hósdagur 22. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 58 - 22. mars 2007
Eimskip aftur hall
Íslendska flutningsfyritøkan Eimskip hevði 5,6 mió. evrur í halli
teir tríggjar mánaðarnar frá 1. november í fjør til 31. januar í ár. Tað
er hóast alt frægari enn somu tríggjar mánaðir eitt ár frammanundan,
tí tá var hallið 8,3 mió. evrur, skrivar Morgunblaðið. Magnús Tor
steinsson, nevndarformaður, sigur við blaði, at úrslitið frá 1.
november í fjør til 31. januar í ár var tað, sum leiðslan hevði væntað,
og at nú gongur rætta vegin.
Hulin løgregla
Seinasta fríggjadag doyði ein 52 ára gamal maður, meðan
hann var í varðhaldinum á løgreglustøðini í Esbjerg. Síðani
hava tey avvarðandi hjá manningum roynt at fáa at vita,
hví og hvussu hann doyði, men sambært JydskeVestkysten
vil løgreglan einki siga. Tey avvarðandi hava tí biðið ein
sakførara taka sær av málinum. Hann sigur við blaðið, at
tey avvarðandi vilja sjálvandi hava at vita, um maðurin
doyði fyri egnari hond ella á annan hátt.
- Eg havi við stórum
áhuga – og at kalla
hvønn dag - fylgt við
gongdini hjá Atlantic
Navigator, og tað er
sera harmiligt, um
henda vinna við
framleiðslu av surimi
úr svartkjafti nú
dettur niðurfyri. Tað
er umráðandi, at
svartkjafturin, ið er
eitt stórt tilfeingi, fer
til ymisk endamál, tí
hetta ger, at vinnan
verður meira fjøl
táttað, sigur lands
stýrismaðurin í
fiskivinnumálum,
Bjørn Kalsø
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya fólk stendur spyrj
andi, hví Atlantic Navigator
veruliga fer úr Føroyum í
heyst.
Í tíðindafráboðan sigur
reiðarin, Hanus Hansen, at
”ein tann størsta orsøkin til
avgerðina er tann ótrygg
leiki, sum seinastu tíðina er
komin fram í sambandi við
fiskarílógirnar og treytirnar
fyri projektinum í hesum
sambandi”.
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
sigur seg ikki skilja grund
gevingarnar hjá reiðaranum,
tí Atlantic Navigator hevur
júst tey rættindi, sum hann
hevði, tá ið hann kom í flot
an.
- Atlantic Navigator fisk
ar av felagskvotu, og eg
haldi avgjørt ikki, at grund
gevingin hjá reiðaranum er
røtt.
Hinvegin hevur landsstýr
ismaðurin skilt, at prísirnir
á surimi ikki hava verið so
góðir, sum roknað hevur
verið við, at teir fóru at
vera.
- Men eg havi eisini skilt,
at prísirnir nú vóru betri
aftur, leggur hann aftrat.
Bjørn harmast
Landsstýrismaðurin
sigur
seg vera sera harman um, at
manningin er uppsøgd, og
at felagið nú ætlar at taka
skipið úr aftur føroyska
fiskiskipaflotanum.
- Hetta er ein avgerð, sum
felagið hevur tikið og ein
avgerð, sum vit ikki kunnu
gera nakað við.
Um ætlaðu fiskivinnulóg
irnar, sigur landsstýrismað
urin, at hesar eru ikki kom
nar í gildi enn, men hann
dugir ikki at síggja, at hesar
skulu verða nøkur forðing
fyri framhaldandi vinnu hjá
Atlantic Navigator undir
føroyskum flaggi.
- Helst er tað so, at felagið
sær størri møguleikar í
Suðuríshavinum, har hetta
skipið verður mett at vera
væl egnað, og tí er tað hug
stoytt, at felagið gevur
landsstýrinum skyldina fyri
avgerðina. Eg haldi avgjørt
ikki, at høvuðsgrundgev
ingarnar hjá reiðarínum eru
tær røttu, sigur hann.
Einki formelt
Bjørn Kalsø sigur, at fiski
málaráðið enn einki formelt
hevur fingið at vita um, at
Atlantic Navigator fer úr
flotanum, og tí hevur hann
heldur ongan hug at gera
viðmerkingar til kvotuviður
skiftini hjá felagnum í
framtíðini, um felagið ikki
útvegar annað skip at fiska
av kvotuni.
Í gjár og í morgin segði
ein av manningini, sum er
við Atlantic Navigator, at
landsstýrið átti at latið tey,
sum eru við skipinum og
hava gjørt sær royndir í hesi
framleiðslu, fingið kvotuna,
so virksemið, ið lunnar nú
eru lagdir undir, kann halda
fram umborð á øðrum
skipi.
Men hetta hevur lands
- Fyri at gera tiltakið
so hugnaligt fyri so
mong sum gjørligt,
fara vit at skipa fyri
alskyns tiltøkum á
bryggjuøkinum, bæði
fyri børnum og
vaksnum, sigur
Bátafelagið á Toftum
Bátastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Aftur í ár verður skipað fyri
bátafestivali á Toftum. Í ár
verður festivalurin – ella
bátastevnan – sum hon van
liga verður rópt, leygardagin
5. mai.
Festivalurin á Toftum er
samstundis “startskotið” til
teir mongu festivalarnar av
hesum slagi, sum eru um
landið, tá ið summarið
stundar til.
Hetta er triðju ferð, at
Bátafelagið á Toftum, sum
ikki hevur so mong ár á
baki, bjóðar til stevnu, har
Skálafjørðurin og Toftir
verða sett í fokus.
Í Oyrunum er bygd nýggj
deksbátahavn, sum eisini í
fjør vísti seg at roynast væl
til slík tiltøk, tá ið bátar úr
stórum parti av landinum
stevna til bryggju.
Í havnini er rúmligt, og
her er eisini landstreymur.
Bátafestivalurin á Toftum
verður
fyriskipaður
á
bryggjuøkinum, og tað er
eisini her, at gestirnir verða
móttiknir, tá ið teir koma í
havn – við hornatónleiki,
undirhaldi
og
góðari
suppu.
- Vit hava ætlanir um at
víðka tiltakið í ár, soleiðis
at pláss eisini verður at seta
húsvognar, og soleiðis ætla
vit eisini at bjóða hesum
bólki av frítíðaríðkarum
Umráðandi at fáa
sum mest burtur
úr svartkjaftinum
Bátafestivalur verður af
- Fiskimálaráðið hevur
enn einki formelt fingið
at vita um, at Atlantic
Navigator fer úr flotanum
– og um annað skip kemur
í staðin, og tí havi eg ongan
hug at gera viðmerkingar
til kvotuviðurskiftini hjá
felagnum í framtíðini, sigur
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggja havnin í Oyrunum á Toftum er rúmlig,
og her fáa bátarnir eisini landstreym
Mynd: Vilmund Jacobsen