Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 57 - 21. mars 2007 200 limir í Fiski­manna­ felagnum missa um fáar mán­aðir starvið, tá Atlantic Navigator gevst við fiskiskapi undir føroyskum flaggi. Við útlitunum her og krillinum í suð­ ur­atlantshavi, kom uppsøgnin av mann­ ing­ini ikki púra óvart á fiski­­manna- ­­felags­­formannin UPPSAGNIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eg eri sera harmur um støð­ una við Atlantic Navigator! Jan Højgaard dylir ikki fyri, at tað er við serliga stórum harmi, at hann má staðfesta, at JFK nú hevur gjørt av at flagga Atlantic Navigator út úr føroyska flotanum. Júst hetta skipið hevur havt serligan týdning fyri føroyska fiskivinnu. Hann er at rokna sum eitt skúlaskip fyri føroyskan ungdóm, og hevur í allarstørsta mun verið við til at skapa áhuga fyri fiskiskapi og fiskivinnu millum tey ungu, sigur Jan Højgaard. Formaðurin í Fiski­manna­ felagnum vísir eisini á, at Røkke-fíggjaða skipið hevur skapt áhuga hjá konufólki at søkja sjógvin. Tað byrjaði av álvara við Næraberg og hevur rættiliga tikið dyk á seg við Atlantic Navigator. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tí er tað lívsneyðugt, at áhugin fyri hesi vinnu áhaldandi verð­ur vaktur millum unga fólk­­ið. Og í so máta hevur At­lantic Navigator verið fyri­mynd­ arligur, sigur Jan Højgaard. 200 limir í Fiski­manna­ felagnum er sjálvandi eitt munandi tal, men kortini kemur uppsøgnin av teim­ um ikki púra óvæntað á fiski­ mannafelagsformannin. Eg havi lisið í ú­tlendsk­ um bløðum um møgu­leik­ arnar við krilli í suð­ur­ atlantshøvum. So spurn­ ing­urin er, um tað bara er fiski­málaráðharrin, sum rekur skipið av landinum, ella um ikki eisini útlendski kapitalurin søkir hagar, ið møguleikarnir eru størstir, sigur Jan Højgaard. Føroyskir fiskimenn robustir Formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag sigur, at vit enn sum áður eru sera tengd at fiskivinnuni samfelagsliga. Og hann heldur, at tað er í fínasta lagi, at ungdómurin søkir sær útbúgving innan eitt nú telduheimin. Men Jan Højgaard vísir eisini á, at tað er alneyðugt við tilgongd frá teimum ungu til fiskivinnuna. Vit hava brúk fyri ung­ dómi innan øll starvsøki, men vit mugu eisini síggja í eyg­uni, at vit ikki fara at megna at kappast á løn­ar­ marknaðinum móti lág­lønt­ um teldusnillingum úr Asia. Tí mugu vit áhaldandi dúva upp á at skapa áhuga millum ungdómin fyri fiskivinnuni, sigur Jan Højgaard. Hann vísir á, at hann ætl­ ar sær at fara at tosa við manningina, tá uppsagn­ar­ freistin nærkast. Innan onnur starvsøki verður tosað hart og breitt um sálarfrøðingahjálp, tá fólk missa arbeiði. Men fiskimaðurin verður gloymdur. Í 1992 varð nógv tosað um sálarfrøðiliga hjálp til einar 10 sjúkrasystrar, ið mistu starvið orsakað av krepp­­uni. Men at 1200 fiski­­­menn samstundis mistu sítt livibreyð, tók eing­ in upp á tunguna, sigur Jan. Fiskimanna­felags­formaðurin væntar og vónar tó, at nýtt skip kemur í flotan fyri Atlantic Navigator, sum harvið kann hjálpa um støðuna hjá í hvussu er einum parti av teimum, sum nú missa starvið. Men hóast tað ikki hendur, er Jan Højgaard ikki so bangin fyri manningini. Føroyskir fiskimenn er eitt robust fólkaslag, sum ikki bukkar undir fyri tað fyrsta. Eg fari tí at biða tey ikki missa mótið, men halda flaggið høgt og stríðast fyri føðilandið, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Er ætlanin at revsa teir, ið vinna eitt oyra burtur úr fiskivinn­ uni, átti hetta at verið gjørt við eini broyting í skattalógini. Eg síggi als onga meining í teimum útmeld­ing­ um, sum koma frá fiskimála­ráðharr­an­ um um, at taka fiski­ loyvini frá skipunum, sjálvt um tað so ikki verður fyrr enn um 10 ár. Tí hvør banki vil fíggja okkara fiski­ vinnu við teimum treyt­um, sigur Tumm­ as