mikudagur 21. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 • 21. mars 2007
MIÐvikan
nógv tá í tíðini, tá 600 kr varð
roknað sum ein vanlig inntøka
hjá fiskimonnum. Hetta vóru nokk
eisini góð fiskiár, og tað lá eisini
væl fyri hjá pápabeiggja sum
skipara at fáa fisk.
Nóg mikið at gera
heima
Tá pápi var burtur, lá alt
arbeiðið við hús á teimum, sum
vóru heima, og her var jú nóg
mikið at gera fyri hvørja hond.
Men tá skipini komu aftur av
Suðurlandinum, plagdi pápi at
seta epli niður og skera torv.
Alt annað var arbeiðið hjá
konufólkinum. Eitt stórarbeiði
var hoyggingin, og her máttu øll,
eisini børnini, hjálpa til. At sláa
var mannfólkaarbeiði. Olrikur og
Jógvan beiggi máttu sláa frá tí,
teir vóru 12 og 10 ára gamlir. Teir
vóru systkinabørn í báðar ættir.
Tað vóru fýra fóður at hoyggja.
Olrik var javngamal við meg, og
hann er nú her á Mørkini saman
við konuni Gunnhild, dóttir Dánjal
Klein. Mamma og mostir bóru
alt inn. Tað ber illa til at ímynda
sær alt hetta arbeiðið við
hoyggingini.
Eg minnist eina gomla kona,
tá ið eg fór at keypa eitt kvøldið.
Hon helt, at vit oyðiløgdu hesar
dreingirnar við at lata teir sláa
alt. Men ikki bilti kortini, og teir
gjørdust raskir menn.
At ganga til neyta
Eitt stórarbeiði var eisini at
ganga til neyta, og hetta gjørdu
konufólkini. Neytini vóru øll í
haganum á sumri. Nógv teirra
vóru á Ambadali, meðan onnur
vóru heimanfyri. Hesi vóru
kallað Niðansneyt, meðan tey
á Ambadali vóru Omansneyt.
Tað var so stríggið at ganga á
Ambadali, meðan tað var lættari
at ganga Niðansneyt. Tey á
Rætt og í Jákupsstovu høvdu
Niðansneyt. Tey, sum høvdu
eina kúgv, vóru til neyta fjórða
hvønn dag, meðan tey, sum
høvdu tvær kýr, vóru annan hvønn
dag. Hetta var ein skiftisskipan
millum neytakonurnar, at tær
mjólkaðu hjá hvørjum øðrum og
mjólkaðu tískil fýra kúm hvørja
ferð. Mjólkin fór í hvør sína dyllu.
T.v.s. at tá fýra kýr vóru mjólkaðar,
hevði neytakonan fýra dyllur, tvær
á bakinum og eina á hvørjum
armi.
Sjálv fór eg at ganga til
neyta, tá eg varð konfirmerað
14 ára gomul. At ganga norður
á Ambadal var ein tími hvønn
vegin. Tað kundi vera misjavnt,
hvar neytini lógu, men roknast
skuldi við trimum tímum fyri
ferðina, og við byrði var tað eisini
tungt at ganga. Lógu neytini
niðri á Dalinum, var tað eisini
mótbrekka at ganga niðanaftur,
og tað við byrðu. Farið var til
neyta á morgni og kvøldi, tískil
fóru 6 tímar um dagin við hesum.
At ganga til Niðansneytini var
styttri, men kundi eisini vera
tungt, tí neytini gingu so víða um.
Tað kundi eisini henda, at mjørki
var, og tá kundu neytini vera sera
ring at finna.
Tá eg var 16 ár, høvdu vit
bara eina kvígu, sum kálvaði so
seint. Mamma gekk til neyta fyri
ommu í Jákupsstovu og eisini
fyri tey á Rætt. Tá kom ein kona
og spurdi, um vit vildu ganga til
neyta uppá kúnna hjá teimum.
Afturfyri skuldu vit fáa helvtina av
mjólkini. Tá plagdi eg at fara.
Ofta hava fólk ræðst tarvar.
Men eg minnist einki til trupul
leikar av teimum. Teir gingu
ofta saman við neytunum uttan
at vera til ampa. Men mamma
fortaldi onkuntíð um illar tarvar.
Í 1934 kom so ein regla um,
at øll neytini skuldu liggja á
Ambadali, men bert inntil 20.
juli. Neytini á Ambadali mjólkaðu
nevniliga so grúiliga væl í mun
til neytini, sum lógu heimanfyri.
Tískil skuldu øll hava møguleika
fyri at hava neytini á Ambadali
eins leingi, og so skuldu øll rekast
heim um, og so skuldu hinir
hagarnir hava neytini. Neytini
kundu ikki liggja ov leingi í sama
haga, so komu tey at ganga
grasinum ov nær. Tískil komu øll
at vera líka fyri.
50 børn í skúlanum.
