Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 58 - 22. mars 2007 ] EB/Streymur var minst trý mál betri enn B71 í Streymnesi í gjár, har útsetti steypadystur teirra millum varð spældur. Fyrri hálvleikur var óruddiligur við nógv­ um høgum bóltum, men í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur gongd á og B71 rann aftaná og endaði við tíggju monnunum á vøllinum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Marni Djurhuus legði EB/ Streym á sigurskós mið­ skeið­is í fyrra hálvleiki, tá hann fekk fótin á eitt horna­ sparksinnlegg frá John Hera Dam, sum nógvir mans høvdu roynt at sparkað burtur ella í netið. Inntil tá hevði spælið ver­ ið rættiliga óruddiligt, og tað var tað fyri so vítt líka til steðgin. Sandoyingar løgdu bragdliga fyri og sendu einar tvær-tríggjar hálv­vandamiklar royndir móti René Tórgarð, men havn­ar­maðurin í EB/ Streyma-málinum fekk ikki stórvegis stríð av hesum. Tá smáir tíggju minuttir vóru spældir sleit tað í, EB/ Streymarnir bukkaðu erm­ arn­ar upp og settust á dyst­ in. Sandoyingar royndu at hanga í og megnaðu við hørð­um og kontantum spæli at bróta rútmuna, ið EB/ Streym­ur royndi at upp­ byggja. Hans Pauli broytti dystarmyndina Í seinna hálvleiki broyttist dystarmyndin fullkomiliga, og EB/Streymur fekk nú av álvara glið á spælið. Hans Pauli kom inn mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki fyri hálvskadda Arnbjørn Han­ sen, og við honum økt­ist leik­ferðin munandi, bólturin varð fluttur skjótari og ikki minst tók hann sakina í egnar hendur og bjóðaði sandoyingum av. Besta dømi um hetta var tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, tá Hans Pauli varð spældur leysur í vinstra borði. Vinkulin gjørdist ógvu­liga spískur og øll vænt­aðu eitt innlegg frá víka­manninum. Men Hans Pauli valdi truplu, men ógvuliga flottu loysnina, tá hann lyfti bóltin høgt upp um málverjan og yvir í hand­ara málhorn. Eitt serstakliga flott mál frá Hans Paula. Raskur fuglfirðingur økti Fimm minuttir seinni var aftur mál. Hesaferð var tað raski Hanus Eliasen sum beindi bóltin seinasta petti inn um málstrikuna. John Heri reiv seg leysan í vinstru síðu, frá baklinjuni legði hann bóltin inn í fimm­ meturin, har Hans Pauli royndi seg úr stuttari fjar­ støðu. Símun Rógvi Hansen var knappur og bjargaði, men Hanus Eliasen var kvik­ur á returinum og skor­ aði. EB/Streymur fekk fleiri kjansir aftrat og ein teirra endaði í netinum, tá farið var út um vanligu leiktíðina. Eitt gott álop endaði við, at Hanus Eliasen legði bóltin tvørtur um úr høgru síðu til Sorin, sum klossaði bóltin í netið til 4-0. B71 setti punktum Seinasta orðið í dystinum fekk B71 – bæði so og so. Í yvirtíðini fingu teir brots­ spark, sum Clayton Soares setti í netið. Ein skuldi trúð, at nú var leyst og liðugt, men so var ikki. Gjøgnum dystin høvdu EB/Streymarnir hug at fýl­ ast at harða spælinum frá sandoyingum, og langt inn í yvirtíðina kvitteraði Hans Pauli við eini harðari takl­ ing móti einum B71-ara. Hetta fekk øði í sand­oy­ing­ ar og ikki minst Wellington, sum slóð Hans Paula í nakkan. Reytt kort til Well­ ington og gult til Hans Paula fyri taklingina. Ikki eitt mál ov nógv EB/Streymur var munandi betri enn B71, serliga í seinna hálvleiki og sigurin var ikki eitt mál ov stórur. EB/Streymur er víðari í steypakappingini, B71 er úti. Málið hjá teimum er tó fyrst og fremst at varðveita sætið í bestu deildini. »Eftirsum at vit í ár eru so­kallaðir »underdogs«, er neyð­ugt at allir taka ábyrgd av at spælið flýtur so væl sum møguligt. Tíverri kundi hetta ikki sigast um spæl­ið í dag...« staðfestir heima­síðuverturin hjá B71, og tað so satt sum tað er sagt. »Eftirsum at vit í ár eru sokallaðir »underdogs«, er neyð­ ugt at allir taka ábyrgd av at spælið flýtur so væl sum møguligt. Tíverri kundi hetta ikki sigast um spælið í dag...« www.b71-sandoy.com SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur Steypakappingin: EB/Streymur – B71 4-1 (1-0) Sigur til sundalagsmenn á sandoyingum í Streymnesi Gentuliðið hjá Havnar Fimleika­ felag, sum vann FM í estetiskum fim­ leiki fyrr í ár, fór í morgun til Finn­ lands at luttaka í altjóða kapping FIMLEIKUR Tíðindaskriv Í morgun fór gentulið­ið hjá Havnar Fimleika­ felag saman við venj­ar­ anum Eyð Strøm, sum í mars mánað vunnu FM- kapp­ingina í estetiskum fim­­leiki, at luttaka í al­tjóða kapping fyri gent­ ur í Espoo í Finnlandi. Fríggjadagin skulu tær venja saman við 18 øðr­um liðum, sum hava melda til kappingin. Tey eru úr Finnlandi, Dan­ mark, Estlandi, Bulgaria, Russlandi, Kekkia, Ukraina og Spania. Leygardagin kl. 12.00 byrjar kappingin, og 10 tey bestu liðini koma víð­­­ari í finaluna sum verð­ur sunnudagin. Ikki er lætt hjá okkum at meta um, hvussu leikur fer fram hjá okkara gentum. Vit vita nevni­ liga ikki, hvussu støðið er hjá øll­um hinum, men vit vóna tær fáa eitt gott úrslit, um­framt at tær fáa íblást­ur til at menna fim­leikin hjá okkum enn meiri. Tað verða ikki bara gent­­urnar sum fara at gera seg galdandi í kapp­ ingini. Í millum teir 15 dóm­ararnar eru tveir av okkara dómarum við. Tær eru Beinta Dani­el­ sen og Elna Johannesen, og hetta verður teirra triðja altjóða døming. Við í ferðalagnum eru eis­ini Guðrun Guð­ jonsson samskipari fyri es­t­et­isk­an fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, Hans Jacob Poulsen, for­ maður og Katrin Abra­ hamsen, sam­skipari og um­boð frá Føroya Fim­ leikas­am­bandið. Ferðalagið kemur aftur mánakvøldið 26. mars. Vit ynskja gentunum góða eydnu. Føroya Fimleikasamband Føroya­ meistararnir til altjóða kapping KYKMYNDIR Mál, útvísing og sam­ røður við Gert Hansen og Magnus Olsen á www.portal.fo John Heri Dam legði upp til tvey mál í gjár: hornasparksinnleggið, sum Marni Djurhuus setti í netið og innleggið, tá Hanus Eliasen skoraði Mynd: Sofus D. Johannesen