hósdagur 22. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 58 - 22. mars 2007
Nú øll vóru so fegin um hepnu bjargingina av Atlantic
Navigator, sum fór á land herfyri, kom tað sera dátt við
– eitt antiklimaks við lít - at fáa tíðindini um, at skipið
gevst við svartkjaftaveiðuni í Føroyum fyri at fara til
Suðurpólin at veiða krill ístaðin.
Nú tað serstakliga vóru útlendskir íleggjarar, sum stóðu
aftan fyri hesi ætlan, kunnu vit sjálvandi lítið og einki
gera fyri at forða eini slíkari støðu. Kapitalurin ræður.
Føroyingar hava verið partur av hesi ætlan, men sita so
ikki við meirilutanum. Tað er eingin loyna, at mong í
Føroyum hava verið ómetaliga glað fyri fyrst Næraberg
og nú Atlantic Navigator. Skipini hava verið ein frísk
ligur íblástur í føroyska fiskivinnu og hava verið eitt
gott og spennandi arbeiðspláss fyri tey hundraðtals
fólkini, kvinnur sum menn, ið hava verið við.
Vit hava sum blað gjørt nógv burtur úr verkætlanini
ikki minst tá skipini eru komin fullastað til lands ella
eru farin nýggjan túr við glaðum ungum føroyingum.
Vit hava sæð hetta skip sum ikki bert flaggskipið í før
oyska fiskiflotanum men eisini sum skúlaskipið, har
ungfólk bráddliga aftur fingu hugin til sjógvin. Skipið
hevur so eisini troytt eitt fiskaslag til fulnar – tvs. til
foredlaða matvøru – har fiskurin í stóran mun áður er
farin til fiskafóður.
Vit kenna ikki smálutirnar, hví avgerð varð tikin um at
gevast. Um talan er um eina veiðu og framleiðslu, sum
vísti seg ikki at vera lønandi, so er tað ein ærlig søk.
Men er orsøkin tann, at eigararnir heldur vilja brúka
skipið at veiða krill á suðurhøvum, so má tað sigast at
vera stórt spell og eitt slag í andlitið, nú mong hildu, at
skipið var komið fyri at verða verandi.
Føroysku stigtakararnir til hesa verkætlan hava lagt eitt
sera stórt arbeiði í hana og hava veruliga verið við til at
bróta upp úr nýggjum. At brúka svartkjaftin til dýra
matvøru heldur enn til bíligt fiskafóður er nakað, sum
mong fegnast um. Nú vendist so ikki við aftur. Norsku
oddamenninir hava talað. Neyvan eru føroyingarnir
aftan fyri verkætlanina fegnir um hesa avgerð. Tað má
tó sigast at vera rættiliga ørkymlandi, tá grundgevingin
fyri at gevast verða søgd at vera tann, at landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum ætlar at seta fleiri nýggjar
lógir í verk, sum fara at gera íløguna í surimiframleiðslu
minni lønandi og áhugaverda. Hetta ljóðar sum undan
førsla, sum nakað, ið er uppfunnið fyri at rættvísgera
eina avgerð, sum langt síðni er tikin við tí fyri eygað at
brúka skipið aðrastaðni, og ikki orsakað av møguligum
komandi lógarbroytingum í Føroyum.
Áhugavert vildi verið at fingið øll kort á borðið, so vit
sóu, hvør veruliga orsøkin var til, at hundraðtals føroy
ingar so bráddliga mistu sítt arbeiði og samfelagið
misti stórar inntøkur. Vit hava ikki svarið. Kanska onn
ur hava tað.
Sosialurin
Syrgilig lagna
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
er loksins vaknaður úr
dvala og er komin við ein
um uppskoti á ting, ið hevur
til endamáls, at øll fiski
loyvini hjá tí føroyska fiski
flotanum skulu inndragast
seinast í 2018.
Hetta hevur skapt ótrygg
leika í fiskivinnuni og ann
ars hjá øllum teimum, ið
hava áhuga í hesi vinnu, t.d.
bankum, reiðarum, eigarum
og í vinnuni yvirhøvur. Ein
av fylgjunum er, at nú noyð
ist Atlantic Navigator at
gevast, og grundgevingin
er, sigur Hanus Hansen reið
ari, at ótryggleiki valdar
viðvíkjandi fiskiloyvunum
hjá skipinum.
Hetta er væl skiljandi, tí í
uppskotinum liggja ongar
visjónir, eingir møguleikar,
einki nýtt, eingir karmar,
ella aðrir neistar, ið skulu
geva íblástur til íleggjarar í
eina nýggja framkomna
føroyska fiskivinnu.
Møguleikar, ið birta undir
framburð og áræðið, sum
sjálvsagt er ein fyritreyt
fyri, at vinnan skal trívast,
mennast og verða lív lagað.
Tey størru skipini og kanska
mest partolaraflotin, er í
dag samansettur soleiðis, at
uttan fiskiloyvi eru hesi
skip 0 kr. verd á pappírinum.
Tey eru stutt sagt ein so
vánalig søluvøra, at eingin
marknaður finst fyri hesi
skip, so einfalt er tað. Men
so leingi tey hava einkar
rættin til fiskiríkidømið
undir Føroyum, er hesin
parturin av flotanum eitt
reint 24 karat gullegg fyri
tey, ið sita á loyvinum.
Eg eri púra samdur við
fiskimálaráðharranum í, at
øll fiskiloyvini skulu inn
dragast sum skjótast, men
tá tað er sagt, eri eg ikki
samdur við einum komma í
restini. Uppskotið byggir í
botn og grund á eitt langt
forboð, ið skal forða „speku
lantum” at arbeiða frítt.
