mikudagur 21. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 57 - 21. mars 2007
- Eg útiloki ikki, at
fiskivinnuskipanin
kann broytast, men
tað skal gerast í
samsvari við
samgongujskjalið,
sum týðiliga sigur, at
slíkar broytingar
skulu gerast í samráð
við vinnuna, sigur
Jørgen Niclasen,
fyrrverandi
fiskimálaráðharrin.
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í kjalarvørrinum av mál
inum um Atlantic Naviga
tor sigur fyrrverandi lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Jørgen Niclasen, at
tað á ongan hátt undrar, at
vinnan reagerar.
- Fiskimálaráðharrin kem
ur ferð eftir ferð við útmeld
ingum, sum bara øðrkymla
vinnuna. Og er tað nakað,
ið vinnan hevur brúk fyri,
eru tað tryggir karmar, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann fílist serliga á, at
Bjørn Kallsø eftir øllum at
døma liggur í sjálvdrátti í
flestu málum, og at fiskimála
ráðharrin als ikki tryggjar
sær politiskan meiriluta fyri
teimum uppskotum, sum
hann »sleingir út«.
- Tað er í heilum, at fiski
málaráðharrin leggur upp
skot fram uttan at tryggja
sær stuðul í politiska bak
landinum. Og hetta skal
steðgast. Vit fara at krevja,
at samgonguskjalið verður
hildið, og tað sigur týðiliga,
at broytingar í fiskiskipanini
skulu bert fara fram í samráð
við vinnuna – og hetta hevur
Bjørn Kallsø heilt ignorerað,
sigur Jørgen Niclasen, sum
eisini er framsøgumaður
Fólkafloksins í fiskivinnu
málum.
Hann heldur, at skinkluta
støðan hjá fiskimálaráð
harranum, har hann sleingir
um seg í eyst og vest við
útmeldingum av ymsum
slag, rykkir teppið undan
vinnuni. Og at reiðaríið hjá
Atlantic Navigator nú hevur
tikið støðu um at steðga
við fiskiskapinum undir
føroyskum flaggi, bara er
ein avleiðing av ótryggu
støðuni, sum vinnan er kom
in í orsakað framferðini hjá
Bjørn Kallsø.
Tað stutta av tí langa er
so, at Fólkaflokkurin sam
bært Jørgeni Niclasen ikki
longur fer at finna seg í,
at fiskimálaráðharrin letur
hánt um samgonguskjalið,
men tekur vinnuna við upp
á ráð, um talan verður um
broytingar, ið ávirka fiski
vinnuskipanina.
Jørgen Niclasen, fyrrverandi fiskimálaráðharri:
Krevja at samgonguskjalið verður hildið
Ikki fólkaatkvøða enn
Á fundi í gjár samdust samgonguflokkarnir um, at uppskotið
til Stjórnarskipan Føroya skal leggjast fyri Løgtingið í hesari
tingsetuni. Stjórnarskipanin fær tó ikki gildi, fyrr enn fólkið
hevur sagt sína hugsan um hana á einari fólkaatkvøðu, og
hon kann ikki haldast fyrr enn í fyrsta lagi eitt hálvt ár eftir,
at Løgtingið hevur samtykt tað. Tað er tí lítið hugsandi,
at fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina verður hesumegin
komandi løgtingsval.
Nýggjar oljutangar
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið partafelagnum
frá 14. februar í 2006 umhvørvisgóðkenning til at seta
tríggjar oljutangar á Enninum í Fuglafirði. Talan verður
um tveir tangar til brenniolju og ein til gassolju, og teir
verða tilsamans 19.000 rúmmetrar stórir. Felagið ætlar at
selja Havsbrún og skipum olju, og tí skal ein oljuleiðing
leggjast til Havsbrún. Felagið fer nú at søkja Fuglafjarðar
kommunu um byggiloyvi.
Seinasta árið eru
minst 18 starvsfólk
rýmd frá Toll- & Skatt
í Havn. Ótrygg arbeið
sviðurskifti og betri
tilboð frá øðrum
arbeiðsplássum til
hægri útbúnu starvs
fólkini, eru tvær av
orsøkunum
STARVSFÓLKA
FLÝGGJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Toll- & Skattstovan hevur
seinasta árið upplivað eitt satt
mannfall av starvsfólkum.
