hósdagur 22. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2007
17
tíðindi
Kapping um tannlæknastovu
Eiðis kommuna hevur keypt tannlæknastovuna í Hvalvík, sum
hevur verið til sølu, síðani tannlæknin doyði brádliga herfyri. Men
Eiðis kommuna var ikki einsamøll um at sýna áhuga fyri tann
læknastovuni. Sunda kommuna bjóðaði eisini, men eftir at tær
báðar kommunurnar høvdu bjóðað nakrar ferðir, endaði Eiðis
kommuna við hægsta boðnum, sum var 1,95 mió. krónur. Nú
ætlar Sunda kommuna at fáa samstarv um tannlæknastovuna.
Fleiri flogferðir
Samferðslumálaráðharrarnir í ES-londunum samdust fyrra
partin um ein nýggjan loftferðslusáttmála, sum millum
annað ger tað møguligt at økja talið á flogferðum tvørtur
um Atlantshavið. Bretland hevði ávísan fyrimun í tí gamla
sáttmálanum og hevur roynt at muta ímóti einum nýggjum
sáttmála. Men í dag góvust bretar við mótstøðuni, og sam
bært flutningskommiserinum, svensku Åse Tostensson,
eru londini nú samd.
stýrismaðurin sum so onga
viðmerking til í løtuni.
- Vit hava sum nevnt onga
formella umsókn fingið
um, at skipið fer úr flota
num, ei heldur um, at annað
skipið kemur í flotan í
staðin. Vanliga er skotbráið,
sum eitt felag fær til at
brúka kvotuna, tvey ár, men
viðurskiftini verða viðgjørd
í hvørjum einstøkum føri,
sigur hann.
Vit kunnu leggja aftrat, at
í tíðindabrævinum, sum
reiðarí sendi út, eisini stend
ur fylgjandi:
”Tað er keðiligt at koma
við uppsøgnum, men kom
andi mánaðirnar vilja vit
meta um, hvussu felagið á
besta hátt kann brúka fiski
loyvini og skapa nýtt virk
semi...”
Ymiskar framleiðslur
Bjørn Kalsø endurtekur, at
hann er sera harmur um, at
felagið, sum stendur aftan
fyri Atlantic Navigator, ætl
ar at taka skipið úr flotan
um.
- Eg havi við stórum
áhuga – og at kalla hvønn
dag - fylgt við gongdini hjá
hesum skipi, og tað er sera
harmiligt, um henda vinna
við framleiðslu av surimi
nú dettur niðurfyri.
Landsstýrismaðurin held
ur tað vera umráðandi, at
svartkjafturin sum rávøra,
ið er eitt stórt tilfeingi, fer
til ymisk endamál, tí hetta
ger, at vinnan verður meira
fjøltáttað.
- Vit hava fleiri skip, sum
landa svartkjaft til ídnað,
sum síðan verður virkaður
til mjøl og fóður, vit hava
Atlantic Navigator, sum
virkar surimi og mjøl úr
rávøruni, og í triðja lagi eru
eisini nøkur tons løgd upp á
Kollafjord Pelagic, sum eru
fryst til matna.
Bjørn vísir á, at aftrat
hesum byggja teir, sum eiga
Christian í Grótinum og
Norðborg, eitt nýtt skip,
sum eisini fer at hava møgu
leikar at gera meira burtur
úr hesi rávøru.
Onga ávirkan
Vanliga verða sínámillum
fiskiveiðiavtalur
millum
lond roknaðar í toskavirði,
og tí spurdu vit landsstýris
mannin, um tað í framtíðini
kann fáa ávirkan á fiski
veiðiavtaluna við eitt nú
russar,
um
virkingin
umborð á Atlantic Navigator
heldur uppat.
- Nei, eg haldi ikki, at
júst hetta kann gerast ein
orsøk til, at vit fáa minni í
okkara part frá russum,
sigur Bjørn Kalsø.
vælkomnum, sigur felagið.
Fyri at gera tiltakið so
hugnaligt fyri so mong sum
gjørligt, fer felagið eisini at
skipa fyri alskyns tiltøkum
á bryggjuøkinum, bæði fyri
børnum og vaksnum.
