Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2007 19 Stutt sagt Vil hava pengarnar nú Fyri nøkrum døgum síðani samdust Norðurkorea, Suð­ urkorea, Kina, Japan, Russ­ land og USA um treytirnar, fyri at Norðurkorea skal gev­ast við sínum kjarn­orku­ ætlanum. Men í gjár kom kuril á tráðin. Ein partur av semjuni er, at Norðurkorea skal fáa fatur á teimum peng­­unum, sum landið eig­ ur uttanlands, men sum al­tjóða samfelagið legði hald á fyri at noyða Norður­ korea til samráðingarborðið. Í gjár vildi Norðurkorea hava vissu fyri, at landið fær pengarnar nú, men ta vissuna kundi landið ikki fáa. USA hevur lovað at lata norðurkoreanar fáa 25 mió. dollarar, sum standa í einum banka í Macau, men í gjár kundu myndug­leik­ arnir har ikki vátta, at peng­ arnir eru tøkir. Andstøðufólk hvørva Mannarættinda­­felags­skap­ urin Human Rights Watch vil vera við, at løgreglan og herurin í Teilandi hava tikið fleiri av teimum muslimsku leiðarunum har suðuri í land­inum. Endamálið við hand­tøkunum er at noyða muslimarnar at gevast við mótstøðuni ímóti myndug­ leikunum. Human Rights Watch skrivar í einari nýggj­ ari frágreiðing um 22 fólk, sum eru horvin, men sum eftir øllum at døma sita í varð­haldi hjá trygdar­deild­ unum. Í øllum teimum 22 førunum er talan um polit­ iskar andstøðingar, sigur HRW. Kann enda í rættinum Tað er minni enn so vist, at franski forsetin, Jacques Chirac, sleppur at njóta tíð­ ina, tá hann leggur frá sær um tveir mánaðir. Fronsk bløð skriva, at uttan fyri for­ setaborgina standa fleiri sak­førarar og bíða eftir, at forsetin kemur út haðani fyri seinastu ferð, tí tá kunnu teir stevna honum. Fyri tólv árum síðani varð Jacques Chirac skuldsettur fyri grovt svik, sum hann hevði gjørt seg sekan í sum borgarstjóri í París, men tá hann bleiv valdur til forseta, mátti málið sleppast, tí for­ setin kann ikki dragast fyri rættin. Kanska hevði Chi­ rac væntað, at sakførararnir fóru at lata málið liggja aft­ an á so mong ár, men tað er ikki líkt til, at hann slepp­ ur so lætt. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Skúlin skal ikki hava vánaligar lærarar. Teir eiga at fáa sekkin Anders Bondø Christensen, form. í danska lærarafelagnum útlond Seinasta samdøgrið hevur italska løg­ reglan tikið 171 fólk og sett tey í varðhald Í fleiri førum hevur løg­regl­ an tikið heil húski, tí sam­ bært fjølmiðlunum hevur løg­reglan avdúkað, at í fleiri førum hava foreldur og børn samstarvað um at selja rúsevni. - Tað er eingin ivi um, at kvinnur hava fingið ein størri leiklut í virkseminum hjá mafiuni, og at í fleiri førum eru tað kvinnur, sum standa fyri rúsevnasøluni í summum økjum. Harafturat hava vit dømi um, at kvinn­ ur standa fyri flutninginum, sigur talsmaðurin hjá løg­ regluni í Napoli, Gaetano Maruccia. Hann heldur tó, at fleiri av kvinnunum eru farnar upp í virksemið hjá mafiuni, tí teirra menn eru tiknir og sita í fongsli. Tað stóra átakið hjá italsku løgregluni hesaferð var vent ímóti mafia­felags­ skapinum Camorra, sum hev­ur staðið fyri øllum mafiavirkseminum í Napoli tey seinastu tíggju árini. Umleið 1.000 løgreglufólk vóru við í átakinum, og fleiri týðandi mafialimir vórðu tiknir og skuldsettir út frá upplýsingum, sum løg­reglan hevur fingið frá einum fyrrverandi mafia­ leið­ara, sum hevur samstarv­ að við løgregluna tey sein­ astu árini. Bumbumenninir høvdu tvey børn á baksetrinum í bili­ num fyri at sleppa inn um girðingina. So sprongdu teir bilin við børnunum í luftina Uppreistrarmenninir í Irak aftra seg ikki við at brúka børn fyri at røkka sínum mál­um, sigur amerikanski generalurin Michael Bar­ bero. Á tíðindafundi í verju­ málaráðnum Pentagon greiddi hann frá einum til­ burði. - Trygdarmenn í Bagdad steðgaðu einum bili við tveimum monnum, men tá trygdarmenninir sóu, at tvey børn vóru á baksetri­ num, lótu teir bilin sleppa ígjøgnum girðingina. Teir báðir menninir settu bilin nakað innan fyri girðingina, men so fótu teir úr bilinum og kvikaðu sær burtur. Í somu løtu fór bilurin í luft­ ina - við teimum báðum børnu­num á baksetrinum. Michael Barbero, gene­ ralur, segði, hetta var fyrstu ferð, at hann hevði hoyrt, at uppreistrarmenn hava brúkt børn fyri at sleppa ígjøgnum girðingarnar í Bagdad. Hann helt, at hetta kann vera ein avleiðing av, at ameri­kanskir og irakskir her­menn hava hert eftirlitið í býnum, og at upp­reistrar­ menninir tí hava valt at ganga nýggjar leiðir. Tilburðurin, sum Michael Barbero, generalur, greiddi frá, var seinasta sunnudag í Sadr-býarpartinum. Tað er ikki greitt, um tey bæði børn­ini høvdu nakað til­ knýti til teir báðar bumbu­ menninar. Brúka børn í bumbuálopum Stórátak ímóti mafiuni Alt fleiri kvinnur eru uppi í tí ólógliga virkseminum hjá italsku mafiuni.