hósdagur 22. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2007
13
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
nøvn
Kistan við Poul Nicolaj Mouritsen í Sørvági fer
úr Landssjúkrahúskapellinum í kvøld klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju fríggjadagin
klokkan 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey ið
vilja minnast Poul Nicolaj, kunnu lata Diabetes
felag Føroya eina peningagávu, konta í Peninga
stovnunum.
Sigtóra Jørgensen, fødd Johansen, Kollafjørður,
andaðist á Landssjúkrahúsinum 20. mars 51 ára
gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin klokkan 13. Jarðarferðin verður úr
Kollafjarðar kirkju fríggjadagin klokkan 15. Tey ið
vilja minnast Sigtóru kunnu lata eina peningagávu
til Kollafjarðar kirkju, konta í peningastovnunum.
hósdagur, 22. mars - 12:35
Harry Petersen, Sørvágur, andaðist á Landssjúkra
húsinum týsdagin 20. mars 82 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinri.
Torvald Thorsteinsson, fyrrverandi Timburmeistari
á Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi 21. mars 87 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinri.
Jytta Schrøter, Nes Hvalba, andaðist týsdagin 20.
mars 80 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsið í dag klokkan 17. Jarðar
ferðin verður úr Hvalbiar kirkju fríggjadagin klokkan
13. Tey ið vilja minnast Jyttu kunnu lata Eldrasam
býlinum í Hvalba eina gávu.
Emma Bech, Porkeri andaðist á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi mikudagin 21. mars, 91
ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferin
verður úr Porkeris kirkju leygardagin klokkan 13.
Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast
Emmu kunnu lata Ellisheiminum á Tvøroyri eina
peningagávu. Konto í Eik Banka
Andlát og jarðarferðir
Omman á Akureyri er farin. Hetta
vóru tungu boðini, vit máttu bera
hvørjum øðrum henda frostkalda
dagin í februar í ár. Ikki tí at hetta kom
heilt óvæntað, omman var jú ikki ung
longur, hon hevði verið sjúk í eina tíð,
og nú var hon mett av døgum.
Sum annar av útlendsku versonum
hennara, havi eg, saman við nógvum
øðrum, nógv gott at takka Gullý fyri.
Allarfyrst at hon vildi lata mær aðra
dóttur sína í varðveitslu, um eg kann
orða tað so. Eg ikki bara gifti meg við
dóttur hennara, men eg tók hana eisini
við mær út í onnur lond. Eg veit, at
hetta var eitt stórt stig, men hetta var
eisini ein stór dóttir, sum eg var, og
eri góður við. Hóast vit øll hesi árini
ikki bara búðu í hvør sínum býi, men
eisini í hvør sínum landi, so má eg
siga, at tann kærleiki og tað trúfesti
sum Gullý - og eisini Þóroddur, sjálv
andi – vístu okkara lítlu familju í
útlandinum, er so hugtakandi, at tað
ber næstan ikki til at greiða frá tí. Vit
vistu altíð, hvar tey vóru, vit vistu
altíð hvagar vit kundu leita, høvdu
vit tað fyri neyðini. Og vit fingu altíð
svar upp á spurningarnar. Tað besta
dømið um hetta stórsligna trúfesti
eru bunkarnir av brøvum, sum vit
í dag eiga frá ommuni og abbanum
á Akureyri. Tað eru ikki smávegis
gullkorn, vit fingu sendandi hvørja
viku yvir eitt 20-áraskeið undan sms-
og telduposttíðini. Søgur og orð sum
fara at gera okkum rík í allar ævir.
Her funnu nógvir fuglar dagsins teirra
rætta flog.
Umframt at vera nógv saman við
Gullý og Þóroddi um sumrarnar
annaðhvørt á Akureyri, á ferð í
Íslandi, ella her í Føroyum, so hevði
eg eisini ta gleði at vera granni teirra
uppi á Norðurlandinum tvey ár í áttati
árunum. Tvey ógloymandi ár. Tá vóru
tey bæði eldru børn okkara smá, og
tað var ikki smávegis av kærleika,
sum omman og abbin á Akureyri tá
góvu okkum øllum. Hesi árini eru væl
goymd í minni mínum. Tað sama má
sigast um tey bæði árini í nítiárunum,
tá ið vit so harðliga høvdu brúk fyri
hjálp og stuðli. Tá var Gullý okkum
ein ótrúlig hjálp í heiminum í Havnini,
eina hjálp sum eg seint verði liðugur
at takka fyri.