Tað, Bjørn Kalsø ikki
skilir er, at spekulantar eru
ikki bara teir, ið eiga kapi
talin. Spekulantar spekulera
eisini í, hvussu ein nýggjur
floti, og fiskiídnaðurin á
landi eigur at verða saman
settur í framtíðini, soleiðis
at sum mest fast fyri hvørja
krónu, ið verður latin í íløg
una. T.d. er eingin karmur
orðaður fyri einari møgu
ligari nýggjari samanseting
av fiskivinnuni, bæði á
sjógvi og landi. Ein karmur,
ið gevur vinnuni fríari ræsur
at kanna um t.d. møguleikar
skuldu ligið í, at virka
rávøruna meiri umborð, so
at virkini á landi høvdu
møguleika at leypa tey
fyrstu liðini um í framleiðsl
uni, so virkini kundu lagt
seg longur upp í fram
leiðsluketuna, og harvið eis
ini nærri brúkararnar, sum
jú er tann í betalir alt gildið
í seinasta enda.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at fiskivinnan á sjó
num einki er broyt tey sein
astu nógvu árini. Vit hava
fingið nýggj skip, men
bygnaðurin er einki broytt
ur. Við verandi lógarskipan
kunnu vit ikki gera annað,
enn skræða garnarnar úr
fiskinum, og leggja hann at
rota eina viku ella so í last
ina, fyri síðani at selja virk
inum rávøru, ið er vorðin
gomul, fyri ikki at siga
ónýtilig.
Vit standa fyri øgiligum
broytingum. Oljan er vorðin
ovurhonds dýr, dálkingin er
ræðandi, og her toppar okk
ara nýtsla. Ja vit liggja tí
verri ovast í verðini, tá talan
er um dálking, og tað er
ikki akkurát nakað vit tíma
at reypa okkum av.
Tey flestu eru á einum
máli um, at tað er avgjørt
neyðugt við einum nýggj
um bygnaði í fiskivinnuni,
men hvussu hetta skal ger
ast, eru ongar klárar útmeld
ingar komnar um. Vit hava
sæð, baði í loft og fjølmiðl
um, og hoyrt frá nógvum
ungum fólkum, nógv góð
og fín uppskot um rationali
seringar, sum allar hava til
endamáls at minka um
útreiðslurnar og útlátið av
CO2. Tað skal nú ikki so
nógv fantasi til at skilja, at
ein góður háttur at minka
um útlátið, er at minka um
oljunýtsluna.
Fyri at minka um brenni
evni, er neyðugt at løgtingið
broytir lógina um vinnuligan
fiskiskap grundleggjandi.
Vinnan má í framtíðini fáa
møguleikar at tillaga seg
tær nýggju tíðirnar vit liva
í, soleiðis at sum mest fast
fyri hvørja krónu, ið latin
verður í vinnuna. Hetta er
ikki møguligt við verandi
skipan. Vit brúka í dag ovur
honds stórar upphæddir til
sigling, transport av rávøru
eftir landavegnum, óneyð
ugar goymslur á landið og
flyting av vøruni til út
heimin, bara fyri at vísa á
nøkur ítøkilig dømir, ið
kosta risa upphæddir, sum
stórt sæð eru lættar at skera
burtur.
Tá eg sjálvur havi siglt
við flakatrolara, og havi
sæð teir møguleikar, sum
liggja í hesari vinnuni, er
tað undrunarvert at hugsa
sær, hvussu primitiv vit í
grundini eru. Fyri mær sær
tað út sum um at politikar
arnir ikki skilja, hvussu
veruleikin í botn og grund
hongur saman. Nú tað er
meldað út, at Atlantic Navi
gator, eftir juni ella august,
ikki er partur av okkara
flota longur, er hetta ikki
annað ein katastrofa fyri
okkara land. Gott og
væl
200
arbeiðspláss
verða skrødd burtur, og har
við grundarlagið hjá nógv
um ungum føroyingum,
sum settu sína vón til hetta
arbeiðsplássið.
Tí má tað verða eitt krav
til okkara myndugleikar, at
okkurt eigur at verða sum
skjótast, fyri at okkara eftir
komarar skulu hava eina
framtíð, eisini innan fiski
vinnuna.
Politikararnir
mugu síggja í eyguni, at
neyðugt er við stórum broyt
ingum, og eiga at opna fyri
møguleikum hjá vinnuni,
soleiðis at meira kann ger
ast við fiskin umborð á
skipinum. Støðan er jú tann,
at vit kunnu bara fiska eina
ávísa nøgd, og tí er neyðugt
at fáa sum mest burtur úr, í
pengum og arbeiðsplássum,
tað sigur jú seg sjálvt, og
kann ikki vera so torført at
skilja.
Eg kann fáa ilt í eitt vist
stað, tá ið man hoyrir,
hvussu ilt okkara fjórða
statsmakt far í sama stað
sum eg, tí Strandferðslan
skal flyta til Suðuroyar.
Men tá gott og væl 200
arbeiðspláss verða skrødd
undan okkum, tí umsitingin
í fiskimálaráðnum, ikki skil
ir, at nú er hóttafall fyri dur
um, eru fjølmiðlarnir líka
glaðir.
Vit vilja so fegin vera
stór, og fáa Clinton henda
veg, og vit eru tjóðskapar
sinnaðir, ja stórt sæð er
eingin munur á tjóðveldinum
og sambandinum, tá saman
um kemur, bara vit fáa loyvi
at gvagga víðari í dunnuhyl
inum.
Sakaris
Zachariasen
Fiskivinnan anno 2007