Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 22. mars 2007 33 Stutt sagt Dómari koyrdur frá Tað er ikki á hvørjum degi, at dómarar verða koyrdir til hús, men tað hendi í Týsk­landi fyri nøkrum døgum síð­ani. Har kom løgmálaráðið til ta niðurstøðu, at ein dóm­ari í Frankfurt hevði ikki bor­ið seg rætt ar. Dómarin skuldi døma í einum máli, har ein muslimsk kvinna kravdi at sleppa burtur úr hjúna­lagnum við mannin, sum eisini er mus­limur. Kvinn­­an vísti á, at maðurin var harðligur og hevði hótt hana við lívinum, men tað helt dómarin ikki vera nóg góða grundgeving fyri skiln­aði. Hann vísti á, at sam­bært Koranini hevur mað­ urin rætt til at harta konu sína, og tí helt hann ikki, at maðurin í hesum málinum hevði gjørt nakað skeivt. Men løgmála­ráðið heldur, at dóm­ arin bar seg skeivt at, og tí er hann nú koyrdur til hús, skriv­ ar DPA. Zimbabwe er sum Titanic Forsetin í Zambia, Levy Mwana­wasa, heitti í gjár á leiðararnar í hinum londu­ num í syðru helvt av Afrika og bað teir broyta politikkin mótvegis Zimbabwe. Zamb­ iski forsetin segði, at bú­­skap­ urin í Zimbabwe liggur í skelja­sori, og at landið tí kann berast saman við eitt søkkandi ”Titanic”. Levy Mwanawasa segði, at tær diplomatisku royndirnar at fáa zimbabwiska forsetan, Ro­bert Mugabe, at leggja á annan bógv hava mun­að lít­ið, og hann helt tí, at stundin er komin til at broyta poli­tikk­in mótvegis Zimba­bwe og Mugabe. Ráðgevar stevndir Hóast George W. Bush, for­ seti, av øllum alvi royndi at forða tí, hevur ein nevnd hjá Umboðsmannatinginum kravt, at ein av fremstu ráð­ gev­um forsetans, Karl Rove, skal svara spurningum í sam­ bandi við, at fleiri almennir ákærar eru koyrsir úr starvi í seinastuni. Demokratarnir í Umboðsmannatinginum vilja vera við, at tað vóru polit­iskar grundgevingar, sum lógu aft­ an­fyri, tá Alberto Gonzales, løg­málaráðharri, gjørdi av at koyra teir átta ákærararnar til hús. Demo­krat­arnir vísa á, at undan upp­sagnunum var nógv sam­skifti millum løg­ mála­ráðið og Hvítu Húsini um málið. Nú skulu Karl Rove og aðrir ráðgevar hjá Bush greiða frá, hvønn lut Hvítu Húsini áttu í uppsagn­ unum. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Skattalættin er ætlaður familjunum og er ein íløga í framtíð Bretlands (Gordon Brown) útlond Tað kom óvart á bretar, tá Gordon Brown kom við upp­ skoti um skattalætta Í Bretlandi eins og aðra­ staðni í Evropa plaga tað at vera flokkarnir høgrumegin miðjuna, sum leggja fram uppskot um at geva ein­stak­ lingum og vinnulívi skatta­ lætta, og tí kom tað óvart á bretar, tá Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, í gjár legði fram uppskot um skatta­lætta. Skattalættin er partur av fíggjarlógaruppskotinum, og hetta er helst tað seinasta fíggjarlógaruppskotið, sum Gordon Brown leggur fram. Gongst sum ætlað verður hann forsætisráðharri, tá næsta fíggjarlógaruppskotið sær dagsins ljós. Fráfarandi fíggjar­mála­ ráð­harrin sigur, at tann ætl­ aði skattalættin skal serliga koma barnafamiljum og teim­um lágløntu til góðar. - Hetta er eitt fíggjar­lógar­ uppskot, sum leggur lunnar undir bretsku húskini, og sum tryggjar rættvísi og fram­tíðina, segði Brown í parla­mentinum í gjár. Hann vísti á, at uppskotið fer at gera bretsku skattaskipanina meiri rættvísa, enn hon er. Mánadagin boðaði tann kon­servativi andstøðu­flokk­ urin frá, at hann er til reiðar at lækka skattin hjá vinnu­ lívinum trý prosent. Eingin hevði væntað, at Gordon Brown fór at koma við sama uppskoti tveir dagar seinni. Suðurkoreanskir hjálparfelagsskapir ávara um, at maturin er farin at ganga undan í granna­­- landinum Teir suðurkoreonsku hjálp­ arfelagsskapirnir siga, at støð­an í Norðurkorea er ikki so ring sum í nítiáru­ num, tá nógvir norður­ korean­ar doyðu í hungri. Men felagsskapirnir siga, at støðan er kortini álvars­ som, og at nógv fólk í Norð­ urkorea hava ov lítið til matna, og uppaftur fleiri fáa ikki tann rætta matin. - Vit vænta ikki beinleiðis hungursneyð enn, men tað støðuga matvørutrotið ger, at mong fáa ov lítið og upp­ aftur fleiri fáa skeivan mat, sigur Noh Ok-jae, sum er talsmaður hjá einum av teim­um suðurkoreonsku hjálp­arfelagsskapunum. Hann leggur afturat, at heystið sveik í Norðurkorea í fjør, so jørðin gav alt ov lítið av sær. Tað noyddi mynd­ugleikarnar at skamta mat í býunum við tí úrsliti, at summi fáa ov lítið. Sambært Noh Ok-jae vóna nógvir norðurkoreanar at fáa mat úr øðrum londum, so skjótt samráðingarnar um tey norðurkoreonsku kjarn­orkuvápnini eru kom­ nar á mál. Men í løtuni røkist einki fyri, at tær enda, skrivar NTB. Aftur mattrot í Norðurkorea Hevði óvæntað uppskot í skjáttuni Gordon Brown við teirri kendu, reyðu skjáttuni í Downing Street í London. Hesaferð vakti tað ans, tá hann lat skjáttuna upp Jørðin gav lítið av sær í fjør, so myndugleikarnir hava skamtað matin.