Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kommunurnar í Føroyum hava valt at leggja stóran dent á ítróttin. Tær byggja fótbóltsvallir og ítróttarhallir kring alt landið, og hesar ætlanir taka fólk flest jaliga undir við. Men hvussu eru við listini?  MANNAMUNUR Orð og myndir: Bjørk Maria Krog Olsen, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Gallarí Jinx hevur í longri tíð sýnt listarverk hjá ókendum listafólkum fram. Eitt nú hanga málningar hjá Ólavi F. T. Thorsteinssyni uppi í Gallarínum. Listarfólk heilt frá 14 til 60 ár hava sýnt fram, og undirtøkan hevur verið góð. Men er hetta nóg mikið? Sosialurin hevur spurt Heiðrik á Heygum, ið er tónleikari og virkin innan bæði myndlist og filmslist. Hann er eisini ein av tveim­ um fyriskiparum av Ólav­ søkuframsýningini 2007. Hvat heldur hann um umstøðurnar hjá listini í Føroyum? - Fyrst og fremst vil eg siga, at vit liva í einum sera tilafturskomnum landi. Til dømis hava vit verið vitni til nógv pínilig viðurskifti, sum gera Føroyum fyri skomm­ um. Í hesum sambandi kann nevnast pisakanning, 266b og so framvegis, sig­ur Heiðrikur á Heygum, álvar­ samur. Sum 23 ára gamal er Heiðr­ikur ein ungur lista­ maður, men alt annað enn bjartskygdur, tá tað snýr seg um at fáa betri umstøður. - Eg vænti ikki ta stóru broytingina fyrr enn um eini 20 ár. Tey ungu í mín­ um ættarliði eru tey fyrstu í Føroyum, sum eru uppvaksin við sjónvarpi í heiminum. Broytingar koma óivað at taka sína tíð, men tó vil eg siga, at eg kenni á mær, at tað eru nógv ung, serliga í listarliga heiminum, sum vilja broyta og bróta úr kon­ servatismuni í Føroyum. Vandin er tó, at tey falla í fátt og rýma, áðrenn tey hava víst teirra listarligu evni. Nógv kreativ ung Hvat heldur Heiðrikur á Heygum um umstøðurnar hjá teimum ungu listafólkunum í Føroyum? Ungi listarmaðurin iv­ast ikki, men svarar beinan­ vegin: - Hjá teimum ungu eru um­støðurnar fyri list ikki góðar í Føroyum, men tað kann sjálvandi stava frá vant­ andi áhuga og stuðuli. Sum øll vita, so er størri áhugi fyri ítrótti og tónleiki, enn júst fyri tí myndlistarliga. Um vit hyggja eftir øllum tí, tað almenna ger fyri onnur, mennandi ítriv, og tú síðani hyggur at, hvat vit kundu bjóðað teimum ungu kreativu fólkunum, so er tað so púra eiðasørt. Vit hava ongan listaskúla ella aðrar líknandi menningarmøguleikar innan hetta økið. Av somu orsøk hava ikki so nógv at eggja teimum við. Vit hava tó Klipp­ fisk og Marg­arin­fabrikkina, og tað eri eg sera fegin um. Tað var fyri nøkrum árum síðani eitt stað, ið kallaðist Heinesenshús, har ung fólk hittust at mála. Tilfar og annað fingu vit fyri lagaliga peningaupphædd. Heiðrikur steðgar á og hugsar aftur á farnar tíðir. Hann smílist og greiðir síðani frá: - Hetta vóru høli, Bent Brun hevði fingið loyvi at nýta til endamálið í samráð við Tórshavnar Kommunu. Húsini vóru sera væl egnaði fyri okkum ungu at mála í. Men Heinesenshús bleiv niðurlagt, tí Tórshavnar Kommuna helt, at tað var ikki nóg stór undirtøka fyri list hjá teimum ungu. Eg hugsi oftani um, at tað óivað eru nógv kreativ ung fólk í Føroyum, men tá ið tey ongastaðni hava at vera, so vita vit ikki um tey. Út frá tí tú júst hevur greitt frá, heldur tú ikki, at nóg stórur dentur verður lagdur á listina. Hvat átti at verðið gjørt? - Nei, tað haldi eg als ikki, svarar hann sjálvsikkur og greiður. - Eg havi tó hoyrt, at tað verður tosað um at byggja ein listarskúla á Sandi, og hetta