Tað mesta eg veit um, hava verið
284 fólk við Gjógv. Tá vóru eisini
so nógv børn. Eg minnist ikki
neyvt talið á børnum, men eg
minnist, at í elsta klassanum vóru
vit einaferð 13 gentur, men ikki
so nógvir dreingir. Í miðal mundu
vera um 50 børn í skúlanum. Nú
eru tey 2-3! Alla mína tíð var
Johan Kallsoy einsamallur lærari.
Hann var ættaður av Eiði, og
gjørdist seinni lærari har. Hann
var ein kendur politikkari og var
tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin í
mong ár.
Undan míni tíð hevði Reynberg
verið lærari bæði í Funningi
og við Gjógv. Hans Marius
Eidesgaard hevði eisini verið
lærari við Gjógv. Tá mamma
gekk í skúla, var Óli Dahl, vanliga
kallaður Bedd-Óli, lærari við
Gjógv. Hann var giftur til Funnings
og slektaður úr Beddustovu í Dali.
Men hann var bert aðru hvørja
viku við Gjógv. Tá gisti hann í
ymsum húsum í bygdini. Tá ið
hann fór frá í 1912, kom ein úr
Havn, sum æt Louvisa. Hon gisti
í Lon.
Tá ið eg gekk í skúla, vóru
tríggir klassar. Yngsti klassi,
miðlinga klassi og elsti klassi.
Miðlingaklassi og yngsti klassi
vóru í skúla týsdag, hósdag
og leygardag. Elsti klassi var
mánadag, mikudag og fríggjadag.
Yngsti klasssi fór inn, tá miðlinga
klassin fór út. Miðlinga- og elsti
kassi fóru í skúla kl 8 á sumri, og
í november byrjaðu teir at fara í
skúla kl. 9. Í mars fóru tey aftur í
skúla kl. 8. Sum sagt, var Kallsoy
ein sjálvstýrismaður, so vit lærdu
eisini føroyskt í skúlanum. Vit
høvdu føroyska mállæru og lærdu
eisini at skriva føroyskt.
Annars var tabell tað fyrsta,
vit lærdu í skúlanum. Um tann,
sum ikki dugdi tabell, varð sagt,
at hann fór heldur ikki at duga at
rokna. Eg var rættiliga býtt, tá ið
børnini hjá okkum fóru at ganga
í skúla, at tey ikki lærdu tabell á
sama hátt sum vit. Teirra lærari
var Hans Kristiansen, men hann
var eisini góður lærari, so nakað
nógv kom kortini burturúr.
Tá Kallsoy var farin, kom ein
suðringur Erling Mortensen, og
var hann eisini lærari hjá okkara
børnum. Hann føldi eisini ábyrgd
fyri børnunum aftan á skúlatíð og
royndi at fáa tey inn í hampiligari
tíð um kvøldarnar. Hann var
kortini ikki leingi við Gjógv.
Tá var tað, at Hans kom. Hann
og Jógvan beiggi vórðu lidnir sum
lærarar í 1950. Hans fór niður á
læraraháskúla, og tá hevði hann
Poul Ejde fyri seg sum vikar.
Hann var eisini góður lærari,
og lærdi børnini hjá okkum væl.
Poul var sonur H.C.W. Tórgarð,
kendur havnarmaður, men var
ættleiddur av mostur síni, Mariu
Ejde, sum var lærari í Funningi í
eitt mannaminni. Hon var kend
sum mentakvinna, og gjørdist
100 ár. Mentaður var Poul eisini,
og var serliga góður kvøðari og
góður við føroyska dansin. Ikki av
ongum var hann kallaður Dansi-
Pól, eitt heiðursnavn. Hann giftist
seinni við Hjørdis Thomsen av
Geilabø í Norðragøtu, men tey
doyðu bæði í besta aldri.
Sjúrður, sonur okkara, gekk
í skúla hetta árið, Poul var við
Gjógv. Tá Sjúrður var til upptøku
roynd á læraraskúlanum var Poul
próvdómari.
Komandi partur um
Acorn
Í komandi parti greiðir Dinnafía
frá, hvussu tey við Gjógv upplivdu
skaðatilburðin umborð á Acorn
í 1928, tá sjey mans, her av fýra
gjáarmenn, brendu til deyðis.
Vit kunnu siga beinanvegin, at
hetta er ein einastandandi og
ógloymandi frásøgn.
27
Neytakonur. F.v. Laurentsa, Anna Sofía inni í Stovu, Marin Kristianna, Súsanna í Klá, Lotta í Sjúrðarstovu (arbeiðskona
úr Oyndarfirði) og Marin yviri í Stovu.
Hesa og aðrar av myndunum hava vit fingið loyvi at taka úr Gjáar-bókunum hjá Petur J. Sigvardsen.
Myndin er frá 1920-unum. Skúlin er miðskeiðis á myndini.
Her sæst Dinnafía saman við sínum systkjum. T.v. beiggin Jógvan, t.h. beiggin
Óli. Sjálv situr hon undir Mariu