Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 57 - 21. mars 2007 ] Sjálvandi kunnu føroyingar styrkja liðið Benny Johansen, ið virkar sum manager hjá Fremad Amager, er sannførdur um, at føroyska ætlanin verður til stórt gagn fyri felagið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sterkasta sambandið, sum Benny Johansen áður hevur havt við Føroyar, mundi vera, tá SvF av misgávum setti hann sum føroyskan landsliðsvenjara. Enntá tosaði Benny Johansen tá beinleiðis í Degi og viku, men seinni kom tó fram, at tað var skeivi maðurin, sum Sjónvarpið hevði fingið fatur á. Venjarin, sum er ein av teimum royndastu og best lýddu í Danmark, hevur nú í hálvtannað ár virkað sum manager í Fremad Amager, og tá vit fingu orð á hann, tóktist hann sera væl nøgdur um menningina, sum nú tykist vera ávegis í felagnum. - Eg var sjálvur venjari, tá KB og B1903 løgdu saman til FCK. Og í dag er væl eingin, sum ivast í, hetta var rætta leiðin at ganga. Og fyri Amager síggi eg nýggju samanleggingarætlanina sum eina fantast­ iska góða gongd. - Tí eingin ivi er um, at upplandið til eitt stórfelag er til staðar. Á Amager búgvi upp ímóti 200.000 fólk, og tað er jú nógv meira, enn flestu provinsfeløgini hava sum uppland. Hartil sýna kanningar eisini, at tað eru sera nógvir amagerkanar, sum hyggja at fótbólti. Í dag er tó fyrst og fremst hjá FCK og Brøndby, at hesi koma at hyggja, men fáa vit nýggja FCA upp í superliguna, so ivist eg ikki í, at vit kunnu fáa hesi at hyggja at okk­ um ístaðin. Føroyskt fótbólts-college Ítróttarliga sigur Benny Johansenn, at núverandi hópurin ikki er nóg sterkur til veruliga at fara í uppflytingarstríð. Men hann heldur, at perspektivini við eitt nú føroyskari talent-menning ljóða sera spennandi. - Tað er eingin ivi um, at kunnu evnaríkir føroyskir spælarar nýta okkara felag sum lopfjøl, so gevur tað nógv størri menningarmøguleikar. Hetta kann jú eisini samantvinnast við útbúgvingini, so vit at kalla hava eitt fótbótlsceollege her. - Og tað sigur seg sjálvt, at sleppa spælarar at royna seg á hesum støði yvir eitt longri tíðarskeið, so menn­ ast teir nógv. Tit hava jú longu Andrew her sum eitt gott dømi um ein spæl­ ara, sum í dag hevur stó­ ran týdn­ing hjá okkum. Benny Johansen ivast ikki í, at modellið hjá Toda á Amager kann menna fleiri góðar spælarar Mynd: Símun J. Hansen Nógv meira enn ein íleggjari Fyrrverndi eigarin av Fremad Amager, Hanne Nørrisgaard, eigur framvegis 37% av partapeninginum. Men hóast hon soleiðis ikki longur ræður fyri borgum, so var hon serstakliga fegin um møguleikan, sum felagið nú hevur fingið. Eitt er, at felagið fær tilført kapital. Tað var neyðugt, og tað eri eg fegin um. Men við Toda Jónsson hevur felagið eisini fingið nógv meira enn so. Fyrst og fremst ein persón, sum hevur eitt stórt navn, og sum hartil eisini hevur eina miðvísa ætlan við sínari luttøku í felagnum. Tí ivist eg ikki í, at hetta er ein sera stór løta fyri Fremad Amager. uðsstaðnum, so verður tað ikki alt fyri eitt, at meddað verður somikið høgt. Fyrsta ítøkiliga málið er, at felagið skal vera í super­ liguni, tá teir í 2010 fylla 100 ár, men undan hesum skal grundarlagið veruliga skapast. Til hetta hava Todi & Co. fingið fatur á Nicolai Kaas- Heilmann, sum veruliga verð­ur roknaður sum ein stór kanón innan danskt ítrótt­arlív. Nýggi stjórin fekk ikki verið til staðar á tíðinda­ fundinum, tí HIK, haðani hann nú fer, noktaði at sleppa honum. Men talan er um ein mann við drúgvum royndum. Ikki minst innan fyriskipan av tiltøkum, har hann í fleiri ár var knýttur at Forum. Eisini hevur hann í fimm verið partur av lið­ num handan ítróttin á TV3, umframt at hann seinasta árið hevur stjórnað HIK. Nú er so eftir at fara til verka. Yvirøkan er framd og ætlanirnar eru lagdar til rættis. Eftir er hjá Toda & Co at prógva setningin í verki. Ein arbeiðssetningur, har bæði føroyingar og amagerkanarar við áhuga og spenningini fylgja við, hvussu leikur fer. Føroyskt búmerki Tað verður eitt føroyskt búmerki, sum fer at mynda nýggja FC Amager. Tá talan er um fleiri gomul feløg, sum nú kasta saman, er ikki altíð eins lætt at skapa ein nýggjan grafiskan samleika, men ein slíkur er nú góðtikin, og varð nýggja búmerkið eisini lagt fram á tíðindafundinum. Og við føroyskum eygum er áhugavert, at tað er Sansir, sum hevur teknað nýggja búmerkið. Klassiskt og elegant sær tað út, og vónandi verður hetta við tíðini eins vælkent, sum eyðkenda leyvan hjá FCK er tað. Todi er ikki einsamallur um ætlanirnar. Men tað er eingin sum helst ivi um, at føroyski áleyparin er maðurin, sum stendur á odda fyri felagnum. Her saman við Karsten Østergaard, Hanne Nørrisgaard og Claus Bodenhoff