Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 21. mars 2007 23 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo »Persónliga haldi eg, at tað er stór skomm, at Føroyar fram­ haldandi tapa 6-0. Líkamikið hvørjar umberingar eru« Todi Jónsson ítróttur FCK er fyri- myndin Tað eru nógvir, sum hava tveitt hópin av pengum í fótbóltsfeløg, uttan at annað enn fíggjarligir trupul­leikar hava verið úr­slitið. Tann vandan er Todi Jónsson fullgreiður um, men hann slær fast, at hetta nú ikki er tað, sum føroyski íleggjaraskarðin hevur í huganum. - Vit hava so valt, at vit ikki fara út og blaka ein stóran posa av pengum eftir nøkrum góðum spæl­arum, tí hetta í sjálv­ um sær skapar einki grundarlag. - Fremsta partmálið er at styrkja fyritøkuna, og tí hava vit heldur valt at nýta pengar upp á ein dugnaligan stjóra. Og so kunnu vit kanska um hálvt ella heilt ár hugsa um at keypa spælarar til felagið. Sjálvur nevndi Todi á tíðindafundinum, at hetta kanska var ein leið, sum var í tráð við ta, sum Flemming Østergaard hevur nýtt í FCK. Men hann hevur tó ikki tosa við gamla stjóran hjá sær um góð ráð. - Eg havi ikki tosað við hann um hendan part­ in. Men hóast tað eru nakr­ar milliardir á muni mill­um FCK og Fremad Amager, so hava báðar fyritøkurnar fótbóltin sum felagsnevnara. Tí er nátt­úrligt, at vit eisini skeita eftir, hvussu FCK hevur gjørt. Tí hetta er uttan sammeting best eydn­aða samanleggingin av donskum feløgum. -mørk Dreymurin um at hjálpa landsliðnum er drívmegin hjá Toda. Sjálvandi vil hann eisini hava fíggjarliga grundarlagið at rigga, men fyrst og fremst er dreymurin at geva ungum føroyskum spælarum møguleika at menna seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av hornasteinunum í ætl­anunum hjá Toda Jóns­ son í Fremad Amager er at menna føroyskan fótbólt. Tað er eisini hetta, sum hev­ur fingið føroyskar spons­orar og íleggjarar við í felagið, og sjálvur tyk­ist Todi sannførdur um, at hetta kann vera ein stór hjálpandi hond til føroyska fótbóltslandsliðið. - Vit hava tikið útgangsstøði í landsliðnum, og hvat skal til, fyri at menna hetta. Og lat meg siga, at hetta er ikki nakað nýtt hugskot hjá mær. Megna vit at skapa eitt felag, har vit støðugt kunnu menna føroyingar til at spæla í superliguni ella fyri tað Belgia ella Týsk­ landi, so gagnar hetta eisini landsliðnum. - Persónliga haldi eg, at tað er stór skomm, at Før­ oyar framhaldandi tapa 6-0. Líkamikið hvørjar um­ber­ ing­ar eru. Tú sært eisini við­ merkingarnar, sum koma alt fyri eitt, nú úrslitini ikki hava verið heilt so góð. Tað eru lond, sum vilja hava okkum úr fína selskapinum á altjóða pallinum, tí tey halda ikki, at vit hava nakað at gera her. Landsliðið skal heysta fruktirnar Og sambært Toda, so er spurningurin, hvussu leingi Føroyar hevur ráð at bíða eftir, at landsliðið skal menna spælararnar. - Tí havi eg saman við íleggj­arunum ein áhuga í at skapa betri umstøður fyri landsliðið. Fótbólturin hevur eitt stórt tak á vanliga føroyinginum, og vit síggja hetta sum frymilin fyri at betra um landsliðið. Tú kanst senda spælarar at renna niðan á Háfjall og aftur, men fáa teir ikki fótbóltsligar avbjóðingar á einum høgum støði hvønn dag, so verða teir ikki betri enn eit vist. Nálareygað ov lítið - Tí veruleikin er, at føroy­ ingar hava sera trupult við at sleppa út um landoddarnar at royna seg. Sjálvandi eru fleiri ungir spælarar uttanlands til royndarvenjingar, men teir hava avgjørt oddsini ímóti sær. Ikki minst, tí teir sjáldan hava neyðuga støðið her og nú- men teir kunnu mennast. Og samstundis skifta teir tá frá graslíki til gras. Tí verða tað teir fægstu, sum veruliga fáa ein møguleika. Eisini tí føroyingar ikki verða roknaðar fyri nak­að í fótbóltshøpi, og tí spæl­ ararnir av hesum ikki fáa tann kreditt, sum teir kanska hava uppiborið. - Her vilja vit geva møgu­ leikan fyri, at ungir spælarar í eini 2-3 ár sleppa at menna seg, so teir veruliga sleppa framat. Kunnu vit á hendan hátt uppala nakrar super­ liguspælarar – og kanska meira enn tað – so kann hetta verða eitt sera stórt framstig fyri føroyskan fót­ bólt á altjóða støði. Og fram um alt, so er tað hetta, sum er aðalmálið, sigur Todi Jóns­son. Maðurin, sum so ofta hevur gingið á odda fyri føroyska landsliðið á vøllinum, men sum nú vil sleppa at geva sítt stóra íkast uttan fyri vøllin. Dreymurin er eitt sterkari landslið Hóast hann neyvan verður at síggja aftur á føroyska fótbóltslandsliðnum, so hevur Todi á ongan hátt slept dreyminum um at lyfta Føroyar á altjóða pallinum