Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 58 - 22. mars 2007 tíðindi Tá Sosialurin vitjaði í Hvannasundi mik­u­ dag­in, sóðu vit, at teir rigg­aðu til umborð á báti­num Tunnafjáll. Teir knústu gogg u í einum gogg uknúsara umborð, so egningin kundi halda fram, tá teir fóru út frá aftur ÚTRÓÐUR Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Tað er hvannasundsmaðurin John Simonsen, sum býr í Klaksvík, ið eigur bátin. John rør út við einum Star­ let 29, sum hann keypti fyri uml. trimum árðum síðani. - Hetta er ein hampuliga góð­ur bátur, men eg umhugsi at keypa mær ein størri, so eg vóni, at fiskiskapurin eydn­ast, so ráðini verða til tað seinri, sigur John. Teir komu inn um trítíðina seinastu nátt við 1700 pund­ um av góðum toski. Vit landa í Norðdepli, sigur John, og prísurin liggur um 18 kr. fyri kilo, so hetta er á einari leið leggur hann afturat. Tá vit høvdu prátað eina løtu við John, hoyrist ein kvinnurødd aftan fyri okk­ um, “tú John skulu vit trilla stamparnar oman”, hann nikkar. Hann letur okk­um vita, at Mai Fuglø, bróð­ir­ dótt­­irin, er formaður fyri egn­ing­ini. Hon hevur trý, onk­un­tíð fýra fólk at hjálpa sær í skúrinum. - Ófør, skal eg siga tær! Vit spurdu Mai, hvussu tað bar til, at hon hevði valt starvið sum egn­ing­a­for­mað­ ur. Hon svarar, at hon var á flak­­a­virk­i­num ´Norðfra´ í Norð­depli. - Men fyri einum árið síð­an fekk eg hetta í boði, og tað havi eg ikki angrað. Hetta er “ordiliga vell”. John er lagaligur, og vit samstarva sera væl, so um einki annað betur finst, ja, so haldi eg bara fram her. Tá vit spyrja Mai, hvat brúkt verður til agn, sigur hon: - Vit brúka mest goggu, men topas og høgguslokkur verður eisini brúkt, men hetta avger John, tað hevur hann best skil fyri. Meðan vit hava tosað, hava Mai, John og makkarin, sum skal við John henda túr­in, koyrt teir seinastu stamp­ar­ nar umborð; teir vóru 24 í tali. Vit ynska teimun góð­ an túr, og Mai góðan ar­beiðs­ hug. Í morgin og leyg­ar­ dag­in held­ur Tjóð­ veld­is­flokk urin floks­ ting í í Bygd­­ar­­hús­inum í Mið­vági, har mill­ um annað nýgg jur næst­for­maður skal velj­ast fyri Karsten Hansen, ið hevur vent flokk inum bakið politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo »Tjóðveldisflokk­urin vil hava meiri samband við allan heimin« er høv­uðs­ yv­ir­skriftin á flokstingi floksins, ið verður hild­ in fríggjadagin 23. og leyg­ardagin 24. mars í Bygdarhúsinum í Mið­ vági. Onnur mál á skránni eru val av næstformanni eftir Karsten Hansen, sum er farin úr flokki­ num orsakað av 266B mál­­­i­num. Valevni til nýggj­an næstformann eru Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu. Flokstingið skal eis­ini taka støðu til inn­kom­in uppskot um javn­støð­u­ politikk, nýtt búmerki til flokkin og endurskoðan av floksskipanin. Á flokstinginum verða eisini vinnararnir av­­dúk­ aðir í kappingini hjá Tjóð­veld­isflokkinum mill­um ung um at skriva sínar dreymir um einar sjálvstøðugar Føroyar. Sum vanligt hevur flokk­urin eitt serligt evni á skránna, sum gest­a­ røðarar eru bodnir at røða um. Í ár er evnið: »Úr stongsli í samband.