Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 58 - 22. mars 2007 - Eg kann ikki annað enn vera glaður fyri, at Anfinn Kallsberg vil hava meg til nýggj­ an formann í Fólka­ flokkinum. Tað er ein stór avbjóðing, sum eg hevði verið til reið­ ar at taka á meg, sigur Jørgen Niclasen Ættarliðsskifti Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg kann ikki annað enn vera glaður fyri, at eg eri so høgt í metum hjá Anfinni Kallsberg, at hann vil hava meg til nýggjan formann í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen sigur, at ferð tað einaferð at standa honum í boði at verða for­mað­ ur í Fólkaflokkinum, hevði tað verið ein avbjóðing, sum hann hevði verið til reiðar at tikið á seg. - Tað kemur einaferð hartil, at vit skulu hava nýggjan for­mann og tað vera altíð nógvar gitingar. Men hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í flokkinum. Og Jørgen Niclasen sigur, at hetta er heldur ikki ein avgerð, sum hann á nakran hátt ætlar sær at provokera flokkin til at framskunda, tí eftir hansara tykki, hevur flokkurin ein serstakliga væl skikkaðan formann. - Men skuldi tað komið hartil, at mær stóð í boði at verða formaður, hevði eg tikið av. Brýndur og brynjaður - Tá ið eg kom upp í politikk, var eg fullur av ambitiónum og helt, at eg kláraði alt. Men eg kom skjótt í landsstýrið og tá fekk eg aðra bók at lesa í. Tað fyrsta hálva árið var so strævið, at eg næstan angraði, at eg var farin í holt við hetta so óroyndur sum eg var í politikki, tí ágangurin var so stórur, at eg varð næstan koyrdur í senk. Men síðani heldur hann, at hann er bæði brýndur og brynjaður. - Nú haldi eg, at eg havi nakrar eginleikar, eg haldi høvdu gagnað mær í einum starvi sum formaður fyri einum flokki. - Í fyrsta lagi haldi eg, at eg havi royndirnar eftir skjótt 16 ár í politikki. Og so haldi eg eisini, at eg havi rætta aldurin. - Sum formaður fyri Fólka­ flokkinum á tingi, havi eg eisini havt ein savnandi og samansjóðandi leiklut og skal eg siga tað sjálvur, haldi eg ikki, at tað hevur gingið so galið, hóast onkur kinkur hevur verið í. Her sipar hann helst til, at í nøkrum førum er kom­ ið alment fram, at tann eini tingmaðurin, Poul Michel­ sen, ikki hevur drigið somu línu, sum flokkurin annars. - Tá ið vit hava verið í pol­ itiskum trupulleikum, havi eg altíð roynt at leita eftir loysnum, heldur enn at bara at halda fast. Jørgen Niclasen heldur, at hetta eru alt viðurskifti, sum hann heldur, høvdu kom­ið honum til góðar, skuldi eg fingið møguleikan at staði á odda fyri flokk­in­um, tí eg haldi, at hjá ein­um floks­ formanni er høvuðs­upp­gáv­ an at samansjóða og savna flokkin, heldur enn at geva boð. - Eg havi følt, at eg havi evni til at samansjóða flokk­ in og at finna semjur og tað haldi eg vera ómetaliga týdningarmikið. Og so leggur hann afturat, at eru tað tveir politikarar, sum eru samdir, eru tað hann og Anfinn Kallsberg, bæði í vinnumálum, sjálv­ stýrismálum, búskapar­mál­ um og sosialmálum. Til reiðar at taka stóra avbjóðing á sínar herðar Anfinn umhugsar at leita eftir hurðini Á aðalfundinun í Norðoya Fólka­ floksfelag, boðaði Anfinn Kallsberg frá, at hann ivast í um hann stillar upp aftur á næsta løg­ tings­vali, tí hann heldur, at stundin er komin, at lata yngri kreftir sleppa framat Ættarliðsskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein av okkara kend­astu politkkarum An­finn Kallsberg úr Fólka­ flokkinum, umhugs­ar nú at taka seg úr politikki. Tað staðfestir heima­ síðan hjá Norðoya Fólka­ floksfelag eftir aðalfund í felagnum nú ein dagin. Á fundinum boðaði for­ maður Fólkafloksins frá, at hann heldur, at stundin er komin at lata ungri kreftir sleppa framat. Og sjálvur hellir hann til at hann stillar ikki upp­aftur, boðar Norðoya Fólkafloksfelag frá. Anfinn Kallsberg vísir á, at av teimum sjey løg­­tingsmonnunum hjá Fólka­flokkinum, eru fimm av teimum við at fara um tey seksti, ella eru væl og virðiliga farnir um tey seksti. - Tí