofta doyðu fólk av hesum. Pápi var so forferdiliga ringur, og hann mundi doyð. Gubbi kundi ikki fara avstað aftur sama túrin, og hann bleiv verandi á hospitalinum. Pápi fór ikki avstað fyri árið. Hetta hevur verið ein rættiligur fíggjarligur smeitur fyri húsið, og tá var einki sum æt sjúkrapeningur og almannahjálp! Men tað var so heppið, at tað var nógv ogn hjá ommu og abba á Rætt. Her høvdu tey eisini neyt, og eg minnist, at tey hava havt tríggjar kýr, so her var nóg mikið av mjólk til okkum eisini. Síðan varð skift, og vit fingu eina kúgv. Bestimaðurin var av Eiði, Klæmint í Stovuni, hann gjørdist so skipari. Hetta var í apríl, sama ár sum kirkjubasarurin var við Gjógv. Fólkið við Gjógv gjørdist eisini so sjúkt. Omma mín á Rætt var 80 ára gomul. Hon legðist í songina, sum fólk ofta gjørdu fyrr, og hon doyði stutt eftir. Eg og mamma blivu ikki sjúkar. Fingu feskan kalva úr dammi Eg minnist, at í 1927 førdi Óli Andrias Aleksandru, sum ikki hevði motor. Tað vóru so mong skip, sum tá ikki høvdu motor, men tey fingu motor stutt eftir. Aleksandra hevði damm, sum Arizona eisini hevði. Skipini við dammi fiskaðu upp í dammin á endanum av túrinium. Fiskurin var avreiddur livandi í útlandinum, og hetta loysti seg eisini væl. Eg minnist, at vit fingu ein feskan kalva, og at pápi segði við meg, at hann hevði svomið í damminum. Rindaðu keyp­mann­ inum í hondina Tað var eitt, sum var øðrvísi við at búgva t.d. við Gjógv og so í teimum stóru reiðarabygdunum. Í hesum bygdum vóru fiskimenninir bundnir at reiðaranum, tí hann hevði handil. Her var eisini keypt og skrivað, inntil avrokningin kom, og tá var sjáldan nakað eftir. Her komu fiskimenn at verða meira bundnir at reiðarínum, og tískil var nærum einki, sum kallaðist kontantir pengar. Hetta bar ikki til við Gjógv, har keypmenninir einki høvdu við reiðaríini at gera. Men eg minnist einki til, at vit vóru verri fyri av tí. Heima hjá okkum høvdu vit altíð nógv mikið av reiðum peningi, so tað vit keyptu kundi gjaldast í hondina, og tey flestu áttu eitt sindur umframt. Inntøkan var nú heldur ikki so vánalig, tí pápi fiskaði væl. Hann var altíð bestur at fiska, og í sjálvdrátti vórðu fiskimenn eisini løntir í mun til talið av fiski, hvør einstakur maður dró. Eg minnist, frá tí eg var barn, at eg eina ferð hoyrdi mammu og pápa tosa saman, tá vit vóru uppi um morgunin. Pápi segði: “Eg havi fortjent so nógv í ár, ikki minni enn 900 kr.” Hetta var 14 ➙ T.h. eru foreldrini hjá Dinnufíu, Sjúrður og Katrina. F.v. beiggjar hennara Óli og Jógvan