Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 58 - 22. mars 2007 Eitt sunnukvøld í plantasjuni Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið. Ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur. Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. Tey tosa um stjørnur og mána sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk - tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk. Hetta aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær! O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :,: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt so fitt :,: Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein. Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk eitt sunnukvøld í plantasjuni. Orð & Lag: Birni Dam asjuni Heldur bát enn hús Í Noregi er prísurin á summarhúsum hækkaður nógv tey seinastu árini, og tað hevur fingið nógvar norð­ menn at keypa sær ein frítíðarbát heldur enn eini frítíðarhús. Ein uppgerð hjá tryggingarfelagnum If vísir, at um ársskiftið vóru 285.000 frítíðarbátar tryggj­ aðir í Noregi. Harafturat vísa tølini, at talið á bátum, sum kosta eina mió. krónur og meiri, er ferfaldað tey seinastu fimm árini, og at fólk vilja serliga hava bátar, sum eru um 40 føtur. eini konsert, bara soleiðis afturat restini av skránni, og at har var ein dama kom­ in til teirra sum helt, at tað var góður tónleikur, ið teir spældu. Tað vísti seg, at hon tosaði um Eitt Sunnu­ kvøld í Plantasjuni, greiður Simme frá. Spælt inn av tilvild At tað júst gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, ið varð fyrsta lagið, ið Simme spældi inn, var meira av tilvild enn nakað annað. - Eg haldi, at tað mundi vera, tí at hetta lagið var tað, sum var mest liðugt tá, sigur Simme. Tað var svágur Simma, Birni Dam, ið hevði gjørt lagið og orðini, og Simme er ikki seinur, at geva Birna rós fyri arbeiðið. - Birni var ein øgiliga góð­ur sangskrivari. Eg veit ikki hvat rørdi seg í Birna. Í hesum lagnum lýsir hann ungdómslívið, sum tað var tá í 1956. Havnin sá annar­ leiðis út, býurin gekk oman frá Plantasjuni og har gekk man og mól aftur og fram. Løgdu lunnar undir føroyskan tónleik Tá Simme og teir byrjaðu at gera tónleik, var ikki so nógvur tónleikur at hoyra í Føroyum. Tað mesta, ið tey hoyrdu vóru sangir úr Norra. Hetta var jú, áðrenn Útvarpið byrjaði at senda. Fólk sum Simme og Hanse­ mann Tórgarð vóru við til at leggja lunnar undir før­ oysk­an tónleik, og Simme hev­ur verið ein virkin leik­ ari á hesum palli líka síð­ an. Simme man hava spælt Eitt Sunnukvøld í Plan­tasj­ uni fleiri túsund ferðir í veitsl­um, til dans og í venj­ ingarhølinum, men hann er ikki troyttur av lagnum. - Eg havi ongantíð hugsað um tað, men tað er altíð stutt­ligt at spæla Eitt Sunnu­ kvøld í Plantasjuni, summi av hinum løgunum, sum vit spæla, kunnu gerast eitt sindur tung onkuntíð, men Eitt Sunnukvøld í Plan­tasj­ uni riggar altíð. Teir fýra Simme, Leivur, Aggu og Fróði í hølunum har tríggir teirra spældu Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni inn fyri 50 árum síðan Simme er still going strong eftir fleiri enn hálvt hundrað ár á føroyska tónleikapallinum Fróði Sandoy var einasti “nýggi” limurin í bólkinum Útvarpið sendi beinleiðis frá framførsluni, og Elis var klárur við mikrofonini, tá lagið var spælt. Sjónvarpið var eisini við og filmaði hesa søguligu løtuna