haldi eg vera eitt gott hugskot. Tey, ið ikki velja sær eina miðnámsútbúgving í Føroyum, hava tíverri ong­ an møguleika at fáa sær eina útbúgving innan list, og ígjøg­num tey tvey, trý árini á miðnámskúla, ber ikki til at hava evning ella list á hástigi. Hinvegin er tónleikur á hástigi ongin trupuleiki. Hetta haldi eg vera eitt sindur órættvíst, men tað siga teir vera or­sakað av vantandi góðum lærarum. Vit venda síðan aftur til ta undanførsluna, »at Føroyar eru ov lítlar«. Hetta er óivað orsøkin til, at so nógv evnarík fólk í Føroyum leita sær uttanlands at nema sær ta útbúgvingina, tey sakna at fáa her í Føroyum, sigur ungi listarmaðurin. Undirritaði kennir longu svarið, men spyr kortini, um hann heldur, at nóg nógvur peningur er lagdur í listina í Føroyum? Heiðrikur smílist og svarar: - Nú veit eg ikki rættiliga, hvussu nógvur peningur verður latin listafólkum í Føroyum, men eg kann tala fyri okkum ungu. Eg vil siga, at eg haldi, at ítrótturin er sera høgt raðfestur, sam­stundis sum tað kann tykjast, sum listin er gloymd. Kanningar eru gjørdar, sum vísa, at tey mest framkomnu sam­ fel­øgini í heiminum hava ríkt mentanarlív, har kreat­ ivit­eturin er í hásæti. Til dømis hevur Ísland veruliga havt nógv at bjóða tey seinnu árini. Hetta er tí, at íslendingar hava spent seg út innan tónleik, filmslist, málningalist, design og so framvegis. Ísland er eitt lítið land, og minnir ógvuliga nógv um Føroyar. Eg eri vísur í, at vit høvdu kunnað lært ein hóp av teimum. Tí haldi eg, at okkara fólkavaldu umboð burdu víst tí størri ans og sæð allar teir stóru møguleikanir, vit listarfólk hava at bjóða. Vánalig hølisviðurskifti Hvørjir eru avleiðingarnar av, at ítrótturin verður tikin fram um listina? Heiðrikur hugsar eina løtu, áðrenn hann svarar: - Til dømis var eitt kent norðurlendskt jazzorkestur í Havn herfyri. Einasta stað teir fingu at spæla í, var í Miðlahúsinum. Onki ilt um Miðlahúsið, men eg helt, tað vera eitt sindur píniligt, at vit ikki høvdu nakrar ordiligar, professjonellar karmar til hendan góða bólk, ið var komin á vitjan. Vit eiga onki professjonelt spælistað í Havn, og tað var ógvuliga vánaligt at noyðast at standa troðkaður upp í ein krók í eini kantinu hjá einum tíðindablaði og lurta eftir topptónleiki. Norðulandahúsið er ikki júst eitt spælistað, har fólk detta inn um gátt, fáa sær eitt glas av víni og lurta eftir jazztóneliki eitt vanligt hóskvøld. So vil eg siga, at tað heilt avgjørt er eitt sindur pínligt, at vit ikki hava eitt hóskandi stað her í Havn at bjóða øllum okkara tónleikagestum og tón­leikarum at spæla teirra tónleik undir professjonellum umstøðum. Tá hugsað verð­ ur um, hvussu nógv eru áhugaði í tónleiki, og eitt so grundleggjandi ynski sum eitt hóskandi spælistað ikki vinnur frama í okkara landi, hvat skal mann so vænta, at okkara fólkavaldu umboð gera fyri listina við tí lágu raðfesting, hon hevur?  Vit kunnu so bert vóna, at ein broyting hendir til tað betra, endar Heiðrikur á Heygum. Nr. 58 - 22. mars 2007 29 Vánaligar umstøður hjá ungum listafólkum - Ein av málningunum hjá Ólavi F. T. Torsteinssyni, ið hevur framsýning í Jinx í hesum mánaðinum - Allir aldursbólkar sýna fram í Gallarí Jinx, og sum heild hevur hetta verið væl umtókt Heiðrikur á Heygum er annar av tveimum fyriskiparum av Ólav­ søku­­framsýningini 2007 Fólk, ið eru áhugaði at sýna fram í Jinx, kunnu seta seg í Samband við Flor­ entze Ólavsdóttir á telefon 564411