hósdagur 22. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 58 - 22. mars 2007
- Vit fingu ikki tað
fíggjarliga burturúr
surimiætlanini og
”Atlantic Navigator”,
sum vit høvdu vónað,
samstundis sum
politisku karmarnir
ikki eru klárir nokk
fyri eini so stórari
ætlan, sum krevur
tryggleika í nógv ár
framyvir. Tí royna vit
nú nýggjar leiðir,
sigur nevndarfor
maðurin í parta
felagnum Næraberg,
Trond Williksen
FISKIVINNA
Jógvan Hugo Gardar
Oslo: ”Atlantic Navigator”
fekk um 14 mánaðir undir
føroysku flaggi. Ætlanin
hevur gingið betri og betri,
men karmarnir fyri føroysku
fiskivinnuni eru í løtuni so
óklárir, at eigararnir valdu
at steðga ætlanini, sigur
nevndarformaðurin í P/f
Næraberg,
sum
rekur
”Atlantic Navigator”.
Hvussu sært tú fyri tær
framtíðina hjá P/f Næra
berg?
- Tað sum nú hendir er
ikki eitt brot á tað góða sam
starvið vit hava havt við
JFK og Norðoyagrunnin í
partafelagnum Næraberg.
Samstarvið í felagnum held
ur fram. Saman vilja vit
royna at finna eina loysn
fyri virkseminum hjá felag
num, bygt á tey kvoturætt
indini, felagið hevur. Við
øðrum orðum, so er tað
sjálv ætlanin sum broytir
snið.
- At siga 200 fólkum úr
starvi er ein sera álvarslig
avgerð, serliga um hugsað
verður um at hettar svarar
til at millum fimm og tíggju
prosent av teimum arbeiðs
føru í Klaksvík missa
arbeiðið. Hvat heldur tú um
tað?
- Tað er alltíð keðiligt og
tungt at noyðast at siga
fólki úr einum starvi. Tað
sum nú hendir við ”Atlantic
Navigator” rakar nógv sera
dugnalig fólk, sum hava
gjørt nógv fyri at fáa ætlan
ina til at ganga. Í partafelag
num Næraberg hava vit
mett støðuna og framtíðar
møguleikarnar hjá skipinum
og felagnum. Fíggjarliga
hevur ætlanin í Føroyum
ikki givið tað, vit høvdu
vónað. Harafturat er komið,
at tað ta seinastu tíðina er
skaptur ein ótryggleiki og
óvissa um fiskivinnulóggáv
una og karmarnar í framtíð
ini hjá vinnuni. Í okkara
samlaðu meting av støðuni
meta vit, at ”Atlantic Navi
gator” betri kann bera seg
undir krillfiskiskapi í Ant
arktis enn undir svartkjafta
fiskiskapi við Føroyar.
Finna nýtt skip
Føroyingar, og kanska ikki
minst ein býur sum Klaks
vík, upplivdu fyri 10-15
árum síðani eina sera álvars
liga fíggjarliga kreppu. Nú
kann samfelagið sendast út
í eina líknandi kreppu, tí
eitt
heilt
lokalsamfelag
trúði upp á Kjell Inge
Røkke, sum vitjaði í Klaks
vík og legði fram hugsanir
og ætlanirnar, hann hevði
saman við lokalum íleggjar
um. Hvussu vilja tit tryggja
tykkum, at umdømið hjá
Aker ikki fær ein álvarsligan
sjógv í føroyska hugaheim
inum?
- Tað besta vit kunnu
gera, tá vit taka okkara sam
felagsábyrgd, er at skapa
arbeiðspláss sum bera seg.
Í Aker BioMarine leggja vit
okkum eftir at byggja virðir
fyri starvsfólkini, lokalsam
felagið, kundarnar, sam
starvsfelagarnar og okkara
partaeigarar. Vit hyggja nú
eftir ymsum møguleikum
fyri at finna fram til virk
semi og arbeiðspláss, sum
kunnu verja tær íløgurnar
sum vera gjørdar. Vónandi
kunnu vit um ein mánað
ella tveir koma aftur við
eini meir ítøkuligari ætlan.
Ætlar Aker BioMarine at
vera við til at finna eitt nýtt
skip sum kann setast inn í
svartkjaftafiskiskapin
hjá
partafelagnum Næraberg?
- Ja, hettar kanna vit nú,
men vit koma ikki aftur við
einum surimitrolara. Skulu
vit brúka okkara kvoturætt
indir, eru vit noyddir at
finna eitt hóskandi skip.
Hvussu hesin fiskiskapur
skal skipast, skulu vit nú
brúka tíð til at tosa saman
um í nevndini og saman við
samstarvsfeløgunum.
- Tit hava kanska longu
ein nótabát ella ein trolara
kláran?
- Nei, tað hava vit ikki.
Vit mugu fyrst tosa nærri
við
samstarvsfelagarnar,
um hvussu vit skulu skipa
hettar framyvir.
