Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 57 - 21. mars 2007 ] Úrslit av drúgvum arbeiði Karsten Østergaard hevur í drúgt áramál verið partur av leiðsluni handan áhugadeildina hjá Fremad Amager. Her hevur eitt av aðalmálum hansara verið at skapa eitt “Øens Hold”, sum alt Amager kann savnast um. Og tí fegnaðist hann stórliga, nú hann saman við føroysku íleggjarunum kundi almannakunngera nýggju ætlanina. - Hjá mær er hetta úrslit av tveimum árum við drúgv­ um arbeiði og nógvum fundarvirksemi. Men eg fegnist eisini um, at vit við Toda hava fingið ein somikið seri­ øsan íleggjara. - Tí lat meg gera púra greitt, at hetta ikki er nakað, sum Todi bara ger til stuttleikar. Vit hava í meira enn hálvt ár havt ein dialog kring nýggju ætlanirnar, og tað er mín fatan, at okkara ætlanir sampakka sera væl við tær, sum nýggju eigararnir hava., sigur Karsten Øster­ gaard, sum nú verður fluttur í starv sum stjóri fyri sam­ takið “Øens Hold”. Talan var eisini um dreym hjá gomlum Fremad-fólki, nú ætlanirnar um eitt nýtt FCA loksins kundu leggjast alment fram Mynd: Símun J. Hansen Vandi eftir fundin Tað var ikki sitandi arbeiði, sum Todi hevði á skránni týsdagin. Umframt at standa fyri sponso-økinum í Fremad Amager, verður føroyski áleyparin eisini “spælandi eigari” fyrstu tíðina, og tí stóð venjing á skránni, tá klokkan var farin av fimm. Sjálvur roknar Todi tó ikki við, at hansara leiklutur verður tann berandi í so máta. - Eg eri til reiðar at hjálpa, har eg kann. Men eg eri hóast alt 35 ár, og tí verður tað ikki eg, sum verði millum berandi kreftirnar á vøllinu, tá framtíðar málið um uppflyting skal nast. Fyrst og fremst er tað sum innskiftari og gardering, at eg síggi mín leiklut, men tað verður so í seinasta enda venjarin, sum avger tann spurningin. Og so mundi venjarin kortini hava orsøk at smílast nakað. Tí hóast síni 35 ár, so man Todi Jónsson ikki vera tann vánaligasti jokarin hjá einum venjar at hava. Tann føroyski Laudrup Hóast Todi er eitt hampuliga stórt navn í Danmark, so legði Claus Bodnehoff vegna Eik stóran dent á, hvussu stór føroysku perspektini í ætlanini eru. - Tey fægstu í Danmark munnu vita, hvønn týdning Todi hevur fyri Føroyar. Skal eg gera eina sammeting, so vil eg siga, at Todi er tað fyri Føroyar, sum Michael Laudrup er fyri Danmark. Tí eru vit serstakliga fegnir um, at vit við hesum kunnu vera við ti lat skapa karmarnar kring eina framgongd fyri føroyskan fótbólt. Og áhugin millum føroyskar íleggjarar ætlanunum er sera stórur, segði Claus Bodenhoff. Kommunan bakkar upp Tá Fremad Amager seinast var í superliguni, noyddust teir at spæla heimadystir sínar í Valby, tí Sundby Stadion ikki var góðkent til superligubólt. Ætlanirnar við einum nýggjum FC Amager tykjast hava vakt kommununa, tí nú er samtykt, at 27 mió kr. skulu nýtast til Sundby Stadion komandi fíggjarár. Hetta røkkur tó ikki til endaliga góðkenning, sum krevur eitt nú hita í vøllin. Í fyrstu atløgu verður tó syrgt fyri, at ljósviðurskiftini verða í lagi, eins og onkrar ábøtur til áskoðaraviðurskiftini annars helst eru í væntu. Talan var ikki bert um ein stóran dag fyri føroyskan fótbólt. Danska pressan var sera væl umboðað á tíðindafundinum, har framtíðar ætlanirnar fyri Fremad Amager vórðu kunngjørdar. Ætlanir, sum skulu lyfta nýggja FCA upp til tungu dreingirnar í donskum fótbólti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nýggjur høvuðspartaeigari. Ein miðvís ætlan at menna føroyskan fótbólt. Og ein nýggj samanlegging, sum skal lyfta fótbóltin á Amag­ er upp til superliguna. Hetta vóru høvuðs­yvir­ skriftirnar, tá Fremad Amag­ er klokkan 14 týsdagin beyð til tíðindafund í hølum felagsins við Englandsvej á Amager. Todi hevði nervar Áhugin frá donsku pressuna var stórur fyri fundinum. Men tað var ikki sørt, at Todi bara fimm minuttir fyri byrjan hevði nervar. Sosialurin, Dimmalætting og eitt amagerkanskt lokal­ blað vóru tey einastu, sum vóru møtt, tá klokkan av álvara nærkaðist tvey, og føroyski høvuðspersónurin viðgekk aftaná, at hann var ikki sørt bangin, fyri tíð­ inda­fundurin skuldu gerast pínligur við bara trimum fjølmiðlaumboðum. Men beint áðrenn evsta­ mark tustu tíðindafólkini inn. Flestu donsku miðlarnir við respekt fyri sær sjálvum vóru til staðar, og tey fingu so eisini sína søgu. Stoltleikin á Amager Tí ætlanin við Fremad Amager er nógv meira enn at skapa eina føroyska lop­ fjøl. Fleiri av feløgum á høvuðsstaðaroynni hava ein stolta fótbóltssøgu, men seinastu nógvu árini hevur tað tó verið so sum so við stoltleikanum. Stutt sagt, so megnaðu hesi ikki at fylgja við, tá yrkisfótbólturin av álvara kom til Danmarkar. Tí var tað við stoltleika og gleði, at ítøgiligar ætlanir um eitt oyggjalið vórðu lagdar fram. Samráðingar kring hetta hava verið í eini tvey ár, og nú verður tað fyrrverandi formaðurin fyri áhugadeildina hjá Fremad Amager, Karsten Øster­ gaard, sum skal standa á odda fyri nýggju saman­legg­ ingini. Navnið á hesari verður FC Amager, og fyrsta kapp­ ingarárið hjá nýggja yvir­ bygninginum byrjar á sumri 2008. At tað ikki verður fyrr enn hetta, kemst av, at boð um slíka samanleggin skal gevast DBU undan 1. mars, og tí eydnaðist akku­ rát ikki at fáa komandi kapp­ ingarár við í ætlanunum. Uppflyting í 100 ára gávu Hóast tað í seinasta enda helst er málið, at FCA skal taka dystin upp við FCK og Brøndby um valdið í høv­ Framá við Toda