Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2007 11 Fyri ári síðani sá eg ein kend­an føroying á einum hotelli í einum stórbýi í Europa. Fór yvir til hansara og spurdi í skemti: “Sorry, are you lokal?” Hann hugdi upp á meg og svaraði: “No, I am from Denmark!” Segði aftur við hann undrandi: “So you are from Den­ mark?” Hann svaraði mær aft­ur: “No, actually I am from Iceland!” Tá kláraði eg ikki at halda mær meira og segði á íslenskum: “Það var gaman, vegna þess að ég er færeyingur en á heima í Reykjavík!” Tað var heldur løgið at fá fleiri uppringingar eftir Dag og Viku mánakvøldið 19.02.2007, summar sera ja­ligar, meðan aðrar vóru held­ur neiligar, ja, rikið varð enntá framundir, at hetta var beinleiðis saman­ svørj­ing, eitt væl fyrireikað strategiskt álop á løgmann, ið nærum hevði skapt eina diplomatiska “krisu” í Før­ oyum (bevares...). Kendi ikki vertin, ið ringdi og bað meg siga hugs­ an mína um føroyska sendi­ stovu í Reykjavík. So eg spurdi hann, hvør støða hans­ara var í hesum máli. Hann svaraði mær, at hann dugdi ikki at síggja nakran mun á sendistovunum í Lond­on og Bruxell og á henni í Reykjavík. Høgna Hoydal hevði eg ongantíð hitt, ei heldur hevði eg skift orð við mann­ in. So eg vil vísa aftur, at eg havi verið við í eini samans­ vørjing ella verið leidd ur takt­ist út í eitt álop á løg­ mann. Havi heldur ikki búð í Føroyum seinastu 17 árini og havi tískil ikki rætt at blanda meg upp í politiska spælið í Føroyum, hóast eg havi mína sannføring við­ víkjandi støðu okkara sum tjóð. Ferðalag til Íslands Fyrr í ár var eitt føroyskt ferðalag í Íslandi við løg­ manni á odd a. Løgmaður skal eiga tað rós, at hann gjørdi eitt flott og gott PR- arbeiði fyri Føroyar á túri­ num. Takk fyri tað! Eri eis­ ini vísur í, at eingin før­oysk­ ur politikkari hevði kunnað gjørt hetta betur. Hann kom væl fram í teim íslensku fjøl­miðlunum, og úttalilsi hansara um viðurskiftini millum Føroyar og Íslands eiga stórt rós uppiborið. Tað var eisini hugaligt og eggjandi at hitta ferðalagið við vinnulívsmonnum, ið vóru saman við løgmanni hes­ar dagarnar. At ein hug­ burðs­broyting er við at fara fram innan tað føroyska sam­felagið kom eisini greitt til sjóndar hjá teimum, ið vóru við. Ein hópur av fólki, sum við undran var kom­in at hyggja eitt sindur tættari at hesum samfelag (Ísland), ið hevur tikið so stór framstig í altjóða høpi hesi seinastu árini, at teir tíð­um fylla tey kendu og mest lisnu “business-bløð­ ini” “world wide”. Fyri tey flestu kundi Ís­land – “okkara mekka” (sum løgmaður orðaði tað) – verið ein fyrimynd fyri, hvussu einar framtíðar Før­ oyar kundu sæð út, um vit megna at standa saman sum tjóð og hava ein góðan vilja at gera tað sama, sum ís­lendingar hava gjørt uttan at fáa ilt í “rassinn” av hvørj­ um ørðum. Viðvíkjandi Hoyvíkssátt­ mál­anum, sum løgmaður hev­ur staðið á odd a fyri, skal hann eisini fáa rós og ein fjøður í hattin. Íslendingar hava gjøgnum tíðina altíð verið greiðir yv­ir styrki sína og virði sítt sum tjóð. Teir hava eisini verið greiðir yvir, hvussu skjótt teir kunnu vera