Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 58 - 22. mars 2007 Demokratia fegnast um nýggja stigið hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fram á javnstøðuleið. Nevndin í Norðoya Sambandsfelag fer á aðalfundinum 29. mars - sum eisini er fyrsti uppstillingarfundur til komandi løgtingsval - at mæla til at stilla eins nógvar menn og kvinnur upp. Flokksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, hevur haraftrat boðað frá, at javnstøða skal vera i flokkinum í seinasta lagi í 2012.  Eysturoyar Tjóðveldisfelag samtykti á aðalfundi fríggjakvøldið 9. mars, at eins nógv av báðum kynum verða stillað upp í Eysturoyar valdømi til komandi løgtingsval. Felagið sigur haraftrat, at tað ætlar at leggja nógv fyri fyri at fremja javnstøðu í politikki.  Við hesum hava Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin víst seg sum tveir modernaðar og framburðssinnaðar flokkar, sum ikki góðtaka status quo, men tora at bróta upp úr nýggjum og skilja fyrimunirnar við at gagnnýta alt menniskjutilfeingið.  Demokratia ynskir flokkunum báðum hjartaliga tillukku og góða eydnu. Demokratia ynskir Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum tillukku 18 bólkar av ungum kappast í hesum døg­ um um at vinna »ungt virki«, og harvið fáa møguleikan at sleppa við í altjóða kapping um ársins unga virki UNG VINNA Leo Poulsen Leo@sosialurin.fo Tað suðar og sjóðar av ung­ dómi og virkishuga í SMS í hesum døgum. Árliga kappingin millum ung handilsskúlalesandi er fyri, og heili 18 bólkar hava stovnað virkir og luttaka í kappingini. Og nógv stendur upp á spæl. Ikki bara heiðurin og æran av at vinna, men vinnararnir skulu eisini um­boða Føroyar í altjóða íverk­setara kapping uttan­ lands. Fyrsta uppgávan hjá vinn­ ar­unum verður i kapping hjá Dansk Industri (DM- kapping) í Keypmannahavn í døgunum 26.-27.apríl, og seinni í einari altjóða kapp­ing, Young Enterprise Europe, í juli/august mán­ aði. Har verður besta virkið í Europa útnevnt sum »Com­ pany of the Year«. At tey luttakandi lesandi ganga høgt upp í hesa kapp­ ingina er eyðsýnt. Nógv er gjørt burtur úr básunum, og flestu luttakarar høvdu navnamerki fest á bringuna, navnamerki úr jarni, ið vóru serliga framleidd til høvið. Men eisini fyriskipararnir gera nógv burturúr. Tað verða ikki hálað tilvildarlig fólk inn at vera dómarar í kappingini, men topp-pro­ fessionell fólk. Til dømis er kendi sniðgevin Guðrun Rógvadóttir høvuðsdómari. Djús og trench-coat Fyri at undirstrika, at tal­an ikki er um spæl og nakr­ar lætt tilvegafingnar frídagar hjá næmingunum, er tað vorðið traditión fyri, at lands­ stýrismaðurin í vinnu­málum setur árskappingina. Hann segði millum annað, at summi hava fyri munni, at vinnupolitikkur ikki nýtist nógv annað enn útbúgving, útbúgving og aftur útbúgv­ ing, og at alt annað kemur av sær sjálvum. Men so einfalt er tað ikki. - Týdningarmikil partur í vinnupolitikkinum er, at tað í skúlaverkinum og í samfelagnum sum heild verður virkað fyri ein­um íverksetara og nýskap­an­ ar hugburði. Og eg haldi eisini, at tað hevur eyð­ kent vinnuskúlarnar, at undirvísingin hevur ging­ ið hond í hond við ger­ andislívið. Vinnuskúlar eru hornasteinar, tá tað ræður um at fjølbroyta føroyska vinnu, og hevur Handilsskúlin ging­ ið á odda í so máta, segði Bjarni Djurholm í setanar­ røðu síni. Hetta er 10. árið at skipa verður fyri slíkari kapp­ing millum lesandi á hand­ils­ skúlunum, og at føroyskir næmingar eru dugnaligir er sjón fyri søgn. Teir hava fleiri ferðir verið kosnir Company of the Year. Ungt virki í SMS: Týdningarmikil partur í vinnupolitikkinum Ein av luttakandi bólkunum í Ungt Virki er virkið Sun­ sjine. Teir hava valt at fram­ leiða og selja sukurfrítt djús. Hugskotið var at framleiða djús, men ikki bara vanligt djús. Og tá ung í dag eta ómetaliga nógv sukur, kom hugskotið við sukurfríum djúsi, greiða tey 5 í Sunsjine frá. Tey siga, at ov nógv sukur, serliga til børn og ung, ger, at tey verða hyperaktiv, og tí ikki fáa konsentrera seg í skúlatímunum og harvið virka órógvandi. Men eisini onnur enn tey ungu munnu fegnast um júst hetta hugskotið hjá Sun­sjine, og tað eru fólk við sukur­ sjúku. Hjá teimum man tað koma sera væl við, at eisini tey óttaleys kunnu »tylla« djús í seg uttan at fáa insulin- sjokk og tað sum verri er. Sunsjine kemur frá 1. FHS í Handilsskúlanum í Havn. - leo Ein annar bólkur, ið roynir seg í kappingini Ungt Virki, er sniðgevaravirki við hábærsliga navninum Kongsdóttir. Tey hava sniðgivi ein jakka, ella trench-coat, sum tær sjálvar nevna tað. Sjálvt sniðið er gjørt við útlendskum íblástri, men tilfarið er føroyskt. Og verður áhugi fyri vøruni, fara vit sjálvandi at designa serføroysk snið eisini, siga tær tríggjar í felagnum Kongsdóttir. Men hóast høvuðs­dóm­ arin er kendi sniðgevin Guðr­un Rógvadóttir, so er íblásturin komin frá gomlu hondarbeiðslærarinnuni hjá Birnu Nielsen, Maritu Sigurdardóttir. Fyribils hava tær tríggj­ar sniðgivið tann eina jakkan, sum verður sýndur fram hjá Sirri, sum eisini hevur framleitt. Jakkin – ella trench- coat’ið - fæst í náttúrligum før­oyskum litum eftir bí­legg­ ing, myrkamorreytt, ljósa­ morreytt og koksgrátt. Genturnar aftan Kongs­ dóttir eru av Skálafjørðinum og ganga á Handilsskúlanum á Kambsdali. -leo Sniðgeva føroyskt trench-coat Sukurfrítt djús Tær tríggjar aftan Kongsdóttir eru frá vinstru: Hildigun Lamhauge, Oda Ingemarsdóttir Højgaard og Birna Nielsen. Millum sín hava tær trench-coat’ið, tær hava sniðgivið Mynd: Jens Kr. Vang Fólkini aftan Sunsjine eru frá vinstru: Ólavur Dahl, sølu­stjóri, Sjúrður Fjallsbak, fíggjarstjóri, Martin Midjord, fram­leiðslu­ stjóri, Elsa Jespersen, skrivari og Torkil Veyhe, stjóri. Sunsjine selur djúsið SOLO, sum kemur í handlarnar fyrsta dagin Mynd: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, setti árskappingina »Ungt virki« í SMS Mynd: Jens Kr. Vang Guðrun Rógvadóttir, frá sniðgevarafyritøkuni Guðrun og Guðrun er høvuðsdómari í kappingini Mynd: Jens Kr. Vang