Góða Gullý. Takk fyri góð minni
- og takk fyri alt tað tú gavst mær.
Martin Næs
Minningarorð um vermóður mína
Guðný Pálsdóttur, Akureyri
f. 24/7-1924 • d. 23/2-2007
Fyrradagin 20. mars fylti
Heðin Samuelsen, ættaður
úr Horni í Havn 70 ár. Júst
hendan tíðin 1937 hevur
verið ein góð tíð fyri Føroyar,
tí hetta er ikki minni enn triði
70 ára dagurin 19. ,20. og
21. mars, sum er umrøddur
í hesum teigi.
Heðin er sonur Petru og
Hannis í Horni, og hann
er teirra elsta barn. Petra
fylti 95 ár tann 19. februar,
og tá høvdu vit umrøðu av
hennara og harvið hansara
ætt. Hon kemur umframt úr
Horni eisini frá Gregersen
ættini Fyri oman Oyruna í
Syðrugøtu.
Heðin var sum ungur niðri
og fekk sær roknskaparút
búgving. Tá hann kom heim
aftur, fór hann at arbeiða á
grannskoðaravirkinum hjá
Jógvan Sundstein, har hann
var nøkur ár.
Hansara lívsverk gjørdist
tó handilsskúlin, og tey
munnu vera fá, sum hava
sett so ítøkilig fingramerki
á føroyska samfelagið sum
hann. Heðin tók við sum
stjóri á handilsskúlanum
fyrst í 1970-unum. Tá var
skúlin fyrst og fremst kvøld
skúli við “handelsmedhjælp
ereksamen” sum hægsta
prógv.
Heðin hevði greitt visjónir.
Fyrst fekk hann uppgraderað
kvøldskúlan við møguleika
fyri bæði próvtøku í einstøk
um greinum og eisini fyri
at fáa merkonomprógv.
Undirritaði er ein av teim
um mongu, sum havi fing
ið merkonomprógv, sum
umframt tær einstøku læru
greinirnar eisini gevur før
leika fyri at hugsa eitt sindur
sjálvstøðugt.
Næsta stigið hjá Heðin
var at fáa dagskúla, har eis
ini kundi fáast m. a. hægri
handilsskúlaprógv. Hes
in skúlin húsaðist fyrst í
kjallaranum á gomlu Fiska
søluni yviri við Strond, men
her gjørdist skjótt ov trongt.
Næsta stig var at fáa ein
nýggjan handilsskúla, og
hesin gjørdist veruleiki í
1983 í Havn, sum so fekk
fylgi av handilsskúla í
Eysturoynni nøkur ár seinni.
Tað eru hundraðtals um
ikki túsundtals næmingar,
sum hava fingið prógv her,
og hevur hetta uttan iva
havt stóran týdning fyri før
oyska samfelagið, og teir
munnu ikki vera so fáir av
dagsins vinnulívsmonnum,
sum eru sprotnir úr handils
skúlanum.
Heðin ásannaði eisini týdn
ingin av at fáa fiskivinnu í
skúlanum, og tískil gjørdist
fiskivinna ein tvungin
lærugrein í so væl FHS sum
HH, og gjørdist handilsskúlin
einasti skúli við fiskivinnu
sum fastari lærugrein.
Heðin hevur eisini onnur
áhugamál, sum t. d. ross, sum
upptekur hann nógv. Afturat
hesum er tað fótbóltur, hann
brennir fyri, og tað sigst at
vera HB.
Heðin er giftur við Marin
av Sandi, og hava tey børnini
Hjørdis gift við Andrass
Splidt, Bjørt gift við Peter
Østergaard og Dánjal giftur
við Barbaru Vang, og tey
eiga tilsamans 7 børn.
Sum ættaður úr Horni og
av Gregersenættini í Gøtu
hevur Heðin eitt lætt lyndi,
sum ger hann lættan at vera
saman við.
Hóast í seinna lagi verður
ynskt Heðini tillukku við
teimum 70 árunum. Kenna
vit hann rætt leggur hann
ikki árarnar inn fyri tað!
ó.
Heðin Samuelsen 70 ár
Dagurin
23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð
tikið av døgum í Afrika í 5. øld, men annars vita teir einki
um hann. Fidelis merkir tann trúfasti.
Rasmus Effersøe deyður 1916.