Óklár boð
Tað eru fleiri sum hava sagt
sína hugsan, nú ”Atlantic
Navigator” skal úr føroyska
flotanum. Kritikkurin gong
ur í tvær ættir. Føroyskir
myndugleikar fáa ábreiðslur
fyri at vingla, og Aker
BioMarine fær ábreiðslur
fyri at fara avstað við trolar
anum. Hvat skuldi til frá
politiskari síðu í Føroyum,
fyri at Aker BioMarine
skuldi hildið fram við
surimiætlanini í Føroyum?
- Tað vildi kravt sera
tryggar karmar, sum geva
okkum møguleikar at leggja
langtíðarætlanir. Ein so stór
ætlan við so stórum íløgum
krevur tryggar karmar um
kvoturættindini yvir tíð,
umframt eina trygd fyri
íløgunum, sjálvt um ein
situr í eini minnilutastøðu.
Tað er tað, sum er avgerandi
fyri
lønnsemi
og
eini
langtíðaríløgu. Avgerðin er
nú tikin um, at ”Atlantic
Navigator” skal úr føroyska
flotanum. Tað sum vit upp
liva sum ótryggir karmar
hava verið við til at vit hava
tikið hesa avgerðina. Vit
hava fingið týðuligar ábend
ingar um, at møguleikarnir
til útlendskar íløgur í Før
oyum skulu broytast. Sam
stundis sum talan er um at
avmarka, hvussu leingi ein
hevur kvoturættindini.
Saman við okkara góðu
samstarvsfeløgum hava vit
gjørt stórar íløgur og hava
megnað at ment nýggja
tøkni sum ger tað møguligt
at fáa meir burturúr svart
kjaftinum undir Føroyum.
Vit vóna, at føroyskir mynd
ugleikar í framtíðini vilja
leggja karmar, sum gera tað
møguligt við eini slíkari
framtíðarhugsandi
fiski
vinnu bygt á hesa tøkni.
Hvussu hevur samsstarvið
millum føroyingar og norð
menn verið í hesi ætlanini?
- Eg upplivi hetta sam
starvið sum sera gott, og
mín vón er at vit saman
skulu kunna leggja lunnar
undir handilsligum og løn
andi arbeiðsplássum í Før
oyum. Her eru tað nógv,
bæði norðmenn og føroying
ar, sum hava lagt nógv í
ætlanina fyri at fáa hettar til
at ganga. Tað hevur ikki
altíð verið líka lætt. Eg vil
serliga vísa til JFK og Han
us Hansen, sum hava lagt
nógv
í
hesa
ætlanina.
Tíverri vóru karmarnir ikki
nóg góðir til, at vit náddu á
mál í hesum umfarinum.
Nøgdur við samstarvi
- Sambært keldum vit hava
verið í samband við, so skal
tann norski parturin av
manningini ikki hava hildið
seg til, hvat føroysku eigar
arnir søgdu, men havt bein
leiðis samband við norsku
eigararnar uttan um teir før
oysku. Hvat sigur tú til
tað?
- Eg kenni meg ikki aftur
í eini slíkari tulking av tí,
sum er farið fram. Vit hava
alla tíðina lagt dent á, at
hettar er ein ætlan, sum vit
skuldu samstarva um.
Sambært tíðindum í Norð
lýsinum skal eingin nevndar
fundur hava verið í Næra
berg í samband við avgerð
ina um at steðga ætlanini.
Hetta verður tulkað sum, at
Næraberg er eitt innantómt
felag uttan møguleika at
taka avgerðir. Hvat sigur tú
til tað?
- Vit høvdu ein nevndar
fund mánadagin í hesi vik
uni, har avgerðin um at taka
”Atlantic Navigator” út úr
føroyska flotanum og har
við steðga fiskiskapinum
við hesum trolaranum, tá
svartkjaftatíðin er av í juli-
august í ár, varð tikin, sigur
Trond Williksen.
– Vit halda fram við
íløgunum í Føroyum
Javnaðarfólk kjakast um skatt
Temadagur um skatt og eftirlønir verður fyri øllum javnaðaráhugaðum í Losjuni á Tinghúsvegnum
í Havn leygardagin 24. mars kl.9.30.
- Starvsnevndin í Javnaðarflokkinum hevur gjørt av at lýsa hesi bæði evni, tí tey hava fylt og fylla
rættiliga nógv - ikki bara í fjølmiðlunum, men eisini í gerandisdegi okkara, sigur Javnaðarflokkurin
í tíðindaskrivi.
Temadagurin er skipaður í tveimum pørtum. Fyrrapartin fara Bergur Dam og Sofus Johannesen
at leggja upp til tjak um skatt og skattaskipan í samfelagsstýringini. Seinnapartin fara Poul Christoffur
Thomassen og Kári Petersen at greiða frá um eftirlønir og eftirlønarskipanir umframt at eftirlønar
leisturin hjá samgonguni verður tikin til viðgerðar.
- Vónandi verður orðaskiftið lívligt og hugskotini mong, sigur flokkurin.
Trond Williksen