etnir av teimum “stóru”, um teir fóru at geva eftir við teim­ um virðum, landið gevur av sær. Tað var eisini ein av or­søkunum til, at tú sum út­lendingur fyri bert 20 árum síðani ikki kundi eiga meira enn 49% av eini fyri­ tøku í Íslandi, umframt at teir høvdu eina skipan, sum vardi bæði inn- og útflutning við kvotum. Hetta ger seg galdandi enn í dag, táið tað kemur til fiskin, ið sambært stjórnar­ skrá teirra er tjóðarogn, og sum ikki loyvir útlendingum at koma fram at hesum rætt­ indum teirra. Hetta er eisini ein av størstu grundunum fyri, at teir ikki eru farnir uppí ES. Men hetta forðar teimum ikki í at keypa reiða­ ríir, fiskiskip og fiskiveiði­ heimildir í øðrum londum. Viðvíkjandi Hoyvíkssátt­ málanum (sum eg bert kenni frá íslendskari síðu) hava føroyingar megnað at gjørt ein sáttmála, ið einki annað land hevur gjørt við Ísland. Sum skilst, eru íslendingar eisini opnir fyri at víðka sáttmálan. Hetta vísir okkum eisini ta stóru virðing, teir hava fyri okk­ um føroyingum sum tjóð á jøvnum føti. Og tað er eing­ in ivi um, at hvørki danir ella norðmenn høvdu fingið ein slíkan sáttmála sum hend­an við íslendingar. Ávísar atfinningar hava ver­ið um forðanir, ið eru fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur í Íslandi í mun til líknandi treytir, ið íslend­ ingar hava í Føroyum. Hin­ vegin skuldi tað ikki verið ein ov stór avbjóðing hjá em­bætismonnum og polit­ ikk­arum okkara at funnið loysnir á hesum trupul­leik­ um. Føroyska sendistovan í Reykjavík Evnið í sjónvarpssendingini hetta mánakvøldið var før­ oyska sendistovan í Reykja­ vík. Um hon kemur til sín rætt at verða millumlið hjá føroyskum fyritøkum og em­bætismonnum í Íslandi, veit eg ikki. Og um hon er før fyri at útinna tað enda­ mál, ið menn seta henni, veit eg heldur ikki. Men tað eru uttan iva stórir møgu­ leikar við eini sendistovu í Reykjavík, serliga tá vit hugsa um, hvussu íslend­ ingar hava arbeitt í altjóða samfelagnum hesi seinastu árini. M. a. kundi tað verið áhuga­vert at sæð eitt nógv tættari samstarv við ís­ lendsku uttanríkistæn­ast­ una, ið eigur ein stóran leik­ lut í tí útrás, ið hevur merkt íslendsku vinnuna hesi sein­ astu árini (hon hevur eisini staðið væl aftan fyri upp­ bygging okkara í Eystrasalti, Bulgaria og Rumenia). Eitt tílíkt samstarv kundi opnað dyrnar fyri heilt øðrum og meira spennandi møgu­leik­ um enn bert teimum, vit síggja okkum hava í Ís­landi. Londini eru sera lík á øll­ um økjum, søguliga tilknýti, mentanarliga og vinnuliga, serliga tá tað snýr seg um fiskivinnuna. Hóast hetta haldi eg, at íslendingar hava eitt stórt forskot á okkum, tá tað kemur til fríhugsan á vinnuligum og øðrum økj­ um, útbúgving í ymsum lond­um o. s. fr. Og ikki minst eitt størri politiskt rása­rúm, kanska serliga út­eftir. Stødd irnar á samfelags­ øki­num og á fyritøkum burdu eisini ført við sær, at okkara tilknýti til íslend­ing­ ar var munandi tættari enn við danir og aðrar tjóðir, ið ofta hava eitt nógv tyngri og størri samfelagskervi at dragast við, enn íslendingar hava. Hetta førir so eisini við sær (og krevur), at