Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 58 - 22. mars 2007 ] Ungdómslandsliðið í borðtennis fekk góð úrslit, tá tað var til kappingina, Brøndby Cup 2007, í Danmark farna vikuskiftið BORÐTENNIS Pætur Albinus pætur@sosialurin.fo Mánadagin komu teir 20 leikararnir á føroyska ung­ dómslandsliðnum í borð­ tennis aftur á klettarnar, eftir at hava roynt seg í sterku kappingini, Brøndby Cup 2007. Føroyska ung­ dóms­landsliðið hevði undan­farnu trý árini staðið sum vinnari av ferða­steyp­ inum í kappingini, sum verð­ur latið til tað liðið, ið vinnur flest heiðursmerki. Í ár gekk aftur væl, hóast ferða­steypið ikki varð endur­vunnið. Gjørdu um seg Tað eydnaðist ikki liðnum at vinna ferðasteypið fjórða árið á rað, tó at tað gekk liðnum væl. Serliga var tað 13 ára gamli Jákup Thoma­ sen av Tvøroyri, ið fór illa við danskarunum. Hann vann bæði gull í Drenge C og Drenge D. Eisini var tað 18 ára gamli Ragnar Egils­ son úr Havn, ið gjørdi um seg. Landsliðsleikarin fekk sterka mótstøðu, men Ragn­ ar legði líka í. Hann vann 3. deild hjá monnum og U21 B. Nógvir leikarar vórðu koyrdir í sterkar bólkar, so at teir av álvara sluppu at royna seg. Hetta merktist kanska eisini seinni, tá ið liðið stóð sum fjórðbesta lið samanlagt – tó bert 5 stig frá ovasta plássi. Genturnar skuffaðu Kvinnuligi leikararnir eru vanligt raskir at vinna før­ oyska liðnum nógv heiðurs­ merki, men eins væl gekk ikki í ár. Tær tríggjar Rakul Mikkjalsdóttir, Susie Mid­ jord og Sheila Strøm, standa vanligt einki aftanfyri donsku genturnar, men í ár vunnu tær bert tvey bronsu­ heiðursmerki. Hesi bæði heið­ursmerkini vann 15 ára gamla Sheila Strøm av Tvør­ oyri. Eisini kann nevnast, at landsliðsleikarin, Susie Mid­jord, legðist sjúk á túr­in­ um, so hon var ikki á topp­ inum. Hon plagar vanligt at berjast um allar ovastu rók, men óhepna útfallið forð­ aði henni hesum í ár. Kundu vunnið Bert 5 stig skuldu til aftrat, so hevði føroyska liðið vunn­ið ferðasteypið fjórða árið á rað. Ikki eina ein sjúk Susie kundi tryggjað liðn­ um flottu endurvinning­ina, men eisini forfallið til túrin var í meira lagi. Úttøkan var lagað soleiðis, at tríggir teir fremstu leikararnir í Føroyum sluppu við, men hesa­ferð var eingin úr mans­ unglingadeildini við á túr­ inum. Hesar óhepnu um­ støðurnar gjørdu tað ikki meir enn sannlíkt, at eitt ann­­að lið fyri einaferð skyld slapp avstað við steypin­um. Annars kann túrurin bara síggjast sum eitt jaligt til­ tak, tí her fáa leikarar á hvørj­um ári møguleikan at møta sterkari mótstøðu, enn teir fáa her heima í Før­oy­ um. Vinnarin av ferða­steyp­ inum tey seinastu árini: Ár Lið 2007 Esløv 2006 Føroyar 2005 Føroyar 2004 Føroyar 2003 Hillerød 2002 Brøndby BC 2001 Brøndby BC: Føroysku heiðurs­merkja­ vinnararnir: Dreingir D Nr. 1 Jakup Thomasen Nr. 2 Jonhard Ferja Nr. 3 Pall Heri Nolsøe Gentur A Nr. 3 Sheila Strøm 2. deild kvinnur Nr. 3 Sheila Strøm 3. deild menn Nr. 1 Ragnar Egilsson Dreingir C Nr. 1 Jákup Thomasen Nr. 2 Páll Heri Nolsøe Nr. 3 Jónhard Ferjá Mansunglingar C Nr. 1 Fróði Jensen U-21 B menn Nr. 2 Ragnar Egilsson Ungdómslandsliðið gjørdi um seg í Danmark HS fingið nýggjan høvuðs­ stuðul Størsta svimjifelag í Før­ oyum, Havnar Svimji­ felag, hevur fingið Norð­ oya Sparikassa sum nýggj­an høvuðsstuðul. Formaðurin í Havnar Svimjifelag Svend Åge Seloy og Marner Mo­rten­sen varðastjórin í Norðoya Sparikassa undir­skrivaðu eina 2 ára avtalaðu um stuðul til Havnar Svimjifelag. Á samkomuni í viku­ skift­inum í samband við kappsvimjingina varð undirskriva ein tvey ára avtala um stuð­ ul til