mikudagur 21. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 • 21. mars 2007
MIÐvikan
28
Saman við frásøgnini hjá
Dinnufíu endurgeva vit
eisini frásagnir hjá Jógvan
Sofus, sum hava staðið í
Jólaboð, og sum vit hava
fingið loyvi til at endur
geva. Hetta er fyrri partur
av søguni um fyrsta túrin
til skips.
Eg skal í stuttum siga frá, tá ið eg
fór fyrsta túrin til skips.
Eg varð fermdur í Oyndarfirði
15. mai 1927. Mamma og pápi
vildu ikki, at eg skuldi til skips so
ungur, so eg bleiv heima. Varð
biðin at rógva út tað summarið
við navna mínum Niðri í Geil.
Hann átti 6-mannafar, sum
kallaðist Lisa. Tá ið skipsmenninir
komu aftur um heystið, fór eg
við Royndini Fríðu, sum pápi átti
saman við øðrum.
So kemur 1928. Nú vænti eg
at sleppa til skips. Pápi var við
Suðuroynni, TN 36, sum Müllers
einkja í Havn átti. Jóhan í
Djónastovu á Eiði var skipari. Pápi
hevði verið við honum í nógv ár,
so eg væntaði so vist at sleppa
við har.
Nú líður út á várið, og tað
fellur upp á gott veður. Vit høvdu
velt eina ryggjaveltu, sum var
hálvonnur tunna til støddar.
Tøðini vóru borin í ein køst, sum
var gjørdur niðri á endanum á
veltuni. So ein góðan dag fór
eg at bera í. Eg bar øll tøðini
fyrst fyri at vita, um tað var nóg
mikið. So var eftir at seta niður.
Krossmessudag gjørdi eg køstin
til og setti nøkur epli niður í
hann, og so var veltan niðursett.
Einsamallur var eg um hetta
arbeiðið, men nú var eg 15 ár.
So kom pápi aftur av Suður
landinum. Hann spyr, hvussu við
veit heima. »Tað veit væl við,
eplini eru komin í jørðina, so nú
er klárt at fara at skera torv.«
»Tað var ikki eiti á.« So pápi at
spyrja meir, men eg var kvikur
at spyrja, um eg slapp við. Hann
sigur heldur lágmæltur: »Eg veit
ikki.« »Eg verði ikki heima,« svari
eg. »Tað er eisini ein Eiðismaður,
sum vil hava son sín við fyrsta
túr,« sigur hann. »Tann maðurin
hevur ikki verið nógv við, eg eri
tilgjørdur,« muti eg ímóti. Pápi
sigur, at tað verður ikki leingi,
til vit fáa at vita tað. »Ringja
tygum ikki í morgin?« »Nei góði,
ver nú ikki so bráður, eg haldi,
at vit báðir skulu fara Heim í
Dal, í Katrinarheiðar – teir eita
eftir langabbasystur tínari, hon
giftist til Miðvágs – har fáa vit
einar 60 leypar, har er góður
heyggjamógvur.« »Eg leggi ikki
so nógv í handa heyggjamógvin,«
sigi eg.
Bíðaði eftir
skipsboðum.
Pápi fer so oman í á at svarva
grevini. Tá ið tað var gjørt, fingu
vit mat við: kjøt, breyð, egg og
mjólk. Og so av stað. Eg arbeiddi
altíð sum smádrongur. Frá tí eg
var seks ára gamal, havi eg gjørt
nyttu. Mamma var sjúkligt fólk,
bleiv ikki gomul. – Vit koma so
aftur úr torvi um átta tíðina. Eg
dundrandi inn og rópi: »Hevur
pápi fingið telefonboð av Eiði?«
»Her eru eingi telefonboð komin,«
svaraði mamma. Tað var einki
ovfarakæti á mær. Dagin eftir
aftur heim í Katrinarheiðar. Tá vit
komu til hús aftur um átta tíðina,
fór eg sum dagin fyri rennandi inn
og læt ikki aftur eftir meg. »Pápi
fingið telefonboð?« »Nei, her eru
eingi boð komin.« »Pápi, nú fari
eg út í kvøld at biðja lova mær til
skips, her er meir enn ein skipari
í bygdini.« »Steðga við tí,« heldur
pápi.
Pápi var av bestu fiskimonnum.
Hann var bestur ella næstbestur
fyrsta túr, hann var til skips. Tað
var antin við Hest-Jóannesi ella
við Danjal Jóhan við Sílánna.
Systir pápa var nýliga deyð tá,
so hann hevði dimma húgvu.
Hann sá, at teir flentu at sær, tá
ið hann sum ungur drongur kom
fyrsta túr til skips við dimmari
húgvu. Teir fingu annað at síggja.
