hósdagur 22. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 58 - 22. mars 2007
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá roknskapar-
fólkinum/controllaranum er at menna
fíggjarstýringina á SSL og at halda
fast við menningina, ið hevur verið
seinastu árini. Aðrar uppgávur eru:
• Játtanareftirlit (samlað og fyri
rakstrarstað)
• Uppseting og viðlíkahald av
mannagongdum
• Játtanarlig og roknskaparlig
ráðgeving til deildarleiðarar
• Uppseting av hagtølum
• Ad-hoc lýsingar
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur:
• hevur HA, HD, HH ella líknandi
prógv
• hevur royndir innan bókhald,
grannskoðan e.l.
• er hollur teldubrúkari
• hevur kunnleika og royndir í
Navision-fíggjarstýringsskipanini
og Microsoft Offi ce forritunum
• hevur kunnleika til LøttLøn-
lønarskipanina
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og
hevur lætt við at samstarva
• hevur góð evni at orða teg bæði
skrivliga og munnliga
• hevur góðan røkjuskap
Talan er um eitt starv við stórum
og spennandi avbjóðingum, har ið
tað stundum kann verða talan um
átrokandi uppgávur. Samstundis fært
tú tó møguleika fyri at skipa starvið
sjálvstøðugt út frá givnu karmunum.
Fíggjardeildin
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjardeildini
er at veita leiðsluni eina úrslitagóða
búskaparfyrisiting, herundir sam-
skipa, viðlíkahalda og menna
fíggjarstýringina hjá fyritøkuni. Aðrar
uppgávur eru:
• Fyriskiping av roknskaparverkinum
• Uppseting av fíggjarætlanum
• Játtanareftirlit
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga
• Innkeyps- og goymslustýring
• Lønarfyrisiting
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, og er lønt í 6.
lønarfl okki.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni Yviri við
Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar
2008 er arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum skal
sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Stílað: Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi
í seinasta lagi 26. mars 2007
kl. 12.00. Til ber eisini at senda
umsóknina til t-postadressuna:
pah@ssl.fo.
Um tú ynskir nærri upplýsingar,
kanst tú ringja til Jógvan Rubeksen,
virkandi fíggjarleiðara ella Niels Juel
Arge, virkandi stjóra á tlf. 343000 ella
senda t-post: jor@ssl.fo ella nja@ssl.fo
sansir.fo
roknskaparfólk/
controller
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur
sum endamál at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan
umsitur 29 farleiðir (22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Talið á fl utningsanleggum eru
40 bussar og 8 ferjur. Samlaða talið á starvsfólkum á SSL svarar til 120 ársverk.
Av tí at okkara virkandi fíggjarleiðari – og annars
roknskaparfólk/controllari á Fíggjardeildini
– hevur sagt seg úr starvi, verður starvið sum
roknskaparfólk/controllari lýst leyst til at seta
skjótast gjørligt.
Strandferðslan sóknast eftir
lýsingar
Atgongumerki fáast á Shell-
støðunum og í Telebúðunum
kring landið
Vikuskiftispass:
695,-
Barnapass (5-12 ár): 200,-
2007
Summarfestivalurin
Klaksvík 3., 4. og 5. august
w w w . s u m m a r f e s t i v a l u r . f o
Hanus G. Johansen
Kvæðarockur í heimsflokki