felagið. For­mað­ urin Svend Åge Seloy takkar fyri stuðulin og samarbeiði við Norðoya Spari­kassa, stuðulin ger, at felagið fram­hald­ andi kann bjóða limum eitt mennandi og dyg­d­ ar­gott ung­dómsarbeiði. Jákup Thomasen, Jonhard Ferjá og Páll Heri Nolsøe vunnu øll heiðursmerkini í Dreingir D Samlaða støðan í kappingini gjørdist: Nr. Lið Gull Silvur Bronsa Tilsamans (5 stig) (3 stig) (1 stig) 1. Esløv 5 3 4 38 2. England 4 3 8 37 3. Munkedal 5 3 2 36 4. Føroyar 4 3 4 33 Carlos á veg til Turkalands Brasiliumaðurin, Roberto Carlos, fer eftir øllum at døma til turkiskan fótbólt, tá ið hetta kappingarárið er av. Tað ljóðar, at kviki vinstribakkurin hjá Real Madrid er tætt við at gera sáttmála við stórfelagið, Fenerbache. Roberto Carlos hevur ikki verið fastur maður á liðnum seinastu tíðina, og sjálvur sigur hann, at hann skyldar Real Madrid at finna sær nýtt felag. Turkiska stórfelagið hevur fyrr víst áhuga fyri Carlos, og nú bendir alt á, at tað eisini verður komandi felagið hjá lítla brasiliumanninum. Roberto Carlos kom til Real Madrid frá Inter í 1996, og hevur sostatt leikt í spanska stórfelagnum í samfull 11 ár. Henrik Larsen aftur til arbeiðis Nú er líkt til, at fyrrverandi føroyski landsliðsvenj­ arin, Henrik Larsen, sleppur aftur í starv sum venjari hjá Køge Boldklub. Fyri góðum tveimum vikum síðan fór Køge Boldklub í gjaldssteðg, og Henrik Larsen misti starvið sum venjari á besta liðnum. Nú hevur felagið tú funnið eina fyribils loysn á trupul­ leikanum, har stuðlarnir punga so mikið av pengum út, at felagið er ment at koma á beinini aftur. Sostatt fer Henrik Larsen eftir øllum at døma til arbeiðis aftur. RENNING Tíðindaskriv Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16, og er tað beint eftir hugna­ liga flaggdagshaldið á Vagl­ inum í Havn. Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru væl­komin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1994 - 2000, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eis­ ini ein kapping ímillum virk­ir, stovnar o.t., nevnd firma­kapping. Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu lut­ taka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu lut­ taka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kapp­ ingini. Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hes­ um hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór. Vinnandi lið og ein­stakl­ ingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heið­urs­ merkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flagg­dags­ renningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki. Hátíðarhald Hetta er 21. Flagg­dags­renn­ ing og tey sum luttaka fyri 10. ferð, 15. ferð ella 20. ferð í hesi kapping, fáa heið­ ursbræv. Síðsta ár varð Niels Jákup Jakobsen heiðr­ aður fyri at luttaka fyri 20. ferð á rað. Síðsta freist at melda til kappingina er mánakvøldið tann 23.04. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heima­ síðuna hjá FÍF: http://www.athletics.fo/ Fyrispurningar hesum við­­víkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/254027, ella Ro­bert Vilhelmsen tlf. 288075. Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina. Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini. Luttøkugjaldið fyri vaks­ in er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flyt­ ast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Til­meld­ ingin er ikki galdandi fyrr­ enn gjalding er farin fram. Startnr. og annað skal heint­ast í ÍSF-húsinum týs­ dagin 24.4. millum kl. 16 og 18. Bragdið Flaggdagsrenning og firmakapping