Góður matur verður at
fáa, og teir tiltiknu grill-
búffarnir munnu aftur í ár
fara at ganga sum heitt
breyð. Pylsuvognur verður
eisini opin, umframt at
breyð við góðum viðskera
verður til keyps.
Um kvøldið verður skip
að fyri dansi í tjaldinum,
har Countryorkestrið, sum
vit kenna frá undanfarnu
festivalum, kemur at spæla.
Toftir er gomul útróðrar
bygd, og tað hava altíð verið
nógvir bátaeigarar í bygd
ini.
- Soleiðis er eisini í dag,
og tí hava vit í bátafelagnum
í umbúna at útvega felag
num eini felagshøli. Ætlanin
er nevniliga, at møguligt
yvirskot av tiltakinum skal
fara til eitt slíkt endamál,
sigur felagið.
Bátafelagið
á
Toftum
sigur, at øll eru hjartaliga
vælkomin á bátastevnuna.
Føroysk línuskip, sum
hava verið undir
Íslandi, hava fingið
tvífalt so nógv sum
skipini, ið royna
undir Føroyum, og
prísurin fyri hýsuna
undan Íslandi hevur
verið óføra góður
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur gingið væl hjá
føroysku línubátunum undir
Íslandi í vár.
Í dag landa Jákup B og
Pison á Kósini, og teir hava
báðir um millum 130.000
og 140.000 í part.
Hetta er fyrsti túrurin hjá
Pison undir Íslandi í vár,
men annar túrurin hjá
Jákupi B. Tann fyrra túrin
høvdu teir 180.000 pund.
Skipini hava fiskað mill
um 10 og 13 dagar hvønn
túrin.
Pól Fuglø, landingarfor
maður, sigur, at skipini hava
selt fyri ein miðalprís, sum
er einar 16 krónur fyri kg.
- Meginparturin av veið
ini hjá skipunum er hýsa,
sigur hann.
Helmingin minni
Mánadagin landaði línu
skipið Núpur undan Íslandi.
Teir høvdu 130.000 pund,
og hjá teimum var eisini
meginparturin av veiðini
hýsa.
- Hendan dagin landaðu
eisini Klakkur, Kvikk og
Polarstjørnan, sum høvdu
roynt undir Føroyum. Hesi
skipini lógu um 70.000
pund í part.
Sum vit síggja, er veiðan
hjá
línuskipunum,
sum
royna undir Føroyum, bert
helmingurin av veiðini hjá
teimum, sum hava verið
undir Íslandi.
- Eg havi skilt, at línu
skipini, sum hava verið und
ir Íslandi, hava fingið upp í
18.000 pund á setuna.
Men fiskiskapurin hevur
verið misjavnur. Summir
dagar hava verið góðir, men
aðrir dagar hava verið minni
góðir. Sum heild, hava før
oysku
línuskipini
undir
Íslandi havt góðan fiskiskap
í vár.
Stóran týdning
Pól Fuglø veit at siga, at
Núpur hevði tveir rættiliga
góðar túrar undir Íslandi í
fyrraárs vár, tá ið teir tveir
fylgjandi túrar komu heim
aftur við 200.000 pundum
- Eg vænti ikki, at vit fara
at landa fleiri skip aftrat
hesa vikuna. Spurningurin
er, um onkur trolari kemur
inn at landa í endanum av
vikuni, men tað er ivasamt,
nú upsafiskiskapurin í løt
uni er rættiliga slakur, sigur
Pól Fuglø, landingarfor
maður.
Línubátar hava góðan
fiskiskap undir Íslandi
Jákup B og Pison landa í Klaksvík í dag. Teir hava millum 130.0000 og 140.000 pund undan
Íslandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
ftur á Toftum
- Eg skilji ikki
grundgevingarnar hjá
reiðaranum, tí Atlantic
Navigator hevur júst tey somu
rættindi, sum hann hevði,
tá hann kom í flotan, sigur
landsstýrismaðurin
Mynd: Jens Kr. Vang