Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 57 - 21. mars 2007 SEYÐAHUNDAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Teir upplivdu føroyska veðurlagið frá síni bestu og ringastu síðu leygardagin, seyðahundaánararnir. Byrjað var um 10-tíðina leygarmorgunin í allarbestu líkindum, lítið lot, turt og við hvørt var ikki frítt, at sólin hevði hug at kaga fram. Seyðahundakapping var í Nólsoy, og 14 mans mans vóru møttir við 18 hundum, Kappast var í tveimum flokkum, flokki 2 og flokki 1. Hundarnir eru býttir upp í tríggjar flokkar, har flokkur 3 eru teir bestu og mest vandu hundarnir, meðan flokkur eitt eru teir nýbyrjaðu. Byrjað verður altíð við mest vandu hundunum, tí seyð­urin, ið nýttur verður, er aloftast seyður beinleiðis úr haganum, og tí sum oft­ ast óvanir við hundar. So teir meiri vandu hundarnir spekja seyðin og venja hann eitt sindur til hundar, áðrenn teir óvandu royna seg. Í flokki 2 vóru 10 hundar, og har gjørdiat sera spennandi millum 1. og 2. plássið. Stig verða givin eftir ymsum dugna­skaps­royndum, 100 sum tað mesta. Endin var, at Nap hjá Eyðstein Jensen fekk 85 stig á 1. plássi, meðan Taff hjá René Hansen fekk 84 á 2. plássi. Tíverri øtlaði hann veðrið sum dagurin leið, og tá teir óroyndu hundarnir sluppu framat, var bæði vindur og regn. Serliga vindurin førdi við sær, at seyðurin var ring­ur at fáast við, og alla tíðina søkti undan vindinum. Óroyndu hundarnir megnaðu í flestu førum ikki at fáa seyðin upp í ættina aftur, og av teimum 8 hundunum, ið vóru við í 1. flokki, vórðu helmingurin - 4 hundar - kolldømdir. Men eisini í 1. flokki var tað ein av kendu seyða­hunda­ monnunum, ið fór avstað við sigrinum, nevniliga Absalon Hansen við hundinum Fleet. Tríggir teir bestu í 2. flokki gjørdust sum nevnt Eyðstein Jensen við Nap, René Hansen við Taff og nr. 3 Erik Heinesen við Fenju. Í 1. flokki var Absalon Hansen sum nevnt nr. 1 við Fleet, Hanus Højgaard bleiv nr. 2 við Gayu og triðja plássið fór til Suna Johansen við hundinum Róð. Seyðahundakapping í ódn og logn Teir bestu í flokki 2 gjørdust frá vinstru Erik Heinesen á 3. plássi, Eyðstein Jensen, sum vann, og René Hansen nr. 2. Í 1. flokki vann Absalon Hansen (í miðjuni), annað plássið fekk Hanus Højgaard (tv) og Suni Johansen (th) fór avstað við triðja plássinum Stuttligt er at síggja, hvussu spentir hundarnir eru at sleppa at reka seyðin – og væl duga teir. Teir gera arbeiðið hjá nógvum monnum Fimm tilboð Freistin at lata inn tilboð upp á arbeiðið at gera nýggja brúgv um Dalánna í Kollafirði var úti mánadagin, og Landsverk hevur fingið fimm tilboð frá fýra arbeiðstakarum upp á arbeiðið. Tórleif Hansen kann gera arbeiðið fyri 4.145.529 krónur, Sp/f við Sjógv kann gera tað fyri 4.174.697 krónur og Sf/f Norðhús fyri 4.536.377 krónur. Partafelagið Articon hevur tvey tilboð, eitt uppá 4.997.505 krónur og eitt upp á 5.327.505 krónur. Meiri til pensjonistar Nógvir pensjonistar í Grønlandi stúra fyri, at teirra kor fara at versna, nú landsstýrið avmarkar møguleikarnar hjá kommununum at hjálpa pensjonistum við fíggjarligum ískoyti til eitt nú hita, el ov vatn. Men landsstýrismaðurin í almannamálum, Aleqa Hammond, sissar pensjonistarnar. Hon heldur uppá, at ein nýggj skipan, sum landsstýrið hevur lagt fram, fer at gera tað uppaftur betri at vera pensjonistur í Grønlandi. Á aðalfundinum hjá Føroya Banka vóru ymsar viðtøkubroyt­ ingar viðtiknar. Ein av hesum sigur, at eingin kann atkvøða fyri meiri enn svar­ andi til 10% av parta­ pen­inginum. Men samstundis er ásett, at eingin avmarking er fyri fulltrúum til nevndina AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá Føroya Banka mánakvøldið vóru nakrar viðtøkubroytingar í upp­ skoti, og eisini sam­tyktar. Flestu av broytingunum verða framdar fyri at laga viðtøkurnar til einskiljingina, sum stendur fyri framman. Fimm punkt í viðtøkunum vóru í uppskoti til broyting. Eitt teirra var at býta parta­ brøv bankans sundur í parta­ brøv á 20 kr. í staðin fyri sum nú 100 kr. Annað var at skoyta brot upp í paragraffina um avtøku ella fusión, har ein slík avgerð skal samtykkjast av í minsta lagi 2/3 av um­­boð­ aða partapeninginum á aðal­ fundinum. Eitt annað punkt viðvíkti nevndini, og ein broyting varð samtykt ið sigur, at ein nevnd við 4-6 limum verð­ur vald á aðalfundinum, og situr henda nevnd fram til næsta aðalfund og ikki sum nú, tá nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Aldursmarkið verður samstundis broytt frá 67 til 70 ár. Ein onnur broyting verð­ ur gjørd í §8, stk. 3, har at­­ kvøðu­greiðslan á aðal­fund­­ inum verður umrødd. Eft­ir einskiljingina verður ikki møguligt hjá einum ein­støk­ um ánara at atkvøða fyri meiri enn svarandi til 10% av parta­ peninginum til­sam­ans, heldur ikki, um partaeigari hevur full­ trú frá øðrum eigarum. Men henda avmarking er tó ikki galdandi fyri nevnd­ ina, sum tískil kann fáa full­ trú frá einum meiriluta av partaeigarunum og atkvøða hareftir. Hetta merkir so, at nevndin framvegis kann stýra bankanum á sama hátt sum nú, tá bankin bert hevur ein høvuðseigara. Hóast bankin verður privatur: Nevndin kann framhaldandi stýra bankanum Eyðun á Rógvi, formaður, og Nils Sørensen, nevndarlimur í Fígg­ ingargrunninum frá 1992, umboðaðu grunnin á a›alfundinum