teir lættari kunnu/mugu tillaga seg teim broytingum, sum henda á altjóða støði, enn størru tjóðirnar gera (teir hava í øllum førum tann fyri­mun ikki at skula bíða eftir dønum fyrst). Íslendska uttan­ ríkistænastan Her kundi m. a. íslendska uttanríkistænastan spælt ein nógv størri og effiktivari leiklut fyri okkum enn tann danska, ið eftir míni fatan leggur seg eina mest við at veita eina humanitera tæn­ astu enn at slóða fyri dansk­ ari útrás í útheiminum. Av royndum kann eg siga, at nú vit hava bygt eina fyri­ tøku upp í fimm londum í Eystureuropa undir einum kendum donskum brandi JYSK, hava vit ikki so mik­ ið sum fingið eina telefon­ samtalu frá teimum donsku sendistovunum. Tá er mun­ ur á íslendingum og teirra sendiharrum. Teir fylgja við og hava javnan samband við okkum fyri at kanna støð­una og kunna stuðla okk­um á øllum økjum. Stødd­irnar spæla eisini her ein stóran leiklut. Danir ar­ beiða við milliarda­ fyri­tøk­ um so sum Mærsk og niður til B&O (sum íslendingar eiga ein stóran part av í dag). Eitt tað besta dømið, vit hava, er Letland, har ís­lendska uttanríkisráðið – stutt eftir at Ísland sum fyrsta “frælsa” landið góð­ kendi og bjóðaði lettum væl­komnum millum sjálv­ støðugu londini – fór við ein­um bólki av vinnu­lívs­ monnum at hyggja eftir møguleikum hjá íslendsku vinnuni í Lettlandi. Úrslitið av hesi ferð varð, at í dag eru meira enn 130 fyritøkur í Lettlandi, ið hava íslenskan identitet (tær fyritøkur, sum vóru við tá, vóru flestar á stødd við eina miðal fyri­ tøku í Føroyum í dag). Her eru stórir møguleikar, sum eftir mínum tykki eru meira spennandi enn bert at hava eina umboðstovu ella sendistovu (við tign), sum arbeiðir fyri føroyskum áhuga­málum og fyritøkum í Íslandi. Ísland og Føroyar Íslendingar hava altíð, fram um aðrar, arbeitt saman við føroyingum sum føroy­ing­ um og ikki sum dønum. Davið Odd son, fyrverandi forsætisráðharri, legði lunn­ ar undir einum beinleiðis sam­bandi við Landsstýrið uttan um danir. Her kann “i forbifarten” leggjast afturat, at fyrsta og síðsta landið, hann vitjaði í politiskum ørindum var Føroyar. Eisini hava forseti Íslands, tveir for­setisráðharrar og uttan­ ríkisráðharri vitjað land okk­ara. Í Norðurlanda­ ráð­ num eru tað teir, ið vilja hava beinleiðis samband við okkum uttan um donsku maktina. Hetta vísir, hvussu ómetaliga stóra virðing teir hava fyri okkum føroyingum sum tjóð. Við at leggja okkum so lágt at fara undir kong og danska “brókamerkið”, er tað bæði eyðmýkjandi fyri flestar føroyingar í Íslandi og ikki minst eini sera vána­ lig boð at senda hesi tjóð, ið hóast alt hevur havt so stóra virðing fyri okkum, og sum kallar okkum frænd­ ur sínar. Ísland er helst eisini ein­ asta landið, har hvør føroy­ ingur (veri tað sambands­ maður ella loysingarmaður), tá hann verður spurdur: “Where are you from?”, utt­ an at ivast ella smæðast við kvikum stoltleika kann svara: “I am from Faroe Is­ lands!” Vónandi finna tit eina góða loysn á hesum so brenn­­andi máli uttan at blanda donska sendistovuna, Danne­brog ella danska skjalda­ merkið upp í