Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2007 Canal+Film1 • Mánadagin kl. 19.00 Første gang jeg fyldte 20 16 ára gamla Hanna býr í einum forstaðið til París í 60’unum. Hon hevur ikki nógvar felagsnevnarar við familju síni, og heldur ikki í skúlanum er hon serliga væl lýdd. Men tá hon, sum tann einasta gentan, sleppur við í jazzbandið á skúlanum, sær hon brádliga sín møguleika. DR1 • Sunnudagin kl. 21.30 Motorcykeldagbog – på tur med Che Guevara Filmatiseringin av roadmoviebókini hjá Walter Salles hevur Gael Barcia Bernal í høvuðsleiklutinum sum tann ungi Che Guevara. Saman við vinmanninum Alberto fer hann í 1952 á ein 12.000 kilometra langa motorsúkkluferð gjøgnum Suðuramerika. SvF • Sunnudagin kl. 20.00 Gamli postbáturin Tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í brúk á vári 2005, varð 75 ára gamli postbáturin skiftur út við bilferjuna Sam. Barsskor hevur røkt hesa sigling bæði í góðum og ringum veðri í meira enn ein mansaldur. Nógv eru minnini hjá kalsoyingum um gamla postbátin. Farið verður ein túr við Barsskor fyri at vísa, hvussu tað var, áðrenn vegir og tunnlar komu í Kallsoynni. DR2 • Mánadagin kl. 19.50 Den hemmelige smerte Dramatiskar hendingar høvdu við sær, at Kate Kendel sum átta ára gomul skuldi búgva hjá ymsum missioner-foreldrum í Sierra Leone og í Skandinavia. Men tá hon sum 16 ára gomul kom aftur til familjuna, varð hon umskorin. Og síðani hava sálarlig hjáárin fylgt henni. Kate hevur búð í Danmark síðani 1978, og her greiðir hon frá søgu sínari, eins og hugt verður eftir óvanligum upptøkum av umskeringsritualinum.