Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2007 17 tíðindi Tann føroyska hjálpin ger mun – Er málið fyri hjálp­ ini púra greitt, kann ovurstór nytta fáast burturúr sjálvt eini lítlari upphædd. – Hetta prógvaði ikki minst tann føroyska hjálpin til fiskivinnu­ samfelagið í Banda Aceh, sum varð lagt í sor eftir tsunami­ flóðalduna í 2004, sigur Fernando Soares frá felags­ skapinum Mercy Corps. SamStarv Orð & mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tinganes: Fernando var í vikuni gestur í Tinganesi, har hann kunnaði løgmann og landsstýrið um henda hjálparfelagsskapin og teirra virksemi kring heimin. Felagsskapurin Mercy Corps arbeiðir í 35 londum, men hevur haraftrat sam­ starv við gevarar í uppaftur fleiri londum, millum ann­ að umvegis Løgmansskriv­ stovuna í Føroyum. Støddin á londunum, ið felagsskapurin vil luttaka og samstarva við innan neyðhjálp og altjóða menn­ ingararbeiði, hevur ikki altíð so nógv at siga. – Tað vísir seg mangan, at tað er munandi lættari at samstarva við tey smærru londini. Ein fær líkasum altíð fatur á teim røttu fólkunum. – Tað vísir seg eisini, at ein her er meiri fleksibul, sigur Fernando, sum er verkætlanarstjóri hjá Mercy Corps í Edinburgh. Hetta er hvør sum helst felagsskapur. Mercy Corps er nevniliga í uppskoti til at fáa friðarheiðursløn Nob­ els! Beinleiðis føroysk luttøka Í Norðurlondum finnast viðurkendir stovnar og felagsskapir, ið hava drúgv­ ar royndir innan menn­ ingararbeiði. Millum hesar eru Danida í Danmark, Norad í Noregi og Iceida í Ísland. Føroyingar kunnu her við okkara førleika vera við í hesum arbeiðinum, millum annað í samstarvi við aðrar størri altjóða felagsskapir. Ein av hesum felagsskapum er júst Mercy Corps. Á sumri 2005 fekk hesin felagsskapurin 1 mió før­ oyskar krónur beinleiðis til at endurreisa fiskivinnu­ samfelagið í Banda Aceh á oynni Sumatra í Indonesi­ en eftir tsunami­flóðalduna á jólum 2004. Í hesum døgum eru tveir føroyingar haraftrat úti sum ráðgevarar hjá Mercy Corps í Jakarta, í samband við eina verkætlan um bróstageving í Indonesien. Her stuðla føroyingar bæði við peningi og við beinleiðis luttøku í arbeiði­ num. Frá fiskimanni til fiskimann Fernando sjálvur er sera fegin um, at føroyingar hava tikið avgerð um at fara inn í arbeiðið at menna og bøta um livikor og umstøður hjá fólki kring allan heimin. Mercy Corps sjálvt arb­ eiðir í 35 londum í løtuni, harav føroyingar hava verið og eru við í hesum arbeiðinum. Hóast føroyska ískoytið kann tykjast lítið í mun til allar tær hundraðtals milli­ ónirnar sum koma aðra­ staðni frá, so er Fernando sannførdur um, at tann føroyska hjálpin ger mun. Hann vísir til støðuna í Banda Aceh í februar 2007 í mun til desember 2004. Eftir flóðalduna lá allur hesin fiskivinnubýurin í sori. Tað var ikki hugsingur um nakað vinnuligt virksemi. – Men við hjálpini frá tykkum er býurin nú við at koma fyri seg aftur: Bátar verða umvældir, fiskamark­ naðurin verður endurreist­ ur og seinni verður helst eisini eitt ísvirki sett upp. – So her hevur tykkara hjálp verið til ovurstóra gagn og gleði hjá tí einstaka útróðrarmanninum – og ikki minst í samfelagnum rundan um hann, slær Fernando fast. – Nú eg havi verið í Føroyum veit eg meiri um, hvat tit arbeið við og hvat tit ætla. Á henda hátt kunnu vit menna samstarvið enn meiri í framtíðini, sigur Fernando Soares, verkætlanarstjóri hjá Mercy Corps Arbeiðið at skipa eina føroyska menningarhjálp er rættiliga nýtt. Tað er ikki eitt ár síðani, at ein ráðgevandi nevnd varð sett í hesum sambandi. Hinvegin so hava føroyingar frammanundan verið við í fleiri arbeiðum innan menningarhjálp og við neyðhjálp, tá stórar vanlukkur eru hendar. Og føroyingar verða eisini við í øðrum verkætlanum í framtíðini. Ein av hesum verkætlanum er samstarvið við Heimsbankan um Palau, sum ætlar sær undir oljuvinnu, men sum tørvar ráðgeving um hvussu ein fyrireikar alt hetta. Føroyingar hava haraftrat latið stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í ymiskum menningarlondum. Kring allan heimin Við føroysku hjálpini er býurin nú við at koma fyri seg aftur: Bátar verða umvældir, fiskamarknaðurin verður endurreistur og seinni verður helst eisini eitt ísvirki sett upp ” Arbeiðið við at geva útróðrarmonnunum í Banda Aceh eina framtíð, varð stuðlað beinleiðis úr Føroyum. Bátar verða umvældir og bygdir av nýggjum, eins og fiskamarknaðurin letur upp. Næsta stigið verður helst eitt ísvirki á staðnum