viður­ skiftini millum londini. Nú stendur so lands­ fund­ urin aftur fyri durum, og tað verða óivað nógv evni á skránni. Av góðum grundum kann eg ikki verða við í ár, av tí at eg eri stadd ur í Liberia, stravist umborð á trúboðar/hjálparskipinum Anastasis. Hetta seinasta árið hev­ ur verið eitt undarligt ár at vera sambandsfólk, og eg kenni meg eitt sindur heim­ leysan. Hví? Jú lat meg koma við einari persóligari søgu um mítt lív sum sam­ bandsmaður. Tá eg sum ungur drong­ ur fekk áhuga fyri poli­ tikki, so vildi eg finna út av, hvør flokkur hóskaði best til mín. Eg kom skjótt til ta niðurstøðu, at tað mundi verða Sambands­ flokk­urin. Lat meg grund­ geva fyri tí. Í stevnuskránni verður sagt í fyrsta punkti, at Sam­bandsflokkurin, vil byggja á ta kristna grund­ støðið. Eftir at hava lisið søguna hjá nógvum lond­ um kemur ein skjótt til ta niðurstøðu, at tey lond, ið byggja á eitt kristið grund­ støði eru tey bestu londini at búgva í. Tað sera eink­ ult, fylgja vit Guðs boðum og fyriskipanum, so vil hans signing fylgja okk­ um. Eg tosi ikki um materi­ alismu, men hvar fólk vísa hvørjum øðrum virðing, har vit hjálpa hvørjum øðr­ um, ja har næstrakærleikin er at finna. Sambandsfokkurin er ein flokkur, ið er liberalur/ konservativur, og tað pass­ ar fínt til mín sum persón. Eg eri ikki nógv fyri broyt­ ingum, um tað ikki er til tað betra, men kann onkur, ella eg sjálvur, sannføra meg um tað, so havi eg onki ímóti broytingum. Tann liberali politikkurin hevur tað góða við sær, at tú verður noydd ur at taka ábyrgd fyri tí, tú gert. Tú ert ein einstaklingur, tú kanst hugsa, tala og skriva frítt. Fíggjarliga vil flokk­ urin føra ein ábyrgdarfullan politikk. Flokkurin er tjóðskapar­ sinnaður, uttan at tað ger tjóðskapin til eitt mál í sær sjálvum. Ja vit eru før­ oyingar, men tað er ikki alfa og omega her í veðini, og vit hava ein góðan prakt­iskan felagskap, ið eitur ríksfelagskapurin, og saman við Danmark og Grøn­landi kunna vit loysa nógv ting í felag. Tí var tað við stórum stolt­­leika at eg teknaði meg sum lim í Sam­bands­ flokkinum í 1990. Í dag hava vit so 2007, og eg kenni ikki heilt hend­ an flokk aftur. Hinvegin, hvar skal eg fara? Tað er ongin annar flokkur, ið hósk­ar heilt til mín, men eg eri uttan iva ikki tann einasti politiski heimloys­ ingurin, tað eru sikkurt mong onnur við mær, ið kenna tað sama í teirra for­ holdi við Sambands­ flokk­ in. Tí skal mín áheitan á tykk­­um verða, takið stevnu­­skránna punkt fyri punkt, spyrjið tykkum sjálv, hvar eru vit vikin av leið, vendið aftur til stevnu­ skrá floksins, og so føra vit politikk eftir henni, og vit fáa eitt megnarval um fimm ár. Tað verður ikki næstu ferð, kæru vinir, tí næstu ferð fær flokkurin ein framman á, og tað mugu vit bara taka til eftir­ tektar. Orð og gerðir mugu hanga saman, tað eitur trú­ virði, tað má ein og hvør flokkur hava, og tá fær hann virðing millum fólk­ ið. Góðan landsfund! Reykjavík 25.02.2007 Niels Stórá Monrovia 20.03.2007 Jóhan Petur Johannesen Sendistova í Reykjavík Heilsan til Sambands­ flokkin úr Liberia viðmerkingar