Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 57 - 21. mars 2007 ] Royndu at rudda vøllin Í gjárkvøldið royndu fólk at rudda vøllin í Streymnesi fyri kava, soleiðis at spælandi verður seinnapartin í dag. Knappliga 40 fólk vóru møtt við spaka í hond, og klokkan átta var byrjað at gravað í nógva kavanum. Í ein tíma ella so gróvu tey so hugagóð, og nakað av kava fingu tey tikið oman av, áðrenn tey settu spakarnar. Sum skilst hevur nógva regnið í nátt hjálpt væl til, soleiðis at tað sindri sum nú liggur eftir, verður tikið burtur áðrenn steypadysturin millum EB/Streym og B71 ætlandi verður bríkslaður í gongd kl. 17 í dag. Tofta-kavi í donskum miðlum Kavin, sum liggur á Svangasgarði í løtuni, sæst aftur í donskum miðlum í hesum døgum. Bæði portalurin hjá Ekstra Bladet og fótbóltsheimasíðan bolddk.com skriva um “snekaos”, sum sam­ bært teimum valdar í Føroyum. Bolddk.com fer enntá so langt sum at siga, at: “Færøerne ligger simpelthen begravet i sne, og det vil kræve en næsten umulig indsats at blive klar til kampen”. Ekstra Bladet tekur ikki so dýran til, men staðfestir sum er, at “selvom tøgraderne nu ventes at sætte ind på Færøerne, er det uvist om de store snemængder når at smelte til lørdagens plan­ lagte kamp.” Við evstamark okkara var enn ikki avgjørt, hvørt landsdysturin millum Føroyar og Ukraina skal spælast leygardagin Fótbóltur Jákup Mørk Bíða eftir fraklendingum UEFA hevði boðað frá, at skuldi talan verða um at flyta dystin, soleiðis sum FSF og Ukrainska fótbólts­ sambandi ynskja, so skuldu hini londini í bólkinum játt­ að hesum áðrenn klokkan 12 í dag. Føroyska ynskið er, at dysturin verður fluttur frá komandi leygardegi, og at hesin ístaðin verður spæld­ur tann 22. august. Beint undan evstamarki okkara høvdu vit aðalskriv­ aran hjá FSF, Ísak Mikladal, í telefonini, og hann sigur, at enn verður bíðað eftir svarið frá Fraklandi. Roknast kundi annars við, at serliga Italia og Frak­ land møguliga høvdu áhuga í, at umstøðurnar hjá Ukraina vóru so vánaligar sum gjørligt, tá teir skulu spæla her. Hetta tí sannlík­ indini fyri einum málleysum javnleiki tá helst eru størri. Men italska fótbóltssam­ band­ið hevur so játtað, at dysturin verður fluttur, so liggur kavabólturin í hond­ un­um frá franska fót­bólts­ sambandinum. Shevchenko & Co. í leysari luft Vilja brúka ÍF Føroyar Føroyskir útisetar hava í nógv ár havt gleði av útisetafelagnum ÍF Føroyar. Og hóast tað kanska kann roknast við, at bestu føroyingarnir nú enda hjá Fremad Amager, so metir Todi á ongan hátt, at talan verður um kapping mill­ um hesi feløg. - Heldur vil eg siga, at hetta letur upp fyri fleiri áhugaverdum sam­ starvsmøguleikum. Ítøki­liga hava vit tosað um ein samstarvsform við spælaraskiftum. Bestu spælararnir hjá ÍF Føroyum kunnu væl hava potentiali til at røkka á besta liðið hjá Fremad Amager. Tí er upplagt, at hesir sleppa at fáa tann møguleikan, og gongur tað ikki, so er vegurin aftur til ÍF Føroyar jú sera stuttur. Og eisini kundi felagið verið eitt stað, har evna­ ríki føroyskir spælarar hjá okkum í eitt tíðarskeið komu til eitt felag, har teir fáa meira spælitíð. So hetta er av­gjørt ein møguleiki, sum vit vilja troyta, sig­ ur Todi. -mørk Tað er enn ikki greitt, hvørt føroysku áskoðararnir sleppa at síggja ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum nú leygardagin, ella um hetta má til august mánað, tá umstøðurnar til fótbólt vónandi eru betri. Tvey tey síðstu um­førini í lið­kapp­ ingini í bridge vórðu spæld í skúlanum í Vági um vikuskiftið Bridge tíðindaskriv Spenningurin í 1.deild var stórur undan tveimum teim­ um síðstu dystinum. Tvey lið lógu fremst við sama stigatali, meðan eitt lið kom teimum á baki. Liðið hjá Boga Simonsen og liðið hjá Allan- Dal Christiansen høvdu 149 stig á fyrsta plássinum.Lið­ ið hjá Allan hevði tó betur innanhýsis skoru. Liðið hjá Símin Lassaberg lá á triðja plássið við 135 stigum. Tá ið byrja varð fríggja­ kvøldið var mesti spenning­ urin um dystin millum Sím­ in Lassaberg og Allan Dal- Christiansen, ið møttust. Liðið hjá Símin skuldi vinna dystin um teir skuldi hava møguleika fyri at vinna FM. Tað sá eisini gott út hjá Símin, teir førdu við 25 imp, við hálvleik. Men so tóku Allan og teir sær um reiggj og smurdi Símin av, soleiðis, at Allan vann dyst­ in 20-10. Liðið hjá Boga hevði á pappírinum eina lættari skrá, teir møtti liðinum hjá Høgna Jacobsen, ið byrjaði kappingina so flott. Tað bleiv til stórsigur 25-0 til Boga, sum legði nakað at sjógvi millum seg og liðið hjá Allan. Liðið hjá Allan spældi sín síðsta dyst móti Høgna Hansen. Allan skuldi vinna stórt um møguleikin at vinna FM skuldi varveitast. Hendan setningin megnaði teir til fulnar við at vinna 25-3. Hetta gjørdist tó ikki nokk tí liðið hjá Boga hevði vind í seglinum og vann sín dyst móti Marjun Restorff við 25-2 og tískil varveittið liðið hjá Boga Simonsen FM-Heitið. Á liðinum hjá Boga Sim­ on­sen eru umframt Boga sjálvan eisini, Hallberg Harn­fríðsson, Hans Jacob Petersen, Rói á Rógvu Joensen og Jákup Hjaltalin. Liðið hjá Boga vann FM Bridge: Endastøðurnar 1. deild 1 Bogi Simonsen 199 2 Allan Dal-Christiansen 194 3 Símin Lassaberg 166 4 Høgni Jacobsen 108 5 Marjun Restorff 115 6 Hallur Ellingsgaard 95 2. deild 1 Jórun Johannesen 204 2 Óli Holm 187 3 Heðin Mortensen 147 4 Danny Danielsen 132 5 Jákup Egholm 111 6 KBI 107