Justinussen, reiðari og vinnulívsmaður FISKIVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Málið um Atlantic Navigator hevur skapt eina ávísa røring innan føroysku fiskivinnuna. Nógvir reiðarar síggja hetta sum bara fyrsta dømi um eina størri útflagging av okk­ ara fiskiflota. Og ein teirra, sum er ógvuliga bersøgin um støðuna, er Tummas Just­ inussen, reiðari og vinnu­ lívsmaður. - Eg síggi als onga meining í tí, sum verður ført fram av fiskimálaráðharranum. Er alt rumblið skapt av tí eina døminum, har Ejler Jacobsen fekk nakað av vinningi fyri sítt lívsverk, so er hetta av­gjørt ikki rætti mátin at tackla tann trupulleikan, sigur Tummas Justinussen. Hann vísir á, at skulu forð­ ingar setast fyri vinningi av sølu av eitt nú fiskiskipum, so skulu hesar gerast við broytingum í skattaskipanini og ikki við at leggja fiski­ flotan í skeljasorar. - Um Ejler fyri 50 árum síðani bygdi eini hús fyri dýrar dómar og seldi tey aftur í fjør, so hevði vinningurin verið munandi størri enn við Krún­borg. Men tá hevði eingin latið við seg koma á nakran hátt. Tá so talan er um eitt skip er alt á gosi, sigur Tummas við Sosialin. Ótryggleikin, sum valdar í føroysku fiskivinnuni við útmeldingunum um, at skip og reiðaríir um 10 ár mugu keypa fiski­ rætt­ind­ini á hvørjum ári, og um tilfeingisgjald ger, at útlendskir íleggjarar søkja aðrar leiðir. Og útlendsk bankafólk rysta á høvdinum at ruðulleikanum, ið valdar í Føroyum á fiski­ vinnuøkinum. Eingin vil fíggja Tummas Justinussen dyl­ ir ikki fyri, at tær út­meld­ ingar, sum koma frá fiski­ mála­ráðharranum køva allan áhuga og virkisvilja hjá monnum at fáast við fiskivinnu. Kapitalurin fer har, ið møguleikarnir eru best­ir. Og tá karmarnir í før­oysku fiskivinnuni eru so óstøð­ ugir og ótryggir, er tað bara náttúrligt, at íleggjarar søkja aðrar leiðir, tí teir eru sjálv­ andi áhugaðir í at forvinna pening, sigur reiðarin. Men ikki bara útlendskur kapitalur flýggjar úr vinnuni. Eisini føroyskir reiðarar um­hugsa heilt náttúrligt at søkja aðrar vegir og aðrar vinnugreinar. So er politiska ynski kaos, so er hetta rætta leiðin at ganga, sigur Tumm­ as Justinussen. Eingin skal tó halda, at hann er ímóti allar stýring innan vinnuna. Tí Tummas heldur tað vera í lagi, at vart verður fyri, at útlendski kapitalurin yvirtekur før­ oysku fiskivinnuna. Held­ ur ikki metir hann tað vera nakað forgjørt í øðr­ um avmarkingum í fiski­ dagaskipanini. Men harfrá og til at gera av, at um 10 ár missa øll skip síni fiski­rættindi fyri síðani á hvørjum ári at kappast um at keypa tey aftur, er sum at leggja eina bumbu undir vinnuna. Tað er í lagi at fylgja ávísum treytum. Sum til dømis at føroyingar skulu eiga 67% av partapeninginum, at tú skal nýta í minsta lagi 80% av fiskidøgunum í ein­um 5 ára skeiði og at tú skal landa ávísa nøgd um føroyska uppboðssølu. Men við teimum ætlanum, fiskimálaráðharrin leggur fyri dagin nú, eigur føroysk fiskivinna onga framtíð. Eg skal ikki skava útyvir, at eisini vit týðum hava for­ vunnið pengar í vinnuni, men 99% av hesum eru end­aðir aftur í vinnuni so ella so. Og hvør banki vil fíggja eina vinnu, sum hevur so ótryggar karmar at virka undir? Við teimum útmeldingum, sum koma frá fiskimálaráðharranum er einki at taka seg aftur í, at Bjørn Kalsø er ein skandala fyri føroysku fiskivinnuna, sigur Tummas Justinussen. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum: Eg hevði varhugan av hesum Tummas Justinussen, reiðari: Bjørn ein skandala fyri føroyska fiskivinnu Við so ótryggum karmum, sum Bjørn Kalsø leggur upp til, fer eingin banki at fíggja føroyska fiskivinnu, sigur Tummas Justinussen, reiðariw Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, harmast um uppsagnirnar, men sigur, at føroyski fiskimaðurin er robustur og nokk skal klára seg