hósdagur 22. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 58 - 22. mars 2007
Áhaldandi ringt
veður á Rosebank
leiðini eystan fyri
markið hevur seinkað
boriætlan hjá Chev
ron nakað og kann
ávirka boring á før
oyska landgrunninum
í summar, soleiðis at
Williambrunnurin
verður boraður í
heyst ella vetur og í
ringasta føri næsta ár
Oljuleiting á
Atlantsmóti/
Analysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
At bora eftir olju á Atlants
mótinum er ikki bara sum
at siga tað. Hetta økið mill
um Hetland og Føroyar
verður mett sum eitt tað
ringasta í heiminum til veð
ur. Og tá tað haraftrat oftani
kann vera sera torført at
fáa fatur á pallum og skip
um at bora á hesum leiðum,
kann tað gerast neyðugt við
eyka toli, tá sami boripallur
oftani er leigaður til fleiri
ymsar uppgávur. Hetta
hava feløgini, sum leita
eftir olju og gassi á tí harð
balna økinum millum Het
land og Føroyar, mangan
verið noydd at sanna og liva
við. Í so máta hava vit kort
ini verið heppin, tá talan
hevur verið um oljuleiting á
føroyska landgrunninum.
Spurningurin
er
so,
hvussu fer at hylnast hjá BP
í summar, nú tað er ein sann
roynd, at tað í fleiri mánaðir
hevur leikað í rundan um
boripallin Transocean Rath
er, sum borar hinumegin
markið. Hetta er sami bori
pallur, sum BP skal brúka
at bora Williambrunnin í
summar.
Sosialurin skilir á keldum
í oljubýnum Aberdeen, sum
hýsir mongum av borifólk
unum umborð á Transocean
Rather, at tað hevur tikið
nógv longri tíð at bora á
Rosebankfeltinum enn upp
runaliga ætlað. Tilsamans
skulu tríggir avmarkingar-
og metingarbrunnar borast
á hesum spennandi oljufelti
num, ið liggur skamt frá før
oyska markinum. Veðrið
hevur verið ringt í longri
tíð, og tí er bert tann eini av
teimum trimum brunnunum
boraður higartil. Ætlanin
hevur verið, at BP skuldi
fáa pallin at bora William
brunnin í summar ella um
leið 1. juli. Tríggir mánaðir
eru eftir og vit loyva okkum
at ivast í, um tað fer at eydn
ast Chevron at bora hesar
báðar írestandi brunnarnar
til í summar. Helst fara tað
at ganga uppaftur fleiri mán
aðir, soleiðis at BP kann
koma at bíða eftir boripalli
num. Um illa vil til kann
tað gerast vetur aftur ella
vit koma inn í seinasta árs
fjórðing, áðrenn Transocean
Rather er liðugur við sínar
uppgávur fyri Chevron í
bretskum øki. Í ringasta
føri kunnu vit skriv 2008,
áðrenn hol verður sett á
William.
Bora í summar
Stjórin í BP, Hjarnar Djur
huus sigur, at tey sjálvandi
alla tíðina eru greið yvir, at
ein boripallur, sum verður
brúktur til aðrar uppgávur,
kann blíva seinkaður. Hetta
er ikki óvanligt, og tá vit so
vita, hvussu illa hevur viðr
að so leingi, so kemur hetta
ikki sum nakað yvirraskilsi.
BP stjórin leggur tó dent á,
at tey arbeiða sambart ætl
anini, og tað er at bora í
summar. Antin tað so verður
fyrst í juli ella nakað seinni
er so tað. – Vit eru ikki
harrar yvir veðrinum, men
vit arbeiða kortini miðvíst
við hesum og fram ímóti at
bora í summar. Spurningin
um - um tað kann henda, at
BP sleppur ætlanini at bora
í ár og útsetir alla verkætl
anina til í næsta ár – fær
Hjarnar Djurhuus ikki svar
að í løtuni. Hann vísir á, at
hóast
seinkingar
kunnu
gera, at ein boriætlan verður
útsett nakað út á árið, so er
tað í dag alt meira vanligt,
at oljufeløg borað alt árið
runt. Eisini í vetrarhálvuni.
Tað, sum er mest umráðandi
fyri slíka boring, er at fáa
eina góða byrjan. Tá borurin
er settur í verður ikki steðg
að aftur fyrr enn boringin
er liðug.
Nógv fólk til Føroya
Seinast í hesum mánaðinum
koma nógv fólk frá BP og
frá Transocean, sum eigur
boripallin, til Føroya at
hava fund við myndugleik
arnar. Tá er so ætlanin at
fáa fleiri viðurskifti uppá
pláss. Enn eru ikki gjørdar
avtalur við allar veitararnar,
men tað fer so komandi tíð
in at verða brúkt til. Hjarnar
Djurhuus sigur, at helst
verður tað sama mynsturið,
sum verður brúkt nú, ið
hevur verið brúkt til hinar
brunnarnar. Tvs. at føroyskir
veitarar verða brúktir í mest
møguligan mun.
Tað eru BP, Shell og
Anadarko, sum standa fyri
boringini á Williamfelti
num.
Brunnarnar, sum í løtuni
verða boraðir hinumegin
markið á Rosebankfeltinum,
standa Chevron, Statoil,
Dong og OMV fyri. Fyrstu
tíðindini frá boringini vilja
vera við, at hóast tað hevur
tikið drúgva tíð, so sær tað
positivt út. Fara úrslitini av
írestandi
brunnunum
at
vera eins góð, so kann hetta
fáa alstóran týdning fyri
alla leiting á Atlantsmóti
num. Hinvegin - verða
úrslitini ikki góð, so kann
hetta merkja eitt týðandi
bakkast fyri alt økið.
Spennandi tíðir
Annars arbeiðir BP við at
seta enn eina framleiðslu í
gongd á tí risastóru Clair
kelduni. Somuleiðis arbeiða
bretskir oljumyndugleikar
og fleiri stór altjóða olju
feløg við eini sera spennandi
verkætlan, sum hevur til
endamál at samskipa út
bygging av undirstøðukerv
inum vestan fyri Hetland
fyri á tann hátt at menna
framleiðsluna av gassi til
tann støðugt meira svanga
bretska marknaðin.
Vánaligt veður tarnar oljuboringum
I hesum sambandi verður
almenn móttøka í Rit & Rák
fríggjadagin kl. 16.30 við
upplestri o.ø
Bókmentatíðarritið
Vencil
kemur út fríggjadagin
í SMS
Stephanssons Hús
Rosebankleiðin skamt frá
føroyska markinum, har
borað verður í løtuni
Transocean Rather, sum skal bora Williambrunnin í summar,
borar í løtuni á bretskum øki. Ringt veður í longri tíð kann
gera, at boringin verður seinkað.