Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 58 - 22. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Hóast veðurvánirnar vóru av teimum ring­ astu vikuskiftið 9.-11. mars, var eitt ferðalag við starvsfólkunum á ferðaskrivstovuni Senior Rejser í Keyp­ mannahavn við stjór­ an­um Poul Larsen á odda og vitjaðu í Før­ oyum hetta vikuskifti Ferðavinna Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað var Mogens Wraae frá “Faroe Islands Bus Line” í Havn, sum síðan 1993 hevur koyrt bólkar við ferðafólki hjá Senior Rejser, ið koyrdi tey kring landið. Hann koyrir við bólkum upp á millum 20 og 30 ferðafólk fýra til fimm ferðir um árið fyri Senior Rejser. Túrurin eydnaðist væl, og tey vóru sera væl nøgd við túrin, sigur Mogens Wraae. Vitjað varð m.a. í Tjørnuvík, Gjógv og Funningi og vóru eisini í Norðoyggjum og heilt vesturi í Gásadali. Ferða­leiðari á túrinum var Hilda Thomsen. Ein av orsøkunum til at starvsfólk og leiðsla hjá Senior Rejser tóku avgerð um at koma hendan vegin, er at tað er lættari at selja ferðir til eitt land, sum tey sjálvi hava vitjað og harvið kunnu viðmæla. Mogens Wraae, ið annars er koyrilærari, hevur rikið “Faroe Island Bus Line” síðan 1987, tá hann keypti fyrsta bussin. Hóast hann í dag er 74 ára gamal, hevur hann ongar ætlanir um at gevast. Faroe Islands Bus Line: Starvsfólk og leiðsla hjá Senior Rejser vitjaðu Starvsfólkini á ferðaskrivstovuni Senior Rejser í Keypmannahavn, sum vitjaðu í Føroyum 9.-11. mars. Uttast til høgru eru Poul Larsen, stjóri á Senior Rejser, og Mogens Wraae frá “Faroe Islands Bus Line” Mynd: Magnus Gunnarsson Í seinastuni hava Føroyar og føroyingar fingið góða umtalu uttanlands. Til dømis hevur blaðið “CAMPING–FRITID” eina sera positiva ferðafrásøgn úr Føroyum, og føroyskt øl er í fremstu røð hjá ”Selskab for Vestjysk Ølkultur” Umtala Ein av trúgvu lesarum okkara hevur latið okkum áhugavert tilfar og gjørt vart við, at Føroyar og føroyingar ofta fáa góða umtalu í ymiskum samanhangum, uttan at tað verður tikið upp í føroysku fjølmiðlunum. Í januar 2007 útgávuni blaðnum “CAMPING – FRI­ TID”, sum Dansk Camping Union gevur út, er ein stór ferðafrásøgn frá einum túri við 54 kampingvognum í Føroyum fyrst í september í fjør. Yvir hundrað fólk vóru við í ferðalagnum. Kunningarstovan fær rós fyri, at túrurin var væl fyriskipaður, og um Smyril Line verður m.a. sagt “Red­ eri­et Smyril-Line har bestemt gjort deres til at har været en god oplevelse at sejle med dem. At skibet med de 8 eta­ger og med plads til ca 1.500 passagerer kan sejle så godt, gør det hele til en god oplevelse”. Afturat hesum nevnir les­ arin, at ølið hjá Føroya Bjór í fleir ár á rað hevur ligið í fremstu røð í ølsmakking uttanlands, sum t.d. hjá ”Sel­ skab for Vestjysk Øl­kultur”. Hann heldur, at um Føroya Bjór kundi bryggja øl, eins og hini bryggjaríini teir kappast við, kundi tað verið ein stór útflutningsvinna við nógvum arbeiðsplássum. Fólk, sum koma fram á tilfar um Føroyar í ú­tlendsk­ um bløðum og tíðarritum, eru vælkomin at siga okkum frá, so vit kunnu nevna tað í blaðnum. mg. Føroyar og føroyingar góða umtalu i