So eg uggaði meg við, at Jóhan
í Djónastovu vildi neyvan av við
pápa, um eg ikki slapp við.
Endiliga komu tey.
Vit fingu ein drekkamunn.
Meðan vit sita og drekka, kemur
ein við telefonboðum til pápa.
Eg spyrji: »Hvaðani eru boðini?«
»Av Eiði,« var svarið. Eg bleiv
so spentur, at eg fór út fyri
dyr. So kemur pápi aftur, og eg
síggi, at hann smílist. »Pápi,
sig mær skjótt!« »Vit fara báðir
við Suðuroynni, áðrenn tríggjar
vikur.« Tá var lagið gott á mær.
So ein dagin komu boðini til
pápa: Suðuroyggin kemur norð
á Funningsfjørð í morgin, og tá
skulu tit mynstra í Funningi. Sig
Sofus Antoni frá. Sum sagt so
gjørt. So vit at bera klæðini til
Funnings. Rytubáturin kom í land,
skiparin og ein annar maður vóru
við. Vit tríggir mynstraðu so og
Jákup hjá Elspu í Funningi eisini.
Vit mynstraðu hjá Jóannesi í
Katrinarstovu. So varð farið
umborð. Veðrið var so gott, sum
tað nakrantíð kann vera. Pápi
átti tríggjar kolsekkir við. Vit tóku
rytubátin, og vit Gjáarmenninir
fóru so til Gjáar við kolinum.
Komnir í Gjónna, tóku vit bátin
upp á land. Eg gjørdi sum hinir
báðir, skolaði mær eitt sindur um
hendurnar, so til hús. Vit skuldu
gera skjótt av. Eg hevði fingið
einar reyðbrúnar gummistivlar,
teir rukku upp á hálvi lørini. Eg
gekk við uppbrotnum stivlum
niðan úr Gjógv og omanaftur. Vit
róðu so inn á skipið, tóku bátin
inn og surraðu hann væl. Nú
man vera nóg mikið við hesum
uttanumtosi.
Vaktirnar blíva settar. Pápi
á somu vakt, sum hann er
vanur, á stýrborðsvakt, tað er
skiparavaktin. Eg á bakborðsvakt,
tað er bestamansvaktin. Eg fái
frívakt til klokkan 3:45, tá varð
eg útpurraður. Eg føli, at nú eru
vit ikki á Funningsfirði. Skipið er
óróligt, og illa luktar niðriundir.
Tað er pumpuroykur, siga teir,
líka visti eg. Nú er hann komin á
landnyrðingi. Hon gekk um leið
3 míl. So fóru feðgarnir báðir á
dekkið. Nei, har sá einki út. Hetta
er grundlógardagin, 5. juni. Eg
spyrji pápa, hvar vit eru. Hann
sigur, at her hevur tú ofta verið
fyrr, eitt sindur út úr Rivinum.
Tað sást ikki fram í gron, so tjúkt
kavaði. Flykrurnar vóru so stórar
sum svávuldósir. Eg varð settur í
læ av stórabáti á ein lippukassa.
Pápi bað onkran ansa eftir mær.
Tað gjørdu teir so sanniliga
eisini. Eg hevði sjóverk, ikki
ringur, men spýði. Skipsmenninir
blíðir við meg, bóru mær kaffi
og pannukakur. Tær vóru sum
tvískinningur, karklinkandi ráar
innan. Saltkjøt og ertur fekk eg
eisini. Jú, teir vóru blíðir og góðir
við meg.
Róðrið var bundið, fokkan stóð
miðskips, vit høvdu størstu segl.
Soleiðis lógu vit allan vegin. Vit
sóu eitt skip viðhvørt, tað var
Emmirald, Kristian við Gjógv
førdi hana. Eg slapp skjótt av við
sjóverkin. Eg hevði gingið og lætt
um, tá ið eg sat á lippukassanum.
Eg var so forharmaður, at eg
nakrantíð var farin, hetta skuldi
ikki henda aftur. Tað var ikki tað
sama at sovna við áarsuðinum
í Blásastovu. Og eg kann nevna
millum annað í føstuni at vera
um kvøldarnar Eysturi á Gerði
og renna »enkemann« ella »sláa
bak«, bæði dreingir og gentur.
Tá var stuttligt. Og eg, sum
altíð gekk á seiðaberg, ja, eg
hekk á sjóvarklettinum, hevði
lomvigapisu í hjallinum og mangt
annað, ja, sit nú.
Jógvan Sofus:
Fyrsti túrurin til skips
Størsti dreymurin hjá Jógvan Sofus var at sleppa til skips. Hann slapp eisini við ”Suðuroy”.
Meira enn 100 ára gamli handilin hjá Sofusi Debes, sum varð stongdur í 1992.
Mótsett í reiðarabygdum varð við Gjógv goldið í hondina.