Av økisskrivstovuni fyri
Streymoyarøkið eru 11 av 62
fólkum farin seinasta árið,
og enn verri stendur til við
gjøgnumtrekkinum í Albert
Hall, har 7 av 30 starvsfólk
um hava sagt starvið frá sær
seinasta hálva árið.
Vælvitandi keldur, sum
Sosialurin hevur tosað við,
siga, at fleiri orsøkir eru til
stóra exodus’ið úr stovninum.
Ein av orsøkunum eru drúgvu
bygnaðarbroytingarnar, sum
ikki tykjast fáa ein enda.
Onnur orsøkin er vánaligi
trivnaðurin, ið stendst av
hesum umskipanum og í
triðja lagi rýma best útbúnu
starvsfólkini til onnur
arbeiðspláss, ið kunnu bjóða
betri sømdir og betri løn.
So trupulleikin má sigast
vera, ikki bert at fólk rýma
av stovninum, men tað er
hartil best útbúnað fólkið,
ið søkir aðrar avbjóðingar.
Broytingar og umskipingar
á stovninum hava ført saman
leggingar við sær. Og hetta
hevur so aftur ført til, at
starvsfólkatalið náttúrliga
minkar. Men tann veruleikin
er ikki einasta orsøkin til
starvsfólkaflýggjanina.
Hesar broytingarnar hava
nú staðið við í meiri enn
trý ár, og enn er eftir øllum
at døma ikki komið á mál.
Tíðirnar eru góðar, og við
ótryggleikanum í huga er
einki at siga til, at fólk, ið
til dømis fáa bjóðað annað
- og betri – starv, gleðiliga
taka av.
Góðar tíðir
Deildin í Runavík, deildin í
Norðoyggjum og í Vágum
eru lagdar saman í eina
deild, sum skal flyta í hølir
í Gøtu. Har skulu hølir
byggjast at húsa samanløgdu
deildini, og eftir ætlan skal
nýggja deildin flyta til Gøtu
í seinasta lagi í mars mánaði
komandi ár. Har eru eingi
starvsfólk farin úr starvi
sum skilst.
Arnold Hjelm Nielsen er
stjóri á Toll- & Skatt, og hann
váttar, at gjøgnumtrekkurin
av starvsfólkum hevur verið
størri enn vanligt. Men hann
vísir á, at almenn arbeiðs
pláss vanliga hava ávísar
trupulleikar at halda upp á
fólkið í góðum tíðum.
Tað er einki óvanligt, at
fólk í góðum tíðum fáa til
boð frá privatum arbeiðs
plássum um betri løn og
arbeiðsviðurskifti, og tí
síggja vit hetta fyribrigdi í
hesum døgum, sigur Arnold
Nielsen.
Men hann viðgongur eisini,
at broytingarnar á stovninum
kunnu hava sína ávirkan á
stóra talið av starvsfólkum,
ið søkja aðrar leiðir.
Nýggj leiðsla er komin á
stovnin, har hann sjálvur sum
stjóri er partur. Og Arnold
leggur dent á, at ein av upp
gávunum hjá nýggju leiðsluni
er at umskipa stovnin og
savna somu uppgávur á sama
stað, so uppbyggjast kann ein
servitan á økjunum. Longu í
2003 varð byrjað at tosa um
broytingar, og í løtuni verða
so ætlaðu broytingarnar settar
í verk. Men hetta tekur tíð og
kreftir.
Sjálvt um nógv fólk er
farið seinastu tíðina, so
royna vit at seta nýtt fólk
í staðin sum skjótast. Og
vit meta sjálvi, at vit hava
spennandi og avbjóðandi
uppgávur til starvsfólkið,
sigur Arnold Hjelm Nielsen,
stjóri á Toll- & Skatt.
Starvsfólk flýggja frá Toll- & Skatt
Starvsfólk eru seinasta árið rýmd í stórum tali frá Toll- & Skatt.
Góðu tíðirnar fáa ein part av skuldini
Jørgen Niclasen, fyrrverandi
fiskimálaráðharri og fram
søgumaður Fólkafloksins í
fiskivinnumálum, er ógvu
liga ónøgdur við útmeld
ingarnar hjá Bjørn Kalsø.
– Hetta má steðga. Nú skal
samgonguskjalið haldast!