Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 58 - 22. mars 2007 tíðindi Tað verður oftani tosað um dálking, men tó eru tað bert tey fáu, ið gera nakað við støðuna UMHVØRVI Orð og myndir: Erla Torvadal, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Hví tveita næstan øll ung fólk rusk á vegin, og ikki í rusk­íløtini? er eitt mál, nógv­ ar hugsanir eru um. Sosial­ urin hevur hitt 15 ára gomlu Bjørk Herup Olsen úr Havn, ið hevur eina greiða meining um júst hetta evnið. Hví heldur hon, at tað oftast er ungdómurin, ið dálkar mest náttúruna? - Eg eri uppvaksin við, at ein noyðist at koyra rusk í skrell. Nú tá eg eri eldri, havi eg oftani lagt mær í geyma, at nógv ung ikki hava somu hugsan, sigur Bjørk Herup Olsen. Víðari sigur hon, at næstan hvørja ferð hon gongur úti, sær hon onkran ungan tveita okkurt, sum henni als ikki dámar at síggja. - Eg fjali heldur ikki hesa hugsan og sigi við tey, ið blaka. Tú, eg haldi at tú misti okkurt, gjørdu tú ikki tað? Burdi tú ikki funnið eina ruskspann til hatta. Tá eg sigi hetta við tey, hyggja tey púra býtt at mær, men soleiðis er lívið, sigur Bjørk Herup Olsen. Eisini heldur hon, at tað er synd at dálka tær vøkru Føroyar ella náttúruna, hvar tað enn skal vera. - Fólk halda, at tey eiga klótina, og hetta er júst tað, eg kann ilskast um. Vit skulu minnast til, at onnur menniskju koma at búseta seg her aftan á okkum, og tey skulu sjálvandi liva í einum líka góðum umhvørvi, sum vit. Men tað fáa tey sjálvandi ikki, um vit halda fram á henda hátt. Bæði ung og gomul tveita meira og meira burturkast á gøtuna. So eg beri stórliga ótta fyri, at hetta ikki fer at batna. Tíverri, sigur havnargentan. Ongin umbering Hví heldur tú, at ung hava trupulleikar við at koyra rusk í ruskíløtini? - Oftani er tað tí, at ung ikki tíma at koyra burtur­ kastið í lumman, og heldur ikki orka at bíða, til tey koma heim og kunnu koyra tað í skrell. Men heilt erligt, tað er ikki so torført at finna eitt ruskílat, um tú hyggur teg um. Eru ov fá ruskíløt? - Eg hugsi ikki um tað til dagligt; so nei, tað haldi eg ikki kann brúkast sum umbering. Men kanska um vit fingu fleiri ruskíløt á gøturnar, so kundi tað bøtt um støðuna. Hvat kunnu vit ungu gera? - Fyrst og fremst taka okk­um saman, síðan skulu vit minna hvønn annan á at koyra ruskið í skrell. Eisini skulu vit duga at siga frá, tá ið vit síggja onkran tveita okkurt . Hví heldur tú, at júst ung tveita so nógv? - Tað er ikki kul at ganga við ruski uppi á sær, og tey hugsa heldur ikki so frætt, at tað dálkar. Tey ungu hava tíverri ta hugsanina, at: »Rusk­menninir taka tað nokk uppaftur.« Hvørjar verða avleiðing­ar­ nar, um vit halda fram við at tveita so nógv? - Eg skal ikki spæla nakar professari, sigur hon og smíl­ ist. Men, sum eg havi fingið at vita, so verður jørð­in yvir­ hitað, pólanir smelta, og síð­ ani koma ódnir. Hetta kann fara at gera enda á okkum. Kanst tú lýsa eitt gott umhvørvi? - Tað er, tá ið fólk fara at skilja ruskið, halda um­ hvørvið reint og hava hugsað um, hvørji evni oyði­leggja náttúruna og gera nakað við tað fyri at broyta gongd­ina, endar Bjørk Herup Olsen. Ung tveita ov nógv burtur- kast Opin og blíð bíða ruskíløtini eftir júst tínum ruski Ein kaldan morgun í mars hittir Sosialurin Bjørk Herup Olsen, sum er uppvaskin í Havn. Øll barnaárini hava foreldrini mint hana á at koyra rusk í ruskílatið Minst til, tú kanskt gera mun! Navn: Bjørk Herup Olsen Aldur: 15 ár Skúli: Kommunu­- skúlin 9. b Frítíð: Vinir, familja, hondbóltur og renning FAKTA