« Í tíðindaskrivi í sam­ bandi við floks­ting­ið skriv­ar Tjóð­veld­is­flokk­ ur­in, at »Allastaðni renna føroyingar seg í forðingar fyri at virka frælst í heim­ i­num og at menna seg við egnum samleika á javnbjóðis støði við onn­ ur. Vinnulívið, menta­n­ ar­ar­beiðið og politiska skip­anin noyðast at finna vegir út um tær stongdu dyrnar og teir garð­arnar, ið støðugt verða laðaðir og noyðast at skifta samleika til tess at kunna virka í altjóða heiminum.« Tjóðveldisflokkurin hev­u­r boðið tveimum gest­ar­øðarum at siga frá sínum royndum og hugs­ anum: Niels Stórá, sum er stjóri í altjóða fyritøku í Ís­landi (hjá Jákupi á Dul Jacobsen, blm.), fer at røða um evnið: »Úr Føroyum til Ís­lands og út í heim - týdn­ing­urin av at vinna í ein­um sjálvstøðugum landi.« Beinta Gregersen, leið­ ari av Virkishúsinum í Klaksvík, fer at siga frá sínum royndum við evninum: »Er Klaksvík mitt í verðini? – ung­dóms­ ment­an og føroyskt ment­ a­n­ar­arbeiði í al­tjóða­gerð­ ini.« Eftir for­mans­frá­greið­ ing og gestarøðarar verð­ ur pol­it­iskt orðaskifti, har limir Tjóðveldisfloksins fara at umrøða politisku má­l­ini, valstríðið, sam­ gong­u­møguleikar og ann­a­ð. Flokstingið hjá Tjóð­ veld­isflokkinum er opið fyri almenninginum og øll eru vælkomin, boð­ar flokkurin frá í tíð­inda­ skrivi. Í hesum døgum eru glasverk hjá lista­ mann­i­num Hans Andr­e­asi Hansen at síggj­a­ í Heim-Design í Havn List Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Leirvíkingurin Hans Andre­ as Hansen, sum býr í Es­bjerg, er ein sera fjø­l­ broytt­ur listamaður. Sum ung­ur dyrkaði hann sínar tón­list­ar- og sanggávur, seinni fór hann at slípa og brenna glas, og fleiri olju­ máln­ing­ar, sum hann hevur mál­að, hanga á veggjum yms­a­staðni. Tey seinnu árini hevur hann yvirhøvur hildið seg til tey handaligu evnini. Fyri tólv árum síðani fekk hann áhuga fyri at læra seg at slípa glas, og fyri fýra ár­um síðani fekk hann høvi at leiga seg inn á eitt brenn­ arí at brenna glas. Tað mesta hev­ur hann lært seg sjálvan, men nøkur skeið hevur hann tikið. Í ovninum verður glasið hit­að til millum 300 og 800 stig, og tá er næstan ikki mark fyri, hvat tú kanst fáa burt­ur úr tí. Sum føroyingur brúk­ar hann ofta føroysk mot­iv so sum fjøll, bjørg, bát­ar og segl. - Tað fellur líkasum lætt­ ast, sigur hann. Tað eru fleiri, sum hava fing­ið eyguni upp fyri evn­u­ num hjá tí fjølbroytta list­a­ mann­i­num úr Leirvík. Hann hev­ur gjørt glaslutir til Es­bjerg kommunu og fyri­ tøk­u­na Danske Firmagaver, hann hevur havt fram­sýn­ ing­ar í føroysku fel­ags­høl­u­ num í býnum, og hann hev­ ur havt framsýning á bók­a­ savn­i­num í Esbjerg-bý­ar­ part­i­num Sædding. Framsýningin í Heim- Des­ign í Havn er tann fyrsta hjá Hans Andreasi Hansen í Før­oyum. Floksting í Tj­óð­ veldisflokk inum - Í einum skúri… Ger fjøll og bjørg úr glasi Hans Andreas Hansen er fjølbroyttur listamaður, og í hesum døgum ber til at síggja ein part av list hansara í handlinum Heim-Design í Havn Mai Fuglø er egningaforkvinna í skúrinum hjá John Simonsen í Hvannasundi - og hetta arbeiðið dámar henni sera væl Mynd: Birgir Waag Høgnesen