Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 58 - 22. mars 2007 Politikkur vann á løgfrøði í flaggstríði Løgmaður fegnast um, at tað er eydnast at yvirtala danir at loyva føroysku sendistovuni bert at flagga føroyskt. Hann afturvísir, at tað er politiskt trýst frá samgongufeløgum og øðrum, sum er orsøkin til, at málið nú er loyst Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Politisku brotasjógvarnar inn yvir Tinganes hava sjáldan verið størri í hesum samgonguskeiðinum, eftir at tað kom fram, at komandi føroyska sendistovan í Reykjavík eisini varð noydd at flagga við Danne­brog. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, hevur verið fyri hørðum atfinningum bæði uttan- og innanfyri ting­ gátt, tí hann hevur góðtikið at vinda Dannebrog á stong við síðuna av Merkinum. Eisini sjálvt um eitt samt samt Løgting beint fyri jól álagði honum at seta á stovn eina sendistovu í Reykjavík við somu tign, sum tær í Brüssel og London, har Dannebrog veitrar saman við Merki­ num. Tann fyrsti, ið kom vit atfinningunum, var ís­­lend­ ski aðalkonsulin í Føroyum, Poul Mohr. Aftan á hann kom ein annar Poul við eftirnavninum Michelsen við líka so hørðum atfinn­ ingum. Nú er málið loyst. Í gjár boðaði løgmaður frá, at tað verður Merkið einsamalt, ið fer at veitra yvir føroysku sendistovuni, sum liggur mitt í hjartanum av ís­ lendska høvuðsstaðnum, og at sendimaður Føroya fær diplomatiskan mynd­ ugleika. Føroyski sendimaðurin verður formliga partur av donsku sendimanna­skip­ anini, tí tað er treytin fyri at fáa diplomatiskan status. Hetta er sama skipan, sum við føroysku sendimonnum í London og í Brússel. Kortini fer sendimaðurin í Íslandi altso at hava høv­ uðssæti í egnum hølum. Løgmaður afturvísir, at tað er politiskt trýst bæði innan- og uttanfyri tinggátt, sum hevur ført til eina loysn í málinum. – Stóð tað til Poul Michelsen og aðrar, so fingu vit bert ein um­ boðsstovu uttan diplo­mat­ iskan status, og tað hevði ikki verið minni enn ein katastrofa, um vit boygdu okkum fyri hesum. Ístaðin hava vit fingið eina loysn, sum vit alla tíðina hava miðjað eftir og nú hava fingið. Slagkraftin er mun­ andi størri við at eina sendistovu við tign enn bara eini umboðsstovu, sigur Jóannes Eidesgaard. Loysn avtalað við uttanríkisráðharra Løgmaður hevur áður sagt, at tað ikki bar til at fáa eina sjálvstøðuga sendistovu, tí Føroyar ikki er ein sjálvstøðug tjóð. Hvussu ber tað so til, at tað nú kortini er funnin ein loysn. – Formliga verður sendi­ maður okkara ein partur av donsku sendistovuni og manningini har. Loysnin, sum er funnin, er, at hann kortini fær høvuðs­skriv­ stovu á egnari adressu. Tí ber til at hava Merkið veitrandi einsamalt har, sigur Jóannes Eidesgaard. Hvat hevur tú gjørt fyri at fáa hesa loysnina? – Fyrst vil eg rósa em­ bætisfólkum okkara, sum hava gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði til tess at finna hesa loysnina. Eftir teirra bein­ arbeiði havi eg so tosað við danska uttanríkis­ráðharr­ an, Per Stig Møller, í gjár, har vit fingu avtaluna endaliga upp á plass. Mann kann gott siga, at tað er politikkurin, ið hevur vunnið á løgfrøðini, sigur løgmaður. – Við hesi loysnini verð­ ur Merkið einsamalt vundið á stong, samstundis sum vit varðveita fyrimunirnar, ið eru knýttir at einari altjóða sendimannaskipan. Hetta meti eg hevur al­ stóran týdning fyri okkum nú, vit byggja upp eina professionella uttanríkis­ tænastu, sigur Jóannes Eides­gaard. Adressan hjá sendistovu Føroya verður á 5. hædd í Austurstræti 14. Hetta er mitt í Reykjavík, nærindis Altinginum og dóm­kirj­u­ ni. Tað finnast fimm starvsheiti hjá sendifólki ella diplomatum á eini sendistovu, um hon er nóg væl mannað: 1. Sendiharri 2. Ráðharri 3. Ráðharraráðgevi 4. Sendiráðgevi 5. Sendifulltrúi. Føroysku sendimennirnir í London og Brüssel liggja á 3. stigi við heiti sum ráðharraráðgevar, meðan tað í fyrsta lagi var ætlanin, at tann í Reykjavík kom at liggja á 4. stigi við heiti sum sendiráðgevi. Hetta er nú broytt til beinanvegin at vera á 3. stigi. Afturat hesum kunnu vera ymisk sløg av starvsfólki á eini sendistovu. Til dømis skrivstovufólk, ið sum meginregla eru lokalt sett úr tí økinum, har sendistovan hevur heimstað. Kelda: Løgmannskrivstovan FAKTA Nú er greitt, at tað kortini ikki verður saman við Dannebrog, at Merkið verður vundið í húnar hátt yvir føroysku sendistovuna í Reykjavík Savnsmynd Jóannes Eidesgaarð, løgmaður, afturvísir, at tað er orsakað av politiskum trýsti, at flaggmálið í Reykjavík nú er loyst Savnsmynd Aftur av húsum Fólk í bygdini Bolungarvík á Vestfirðum í Íslandi liva eina heldur ótrygga tilveru í hesum døgum. Seinasta vikuskiftið fingu fólk í nøkrum húsum boð um at fara úr húsunum, tí vandi var fyri skalvalopi. Í gjár sluppu tey heimaftur, men í morgun fingu tey aftur boð um at fara úr húsunum, tí veðurmenninir høvdu boðað frá meiri kava. Annars lá ein partur av Vestfirðum í myrkri í morgun, tí streymveitingin var farin í kavaveðrinum. Ósamdir um skatt Danska stjórnin hevur í seinastuni arbeitt við einari ætlan um at broyta skattareglurnar hjá kapitalgrunnum. Enn er einki uppskot komið, og orsøkin er, at stjórnin er ikki samd um, hvat hon skal gera, skrivar Ritzau. Stjórnin hevði annars biðið um fund við tey radikalu í gjár fyri at vita, um flokkurin kundi stuðla broytingini, men tann fundurin bleiv avlýstur. Sum skilst eru fíggjar­ málaráðharrin og skattamálaráðharrin ósamdir. Báðir eru úr Vinstra.