hósdagur 22. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 58 - 22. mars 2007
Í yvir eina hálva øld
hevur Eitt Sunnu
kvøld í Plantasjuni
ljómað úr føroyskum
útvarpstólum.
Sangurin um hetta
eina sunnukvøldið í
Plantasjuni hevur
higartil yvirlivað yvir
2600 sunnukvøld, og
kanska serliga
sunnudagar, tí tað
man neyvan ganga
ein Kvøðuljóma
sending sunnudag
seinnapart uttan, at
størsta landaplága
føroyinga verður
spæld
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Seinastu
vikuna
hevur
Útvarpið leitað eftir størstu
landapláguni, ið føroyingar
eiga. Tað eru morgunfrísku
morgunvertirnir
hjá
Útvarpinum, ið hava skipað
fyri. Tað skelkaði neyvan
nakran, at vinnarin gjørdist
Eitt Sunnukvøld í Plantasj
uni við Simma. Lagið kom
út, sum ein tann fyrsta før
oyska útgávan og gjørdist
skjótt fólkaogn. Hetta var
sama ár, sum Útvarpið byrj
aði at senda, og hevur lagið
ljómað í sendingum líka
síðan tá. Sjálvt nú út við 50
ár eftir útgávuna gongur
neyvan ein Kvøðuljóma
sending, uttan at Eitt sunnu
kvøld í Plantasjuni verður
spælt, soleiðis var, tá send
ingin æt Ynskikonsertin og
er tað enn í dag. Stutt sagt
er talan um størstu Landa
pláguna í Føroya Søgu.
Ung sum gomul
Alla vikuna hava føroyingar
ungir og gamlir sent síni
boð inn til Morgunsending
ina, og sambært Kára Olsen
verti í sendingini vóru tað
bæði ung og gomul, ið
atkvøddu fyri Eitt Sunnu
kvøld í Plantasjuni. Simme
sjávur var ikki tikin á bóli,
av at júst hesin sangurin
gjørdist størsta landaplágan,
hóast hann ikki beinleiðis
væntaði tað, so kom tað
ikki óvart á hann.
- Har kemur so nógv gott
út nú á døgum, at eg visti
ikki heilt, um okkurt av tí
fór at vinna, tað var ikki til
at vita - Um tað serliga vóru
tey ungu, sum atkvøddu, so
kundi tað kanska verið okk
urt annað lag, helt eg. Men
eg skilji, at tey ungu hava
eisini atkvøtt fyri hesum
lagnum, sigur Simme við
Sosialin.
Lagið gjørdist greiður
vinnari framman fyri Vinir,
hjá Fríbjørg Jensen í útgáv
uni hjá Margit Petersen og
Omma við Símun Konoy
og Beintu Clouthier, ið lógu
ájavnt á 2. plássi.
Livandi lag
Tað var stak hugnaligt at
hoyra, at Útvarpið hevði
spent seg út og fingið
Simma
við
manningini
Aggu Mouritsen og Leivi
hjá Fridtleifi í upprunaliga
hølið, har lagið var spælt
inn í Losjuni í Havn. Við
sær á bassi høvdu Simme,
Aggu og Leivur, Fróða
Sandoy. Á upprunaligu upp
tøkuni spældi Poli Debess
úr Kollafirði við. Hetta
varð ein ótrúliga góð byrjan
uppá Spæl Føroyskt Dagin,
serliga tí talan er um eina
sprell livandi landaplágu,
ið tí hóskandi varð framførd
livandi.
Fyrsta frá Simma
Simme hevur í eitt manna
minnið ríka føroyskan tón
leik, men Eitt Sunnukvøld í
Plantasjuni
var
fyrsta
útgávan hjá The grand old
man í føroyskum tónleiki.
Útgávan
kom
sambært
Simma í lag, tí Hansemann
Tórgarð vildi tað soleiðis.
- Hansemann Tórgarð
hevði visiónir og royndi at
spæla plátur inn. Hann
hoyrdi um hvat gekk fyri
seg við føroyskum tónleiki,
og har var nokk ikki so
nógv at velja í, so hann var
eftir mær at koma og spæla
inn.
Útgerðin var ikki tann
stóra og upptøkurnar vórðu
gjørdar í Losjuni, tí har stóð
eitt klaver.
Sang við einum lunga
Leivur Johannesen eigur eyð
kendu røddina á lagnum.
Hann sang lagið stutt eftir, at
hann var sloppin út av
sanatoriuminum. Eina lunga
riggaði ikki, og tí varð
sangurin sungin inn við
megini frá einum lunga.
Simme metir røddina hjá
Leivi vera ein av høvuðsor
søkunum, at gamla upptøkan
enn ljómar í Útvarpinum.
- Hatta er jú ikki ein geni
al innspæling, orsøkin til,
at plátan verður spæld enn
er góða lagið og orðini hjá
Birna Dam og røddin hjá
Leivi, sigur Simme. Hann
metir, at ivasama góðskan á
upptøkuni kann vera ein av
orsøkunum
til,
at
Eitt
Sunnukvøld í Plantasjuni
ikki fangaði uttanlands á
sama hátt sum t.d. Rasmus
gjørdi.
- Lagið hevur altíð riggað
væl eisini, tá tað er spælt
uttanlands. Edvard Nyholm
Debess fortaldi, at hann á
eini konsert í New York
hevði spælt sær við lagið á
Vit hava fingið nógv nýtt heim frá Pilgrim til
konufólk og mannfólk.
Sum nakað nýtt, hava vit nú eisini ur frá Pilgrim.
Støkkið inn á gólvið og síggið okkara stóra úrval
og finnið gávuna til konfirmantin her.
Smúkkuhjørnið
Niels Finsensgøta 51
Nýtt frá
Pilgrim
2.600 sunnukvøld í Planta
Gott uppskot
Umboðsnevndin hjá SEV er
væl nøgd við tað seinna
uppskotið til elveitingarlóg.
Nevndin hevur júst viðgjørt
uppskotið á eykafundi, og
formaðurin, Kristian Fríðrik Olsen, sigur við Útvarpið, at
uppskotið er gott og gevur SEV nógv størri møguleikar.
Vinnumálaráðið hevur sent uppskotið til nýggja elveitingarlóg
til hoyringar, og SEV og kommunurnar hava fingið freist til í
morgin at lata vinnumálaráðnum svar og viðmerkingar.
Várframsýningin
Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur gjørt av at skipa fyri
várframsýning, sum verður í Listaskálanum í Havn í
døgunum frá 20. apríl til 27. mai. Felagið sigur, at øll, sum
hava hug, kunnu lata felagnum verk til framsýningina, og
felagið hevur sett eina dómsnevnd at gera av, hvørji verk
sleppa við. Tey, sum ætla at royna seg og síni verk, skulu
lata tey inn í tíðarskeiðinum frá 10. til 13. apríl kl. 16.
Verkini skulu vera klár til at sýna fram.