haldi eg ikki, at vit, sum eru komin upp í árini, eiga at standa í vegin fyri at lata tey yngru sleppa framat, sigur hann. Men hetta var ikki nakað, sum aðalfundurin í Norðoya Fólkafloksfelag tók undir við, tí fundurin mælti honum staðiliga til at umhugsa sína støðu einaferð enn, sigur Norðoya Fólka­floks­ felag. Sjálvur sigur Anfinn Kalls­berg, at tað er á hvørjum vali, at hann umhugsar at stilla upp aftur. - Men nú eri eg á veg um tey seksti, so nú haldi eg, at stundin er komin at eg finni hurðina. Sjálvur vil hann kortini ikki siga um hann stillar upp aftur ella ikki. - Tað er ein avgerð, sum ikki verður tikin, fyrrenn tað kemur har til, sigur hann. Anfinn Kallsberg heldur at stundin er komin at lata yngri kreftir sleppa framat og hann fer at mæla Fólkaflokkinum til at velja Jørgen Niclasen til nýggjan formann Ættarliðsskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gongst sum Anfinn Kallsberg vil, verður tað Jørgen Nicla­ sen, sum skal standa á odda fyri Fólkaflokkinum í Framtíðini. Anfinn Kallsberg hev­ur verið formaður í Fólka­flokk­ inum í nógv ár. Men tá ið hann leggur frá sær, fer hann at mæla flokk­­ inum til at velja Jørg­en Nicla­ sen til nýggjan formann. Tað hevur leingi verið greitt, at eitt ættarliðsskifti er á veg í fólkaflokkinum. Av teimum sjey løgtings­ monn­unum, eru teir fimm farnir um tey seksti um eitt ár og fleiri av teimum eru farnir at nærkast eftirlønaraldri. Sjálvur fer formaðurin um tey seksti í heyst -Tí er tað eisini greitt, at stundin er komin at seta rudda slóð fyri at einum nýggjum formanni í flokkinum at taka við eftir Anfinn Kallsberg. Og tí hevur dúgliga verið gitt, hvørjir av teimum yngru politikarunum hava bestan møguleikan at taka við eftir Anfinn Kallsberg. Tað hevur leingi ligið í luftini, at Anfinn Kallsberg ætlar at vísa á Jørgen Niclasen sum sín eftirmann. Yngri kreftir framat Fyrsta almenna ábending um, at Anfinn Kallsberg hev­­­ ur til­­nevnt Jørgen Nicla­sen til krún­­prins, fingu vit á lands­ fundinum í Fólka­flokk­inum, tá ið Anfinn Kallsberg mælti flokkinum til at velja Jørgen Niclasen at standa á odda fyri valstríðnum upp und­ir næsta Løgtingsval, sum verð­ur í seinasta lagi í januar. Skal hetta takast sum tekin um, at tú ætlar seta Jørgen Niclasen í støðu til at taka við eftir teg? Nú eri eg ikki einsamallur um at velja formann, tí tað ger ting- og landsstýrismanning í felag. Og sjálvt um nógv ivast, tvíheldur hann um, at í hes­um sambandi vigar hans­ara mein­ ing ikki meiri enn meiningin hjá nøkrum øðrum. - Men tað er greitt, at vit mugu fara at hugsa um at lata yngri kreftir sleppa framat. Anfinn Kallsberg sigur, at tá ið hann kom á ting á sinni, hevði Fólkaflokkurin yngstu tingmanning í miðal. - Nú eru fimm av okkum antin farnir, ella eru við at fara um tey seksti og sostatt er stundin komin at fáa yngri fólk sleppa framat, bæði kvinnum og monnum. Og skulu vit hugsa um ald­ urin, eru ikki nógvir møgu­ leikar, skulu vit hava yngri kreftir framat. Men heldur tú at Jørgen Niclasen hevði verið eitt gott boð upp á ein nýggjan formann? - Hann er avgjørt eitt gott boð. Hann er ungur, men hevur kortini drúgvar roynd­ ir í politikki. Hann hugsar skjótt og hann er ikki skorin fyri tungubandið. - Men eg havi bara eina at­kvøðu, tá ið nýggjur for­ maður skal veljast, endur­ tekur hann. Fer hon til Jørgen Niclasen? Tað kanst tú meta um eftir tí, eg havi sagt, sigur Anfinn Kallsberg heldur hulisliga. Men tað er neyvan til at misskilja!! Jørgen Niclasen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum Gongur, sum Anfinn Kallsberg vil, verður tað Jørgen Niclasen, sum skal lyfta arvin eftir hann sum formann í Fólkaflokkinum - Eg kann ikki annað enn vera glaður fyri, at eg eri so høgt í metum hjá Anfinni Kallsberg, at hann vil hava meg til nýggjan formann í Fólkaflokkinum, sigur Jørgen Niclasen. Hann heldur eisini, at hann hevur nakrar av røttu eginleikunum, sum krevjast av einum floksformanni